Skip to main content

Føroyar filmaðar úr bili


Síðani landsverkfrøðingurin setti sær fyri, at koyrandi skuldi verða til - næstan - allar bygdir, hevur hesin tanki verið hildin við líka. Vegir, tunnlar, bryggjur og rutur eru til hvønn krók í landinum. Tað ger ferðafólk bilsin. Bilsin um, at til ber at leiga bil og sita í setrinum, aldri sleppa róðrinum, og tó síggja eitt dramatiskt landslag í tí ljósi, sum veðrið og sýnið býður. Langt burtur frá the Madding Crowd og tó ikki meir enn tveir tímar úr Kastrup hvønn einasta dag. Og enn stytri aðrastaðni frá.

Eftir lítlari løtu kanst tú koyra til enda jarðarinnar og síggja líðir, stakkar, mánalandsløg og trølslig gandahol, tú ikki visti av vóru til. Júst tað er kjarnin í filmi. At verða forførdur í myrkrinum. Tí er ikki løgi, at altjóða fotografar og lýsingastovur elska at koma til Føroya at brúka lendið sum backdrop, bakteppi í eini søgu millum gand og veruleika.


Í tílíkum føri er einki sum ein biltúrur til Syðradals. Har er nýliga asfalterað, nærum allan vegin. Enn er eingin grønska, men dramatikkurin í faldaðu líðunum letur upp fyri stórum søgum. Í fjør heyst, helt danski teknarin Peter Madsen fyri, at hesar líðir kundu verið brúktar til nýggjar útgávur av Lord of the Rings. Sjálvur hevur hann búð í Nýsælandi og hevur gott grafiskt eyga. Og enn eru vit bara í mai.