Skip to main content

Tveir holocaustfilmar í Havn


Paula Beer sum Stella og Anthony Hopkins sum Sir Nicholas Winton

Mikudagin sýnir Filmsfelagið, ”Stella. Eitt lív”, sum er fyrri av tveimum holocaustfilmum fyri summarsteðgin, upplýsir felagið. Seinni holocaustfilmurin er hin bretski ”One Life” við Anthony Hopkins, í høvuðsleiklutinum sum Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum undan nazistunum í Prag í 1938. 

Unga jødiska Stella (Paula Beer) er høvuðspersónurin í nýggja týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, ið fara fram í Berlin, meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli.

Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo, og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar.

Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur sett tær fyri, uttan at kenna ábyrgd fyri tínum gerðum.

Virðislønta Paula Beer (f.1995), sum spældi Maria í ”Transit” og kópakonan í ”Undine”, hevur høvuðsleiklutin sum Stella, sum í veruleikanum bar nøvnini Stella Kübler-Isaaksohn og Ingrid Gärtner. Paula Beer hevur eisini høvuðsleiklutin í nýggja filminum hjá Christian Petzold, ”Reyður himmal”, sum vit sýna 5. juni.

Eftir píning og lyfti um at bjarga foreldrunum, verður Stella ein smettari, Denunziantin, hjá Gestapo. Undir heitinum ”Greiferin” í Berlin sigur hon nazistunum frá um jødar, sum liva fjaldir í býnum. 

Jerusalem Post vil í greinini "The poisonous blonde of Berlin: The controversial Stella Goldschlag story” (2017) vera við, at Stella hevur givið í minsta lagi 600 og kanska so nógv sum 3000 fólk upp í hendurnar á Gestapo, tí tey vóru jødar.

Eftir kríggið vendir hon við og gerst kristin, men sigur seg samstundis verða játtandi antisemittur. Hon druknar 72 ára gomul í 1994. Tað eru tey, ið siga, at tað var av egnum vilja. Ljósasti partur í søguni um týsku Stellu er helst, at dótturin gerst sjúkrasystir og fer til Ísrael at virka.   

Atgongumerkjasølan til báðar filmarnar er byrjað. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

Filmsfelagið: 22/5 kl 20:00 Stella. Eitt lív (Kilian Riedhof Týskland 2023 116 min)


One Life - Winton í skugganum av Schindler

Bretski filmurin “One Life” sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um Sir Nicholas ‘Nicky’ Winton, sum beint undan øðrum verðaldarbardaga bjargaði 669 børnum frá at falla í hendurnar á nazistum og verða fyribeind. 

Nicky var bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. 

Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938, og við egnum eygum sá, hvussu jødar vórðu viðfarnir, gjørdi hann tað, sum hann helt vera einasta rætta hjá øllum at gera í hesi støðu. 

Kríggið nærkast, marknaliðini kunnu hvørja løtu verða stongd, og tíðin gongur undan. 

Hvussu nógv børn kundi hann bjarga, innan ov seint varð? 

50 ár seinni, í 1988, hevur Nicky enn marrudreymar um børnini, hann ikki megnaði at hjálpa. Ikki fyrr enn hann í beinleiðis sjónvarpssending hjá BBC, That’s Life, møtir øllum børnunum, hann hjálpti og bjargaði, kundi hann læra seg at liva við, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar, sum í Prag, 50 ár undan, er tað ein sigur, at bjarga bara einum lívi. 

Tá gjørdist ósagda hetjusøgan um Sir Nicholas ’Nicky’ Winton kend í bretska heimlandinum. 

Leikstjórin, James Hawes, hevur fyrr gjørt virðisløntar sjónvarpsrøðir og filmar sum ”Black Mirror”, ”Enid” og ”The Challenger Disater”. 

Til filmin ”One Life” hevur hann savnað eina røð av stjørnum sum Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum, Helena Bonham Carter, Jonathan Pryce og Lena Olin. 

Við hesum seinna holocaustfilmi, fer Filmsfelagið í summarfrí og byrjar aftur mikudagin 28. august við italska filminum ”Ein nútímans kvinna”, sum er um Mariu Montessori. 

Filmsfelagið: 19/6 kl 20:00 One Life (James Hawes Bretland 2023 118 min)