Skip to main content

Ringulríma ein leygardag í Havn


Í dag fór eg í summarskógvarnar. Eigarafelagið borðreiddi við morgunmati í hitamiðstøðini klokkan 10 og so greiddi Høgni, sum er nývaldur formaður, frá um, hvar og hvussu ruddast skuldi. Millum húsini skifta Bjarnvarður og Martin Enok orð um standin á gøtunum.


Sigrún og Turið hava ruddað bøin niðan ímóti Lágargarði og oman ímóti Boðanesheiminum. Henda fyrsta ruddingardagin var nógv at taka upp.


Trø og runnar á felagsøkjunum og parkeringsplássinum eru klipt niður, so vøksturin framyvir verður snøggari. Jana, Høgni og fleiri hava skipað fyri.


Í reiðskapsrúminum er ein makulator, sum eg higartil bara havi sæð brúktan til skrivstovupappír. Men nú hevur Jana tendrað blágrøna makulatorin, og rennir allar tær avskornu greinarnar í hann. Her er úrslitið.


So kemur kommunubilurin og savnar allar posarnar við burturkasti úr Tórsbyrgi.


Amboðini verða slept. Nú eru stundir til eina skuffukaku frá Maluni og ein kaffimunn til øll í hitamiðstøðini, sum hevur fingið heitið Orkulonin. Túnið er blankt sum eitt dansigólv.


Hallbjørg, sum fann uppá navnið Orkulonin, bjóðar inn, tí hon hevur funnið eina gamla Beatlesplátu. Plátan hevur gula Parlophone etikett og er pressað í Bretlandi. Innari húsin er originalur, plátan er í mint condition og prísmerkið aftanfyri avdúkar, at hon er keypt í S.H.Jacobsens Radiohandili fyri 44,50 kr.


Millum pláturnar eru eisini klassiskar føroyskar singleplátur við Faroe Boys og Amerikabrævið, báðar á Sonet plátumerkinum


Á einum ELO plátuhúsa, sum sigur at Rock and Roll is King, er eitt prísmerki frá Plátubarrini, sum helt til í súkluhandlinum hjá André Andrésen í Vágsbotni. Helst er tað hagani, at Jákup Magnussen hevur tikið heitið á vælumtóktu leygarkvøldssendingini - Plátubarrin.


Millum mongu gomlu LP pláturnar hjá Hallbjørg, eru allar hjá Kris Kristoffersson og tær allar flestu hjá niðurlendska Haarlem bólkinum Ekseption við Rick van der Linden, sum doyði 59 ára gamal í 2006. Kanska hevur onkur hug at geva boð uppá plátusavnið hjá Hallbjørg.



Uttanfyri hjá Hallbjørg er trampolinin sett upp í túninum og eg láni sólskynsmyndina eina løtu.


Russiska flaggið veittrar á konsulátinum Yviri við Strond. Tað er 70 ár síðani stóra fedralandskríggið var av, og fleiri enn 26 milliónir fólk doyðu. Tað hátíðarheldur Putin við eini rimmar framsýning av dreparamaskinum í Moskva, har Mugabe og aðrir ivasamir skuggaboksarar møtast at skála og skjóta, meðan hermenn ganga við einum undarliga hallandi vanga. Til høgru á myndini sæst gasstangaskipið Meridian Spirit.


Niðri á grynnuni í Tórsgøtu, mentunargøtuni í miðbýnum, hava Birgir Enni, Bogi Andreassen og onnur mettað fleiri enn 5000 sálir við fiski av øllum slag. Her sæst Bogi við navninum á tiltakinum á snøgga jakkanum, og aftanfyri sæst Dánial Vang, sum sker fisk niður, so fólk sjálvi kunnu grilla og kóka. Á niðaru myndini sæst fólkafloksmaðurin Bogi saman við tjóðveldismanninum í Sandoynni, Páll á Reynatúgvu.


Mortan í Hamrabyrgi, tannlækni og matkennari, er væl nøgdur við tiltakið og uppmøtingina. Her er so nógv fólk á grynnuni, at leingi er at bíða, skal ein smakka alt, sum matvørufyritøkur úr øllum landinum bjóða.


Klædd í búnað úr Barbufilminum hjá Nils Malmros, bjóðar Sanne Storm sterkt kryddaða fiskasúpan inni í Perluni, har tey eisini selja vistfrøðiligt vín. Tað frættist, at ikki minni enn eitt tons av fiskasúpanini hjá Birgi Enni er sopin eftir einum degi. Í Perlutuninum fæst sushi úr Stóragarði og Okkara bjóðar nýbryggjaðar smakkiroyndir.


