Skip to main content

Fleyr um summarlandið


Milt við varisligum summarkryddi. Sum ein útferð um oyggjarnar eitt summarkvøld. Eitt lítið fleyr innan av landi ger munin, so tú varnast angan av bø og haga, havi og fjøru. Sitandi við borðið í Áarstovu mitt í Havn.


Hetta upplivilsið tryggjaði ungi høvuðskokkurin úr Klaksvík, Jóhan Joensen, okkum, saman við teim mongu fryntligu borðternunum. Jákup Sumberg, sum fyrr hevur starvast í Matsalen í Stockholm, var eisini í køkinum, og John Mikkelsen fekk alt at ganga upp í eina hægri eind í matstovuni, sum á øllum hæddum var fullsett.


Jóhan Mortensen er ein teirra, ið hevur lagt seg eftir at fáa forvitnisligt kryddi og tilfeingi annars á føroyska borðið. Tað, sum er her mitt millum okkara, og eingin, ella bert fá, geva gætur. Til dømis at leggja eitt floyalsmjúkt blað av tallerkinsmekkara (Tropaeolum majus) á tunguna afturvið summarbitanum. Upprunaliga stavar hon úr Andesfjøllum, heimliga blóman, sum eisini er dekorativ á føroyska borðinum.


- Mesta av føroyskari matgerð byggir á slaktið um heystið, og um várarnar kunnu vit raka við Føroyabankatoskin. Men um sumrarnar hava vit lítið av gastronomiskum royndum og siðvenjum. Nevndi hetta fyri Johannes Jensen, sum beinanvegin var til dystin fús, sigur Jóhan, sum vónar at átakið Summarlamb fer at leggja lunnar undir eina føroyska siðvenju við summarmati á høgum gastronomiskum stigi.


Alt, sum varð borðreitt í Áarstovu í kvøld, er føroyskt. Alt uttan Suðurevropeiska vínið og sjampanjan. Ikki tí, vit kundu hildið okkum til heimligt brúsandi vatn, ófiltrerað Sluppøl og milda rølikusnapsin, sum kundi verið ein útflutnignsvøra av teim heilt ekslusivu, føroyski rølikusnapsurin.


Eftir ein føroyskan ráka av mojito við myntu úr Sandavági, sum sótu vit til háborðs í Havanna, kom Klaksvíksmakrelurin á borðið. Feitur og fregin summarmakrelur frá Christiani í Grótinum. Hesin smidligi og snøgt mynstruti fiskur, sum vit bara hoyra um í politiskum kjaki, og aldri fáa undir góman. Hesuferð var hann grillaður og borðreiddur við mosi av hvonn. Fólksins ogn er góð at eta og eingin endi er á gastronomisku møguleikunum, hann kann spæla sær upp ímóti, nú hann er so feitur og feskur.


Niðurundir høvuðsrættin fingu vit lambslundir við jomfrúhummara og føgrum, smakkiligum ávøkstrum frá Lauru Joensen í Skálavík og úr Vakstrarhúsinum í Sandavági, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur sett í sving. Haraldur Djurhuus og Lív Petersen hava staðið fyri hesum parti.


Reinu og nýflettu summarlombini í lambsgrýtuni eru úr Saksun og flett hjá Alberg á Krás í Hósvík. Saksunarbóndin er 33 ára gamli Jóhan Jógvansson á Dúvugørðum, sum eisini hevur Svartáfesti, við tilsamans 700 áseyðum.


- Innhaldið í matskránni er fyrst og fremst ómedisinerað og vistfrøðiligt summarlamb, og alt tað grønmeti, vit kunnu finna í føroyskum gørðum: mynta, dild, salat, ertur, ’tallerkensmækker’, sýrusmæra, brobber, rósmarinlyngur, hvitarót, radisur, rabarbur, jarðber, aspaspargesepli, røllika og so framvegis. Eg haldi at summarið er komið í føroyska køkin, sigur Jóhan Mortensen væl nøgdur í Áarstovu, meðan navnin úr Klaksvík ber jarðberjagreytin við feitum føroyskum róma inn á borðið. Manga takk, fyri føroyska summarið, tit báðir Jóhan og Jóhan!