Skip to main content

Carl August í Vágsbotni


Í Vágsbotni selur Carl August Arge altskyns nýveiddan fisk. - Frá klokkan tíggju í morgun til klokkan sjey í kvøld, havi eg nógvan góðan tosk við livur, nakað av longu eisini, høvd og feskar uggar, og eg skeri flak eisini, sigur Carl August í fráboðan á Facebook í dag.



Eins sjáldsamt og útróðrarmenn eru á Facebook, er at síggja feskan fisk og feska vøru annars verða bodna fram á Sølutorginum í Vágsbotni, hóast reglugerðin sigur, at so skal vera. Alt skal vera feskt. Seinastu tíðina havi eg bara sæð vaccumpakkaða vøru, sum heldur ikki er eins fotogén og feska vøran, sum í hesum føri. Og beinanvegin eru tey har, útlendsku ferðafólkini við myndatólunum, meðan heimligu privatbilarnir og almennu vegforðingarnar royna av almakt at spilla vakra sýnið við bryggjuna í miðbýnum á hásummartíð.


Og so er prátið í gongd um fisk og bát og avreiðingarprísir, og hetta undurfulla land við teim bjørtu litunum, hóast drigið er á luftina. Og mitt í prátinum tekur nærlagdi útróðrarmaðurin flakaknívin og fer at skera meðan øll hyggja og fotografera. Beint nú eri eg ikki í iva um, at Carl August er okkara besti ambassadørur.