Kongafiskur, búrfiskur og stinglaksur eru millum forvitnisligu fiskasløgini, sum eru inni í stóra tjaldinum í Tórsgøtu, framman fyri Reinsarínum, har konsert við kára p verður í kvøld og eg havi avtalað at møta Gunvá og Karinu úr Námi.


Her er nógv hjá børnum at nema við, um tey bara tora. Her er Tommy Christoffersen úr Vestmanna við einum litføgrum kneppi av búrfiski Flestu vóru í iva, um hávurin var veruligur, ella bara var úr gummi ella plasti. Tey djarvastu funnu útav, at hávurin var veruligur, veiddur í Norðuratlantshavi og koyrdur niðan í mentunargøtuna í Havn við trukki.


Reyði liturin, eisini í teim blóðsprongdu eygunum, gongur aftur sum ein spælandi kontrast millum nógvu fremmandu djúphavsfiskarnar, sum eru kynsbúnir eftir hálvari øld. Og sum krúnan á skaparaverkinum eta vit teir bara, aldargomlu djúphavsfiskarnar.


Úti undir Bryggjubakka hevur Sjósavnið sett kør við fiski og dýrum í, so børn kunnu nema við tey og eisini fiska krabbar.


Soleiðis sær út í løtuni á Perlugrundini, har Andrias Berg ger kommunalu uppihaldstrappuna, sum Zeta arkitektar hava teknað. Hon verður liðug á ólavsøku. Tað var eisini Andrias, ið tók perluna niður í 1983. Tað var har, at Havnar Jazzfelag byrjaði og studentaskúlalærar úr Hoydølum vístu teir bestu Fassbinder-filmarnar í 1975 og framm við einum 16mm filmstóli á søludiskinum inni í Perluni. Tá EBC film gavst í 80'unum endaði filmsgoymslan, teirra millum allir Bergman- og Fassbinderfilmarnir, í Skopun, Føroya fremsta filmstaði.


Klokkan sjey hava vit trý, Gunvá, Karina og eg, avtalað at lurta eftir kára p, sum hevur eykakonsert í Reinsarínum, eftir at upprunakonsertin klokkan níggju er útseld. Tá konsertin byrjar eru eisini starvsfelagarnir Maria og Dorit og maðurin, Esbern, í Reinsarínum at hoyra kára p. Myndina niðanfyri tók eg í stovuni hjá Elini Heinesen í Stoffalág í november, har Kári eisini hevði tvær útseldar konsertir. - Eins og Bob Dylan í Albert Hall í London í kvøld, skemtaði Kári, tá hann vælupplagdur fór einsamallur á pallin í Reinsarínum.


- Eingin sangur er yngri enn 25 ár, segði Kári og hugdi út yvir skaran, sum møttur var at hoyra Føroya fremsta trubadur. Hann leveraði vøruna, sum tey siga í bransjuni. Hann sang teir kendu sangirnar, sum øll hava tikið tíl sín, fyrst av plátuni Vælferðarvísum (1978) og síðani Hinumegin Ringvegin (1991), sum Kári kallaði ólavsøkubandið frá 91. Hann treiv eisini í singleplátuna, sum hann gjørdi saman við Per Nyholm Debess í Føroyahúsunum í Keypmannahavn í 1973. Mest forvitnisliga var føroyska týðingin av Bob Dylan sanginum Every Grain of Sand av plátuni Shot of Love (1981). Kári segði ikki nógv millum sangirnar, sum av somu orsøk sluppu at liva sítt egna lív í lætta og akustiskt broyskna rúminum í Reinsarínum. Men í Stoffalág í november segði Kári, at klassikarin Ringulríma varð skrivaður í upptøkurúminum í 20 minuttir, Skygni í mest sum átta ár, og at Andvera varð skrivaður á praktikkskeiði á Sankt Hans í Roskilde.


Inst í sjálvum sær er lívið ein ringulríma, eitt líka so undarligt sum sjálvsagt leygarkvøld, heima í Havn, har vit fimm starvsfelagar og ein maki hugnaðu okkum við stoktum føroyskum bógvi í Áarstovu til á midnátt. Í Sandskoti, har eingin býr, hanga hesir fiskar og bíða eftir at verða borðreiddir fyri kræsnum gómum í stovuni, sum hevur navn eftir skaldabrøðrunum. Manga takk fyri eitt frálíkt kvøld, tit fimm.