Skip to main content

Arktis á filmi

Tað er ísur og áhaldni, tá menn verða filmaðir í Arktis. Nýggjasta søgan er Netflixfilmurin Against the Ice (Peter Flinth 2022), sum byggir á sonnu søguna um pólfararan Ejnar Mikkelsen (1880-1971) í egnu bókini Farlig tomandsfærd (1955), og Iver Iversen (1884-1968), sum báðir vóru danskir, og í 1909 fóru til Grønlands við skipinum Alabama at fullføra Danmarks-ekspeditiónina hjá Ludvig Mylius-Erichsen tey bæði árini undan.

Fullfiggjandi ørindini eru nú endaliga at prógva, at Landnyrðingsgrønland er ikki skift sundir í tvey, so siglast kann gjøgnum eitt sund, sum er millum fastlandið, ið Danmark eigur, og sokallaða Peary Land, sum amerikumenn vilja taka. Vit eru í fyritaksomum emperiubyggjandi tíðum stutt eftir frambrúsandi aldarskiftið.

Í sjónvarpi er upp í leypar av sjónvarpsformatum um at búgva, har eingin skuldi trúð, og um at yvirliva í oyðuni, um hon so er køld ella heit. Náttúran, og at berjast móti henni, er hot, ikki minst í kulda.

Heroisku filmarnir, sum í eina góða øld hava gingið í biografunum um pólfararar, eru nærum endaleysir, eins og tað hoyrir til søguna, at íslendski framleiðarin, Baltasar Kormákur (f.1966), hevur skapt eina egna sjangru við fjallafilmum, har úthaldni og yvirliving eru tema.

Havi tað fyri, at skriva stikkorð, so hvørt filmurin gongur. Til henda filmin, Against the Ice, vórðu stikkorðini: menn, hetjur, ekstrem yvirliving, áhaldni Endurance, einsemi, endi jarðarinnar, dreymakvinnan, knýtið til hundar og náttúruna, havið verður opið, at gera nyttu, maskinmaðurin er arbeiðsleysur tí skipið stendur fast í ísinum, geopolitiska støðan millum USA og Danmark, søgusiging, tað heroiska, at byggja land, møðsom framdrift, gott dagsljós, sindur ófarligt í bjarta dagsljósinum við vakru gletsjarunum og grønu fjøllunum i baksýni, eisini tá høvuðspersónurin fer gjøgnum ísin við einari hvítabjørn omaná sær.

Mikkelsen og Iversen koma í 1909 eftir, at Grønland er eitt, og at Amerika hevur einki at gera her. Soleiðis er tað.

Bretski Charles Dance, sum er danski Neergaard, líkist Max von Sydow uppá ein prikk, og millum eksotisku kolonimálningarnar í hansara residensi, sæst ein slupp í stórbæru trappunum. 

Í øllum tí traurig-keðiliga at telgja søguna niður í átuligar dálar fyri okkum, havi eg hug at spyrja, hvat hesin filmur vil mær. 

Tá verið eg avbrotin við eini dreymasjón, sum Mikkelsen fyrr í filminum hevur fortalt vinmanninum Iver. Tað er ballónin hjá svenska ingeniør Andrée, Salomon August Andrée (1854-1897), sum nú lendir hjá teimum, mitt á ísinum. Umborð er dreymakvinnan hjá báðum, Naja.

Hetta er ein filmisk forteljing, sum hóast púra fiktiv, ikki bara riggar, men strálar. 

Tá Norðurlandahúsið lat upp í 1983 var fyrsti filmur um akkurát hesa hending, ballónferðina hjá ingeniør Andrée, leiktur av Max von Sydow. Meistarligi leikstjórin Jan Troell (f.1931) vísti sjálvur filmin í høllini, har hakkandi larmurin frá snurrandi filmsrullunum hoyrdist út í alt rúmið, tí rútarnir í teknikararúmunum uppi á loftinum vóru ikki settir í. Ein minnisrík uppliving, tí upphavsfólkini vóru har.  

Barnabókin Ballónferðin kom út sama ár í týðing hjá Niels Nattestad. Finski lærarin og bókavørðurin, Kari Vaijärvi, skrivaði hesa søguna um Andrée, Niels og Knút. Tá vóru mentanarligar upplivingar manifestatiónir fyri almenningin. Í dag eru tær persónligar verkætlanir.

Umfram Charles Dance, ið altso minnir meg mest á Max von Sydow sum Andrée í filminum Against the Ice, er bretski Joe Cole og hansara opna eygnabrá tað mest sannførandi í øllum filminum. 

Danski Nikolaj Coster-Waldau, sum er høvuðsleikarin, Ejnar Mikkelsen, er rættuliga flegmatiskur, eins og skeggjuti landsmaðurin, sum í løtuni spælir í eini føroyskari krimirøð. Skeggjut flegmatiskur í Norðurdanmark.

Leikstjóranum, Peter Flinth, møtti eg í Lübeck í 2014, tá hann vísti norska filmin Beatles, sum bygdi á samnevndu metsølubókina hjá Lars Saabye Christensen frá 1984.

Og fara vit til Antarktis, so kunngjørdi The Falklands Maritime Heritage Trust í vikuni, at norskt bygda skipið hjá Sir Ernest Shackleton, Endurance, sum eingin hevur sæð síðan tað kom í ís og sakk í Weddellhavi í 1915, nú er funnið á 3000 metra dýpi, fýra míl sunnanfyri positiónina, sum nýsælendski kapteynurin, Frank Worsley, gav upp. 

Endurance var ein trímastrað barkentina, bygd í Sandefjord í Noregi í 1912. Eingin maður fórst við skipinum, sum varð funnið á 100 ára degnum fyri jarðarferð Shackeltons.

Soleiðis ganga søgurnar í ring.

⭐⭐⭐✯✯✯

Báðar kortamyndirnar eru úr veggjakortinum hjá Námi "Heimurin" (2022)