Skip to main content

Sluppøl og skipskeks


Fiskimannafelagið, Lærarafelagið, Prestafelagið og 62 Norður eru stuðlar, tá Filmsfelgið skipar fyri Filmsdøgum í Havnar Bio 9.-13. september í ár.

Byrjað verður við amerikanska filminum Livjatan, sum er ein surrealistisk listarlig lýsing uttan dialog av einum fiskivinnutúri í Norðuratlantshavi, har øll manningin er útgjørd við GoPro myndatólum. Afturvið fiskivinnufilminum bjóðar Fiskimannafelagið Sluppøl og skipskeks í biografinum.

Heitið á tiltakinum er ”Filmsdagar - í felag”.

Ein filmur er valdur, ið sampakkar við virði og virksemi hjá hvørjum av feløgunum, Fiskimannafelagnum, Lærarafelagnum og Prestafelagnum. Og so er endamálið at filmarnar verða vístir í felag, so fólk fáa høvi at koma út og síggja film, heldur enn at sita einsamøll, og harvið medvirka í at gera miðbýin livandi. Formaðurin, ella - kvinnan í viðkomandi felag introduserar filmin.

Skráin fevnir um fimm nýggjar listarligar filmar, sum verða sýndir fyri ein bíligan penga. Millum tey møttu burturlutar 62Norður eina ferð fyri tvey til 70 ára filmfestival í Edinburgh í juni næsta ár.

Atgongumerkjasølan er byrjað.


Ole Wich teknaði búmerkið og tók myndina. Og skipskeksin, hon er eins føroysk og Sluppølin.