Í dag var brim úti við Strond í Havn. Inn móti gamla Bukkevald sló aldan við so stórari kraft, at jørðin skalv og brimið stóð upp í loft sum eitt gosfjall. Út móti Boðanesi var uppgangur í hvørjari vík.
Úr køksvindeyganum sæst eitt farmaskip sigla oman og niðan í Nólsoyarfirði. Eftir øllum at døma bíðar skipið eftir atløguplássi í Havn. Á fartelefonini sigur appin, Ship Finder, at hetta er finska Mistral, ið skal sigla við farmi í tríggjar vikur fyri Norrønu. Meðan føroyska ferjan er 36.000 bruttoregistartons, er finska farmaskipið 10.471 bruttoregistartons.
Heimanfyri Bukkevald er gamla fiskastykkið. Í baksýni síggjast antennurnar hjá radioamatørunum og longst til høgru hómast reyðu felagshúsini og longst burturi sæst Glyvursnes.
Eisini úti í Sandagerði er so mikið av uppgangi, at ikki er ráðiligt hjá havsvimjarum at fara á bláman í dag.
Men inni í ósanum í Sandagerði er púra stilt. Meðan Sandáfossur brúsar og kvøður og krákurnar flúga og pilka, stendur ein sílafiskari í sjálvlýsandi drakt og roynir eydnuna.
Seinasta myndin er aftur av Bukkevald. Saltrákin er nú so rámur, at eg sleppi mær í bilin innan myndatólið verður saltsprongt, sum okastungan á breyðnum í døgurðatímanum. Hetta var ein døgurðatími í Havn. Væl gagnist!