Tey siga mær, søgan er gomul, hon úr Miðeysturi, sum er tveytúsund ára gomul, og skal hjálpa okkum móti LGBT og teim knapt so fúlu í Sea Shepherd. Check. Men tey tvey ára gomlu hagtølini frá okkum sjálvum um okkara egnu børn í føroyskum fátækraváða, tey kunnu vit ikki brúka. - Eg kann ikki svara tær uppá so gomul tøl, Brynhild, Brynhild, sigur politikarin í ramasta álvara, Brynhild, Brynhild. Hvussu selektivur kann mann vera? Gamaní kunnu tveytúsund ár verða sum eitt, ella tvey, í tveytúsund ára gomlu søguni. Men eri tað bara eg, sum haldi tað vera nokkso løgið og ósamhangandi í Álvaratos í kvøld? Kann alt verða gott, og harvið skapa verðsliga politiska makt hjá lønartrælum, bara tað er knýtt at átrúnað - tí rætta væl at merkja - her, í Russlandi, ella í Ukraina? Eg eri uppvaksin í Brøðrasamkomuni og kenni skriftina. Men, álvaratos, hvør er hesin avpartaði tulkingarfelagsskapur, sum her trúnar fram, nú ið kunnskapur røkkur so vítt?