Skip to main content

At fylla á Facebook

Takk fyri heilsanir, øll tit, sum ynsktu mær til lukku á 67 ára degnum í vikuni, sum fór. Og so kemur eitt slag av einum diskleymara: Síðan ársskiftið havi eg lovað mær sjálvum, ikki at senda føðingardagsheilsanir til nakran av mínum Facebookvinum. 

Okkurt undantak hevur tó verið, treyðugt so. 

Men eftir stendur, at nú eg sjálvur fylli, fái eg ein fjórðing av heilsunum eg fekk í fjør. Og árini fyri. 

Alt hevur sín prís. 

Ynskir tú nógvum til lukku, fært tú sjálvur nógvar føðingardagsheilsanir aftur. 

Tað er sum hin vísi Prædikarin sigur: ”Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur.” 

Men tað var ikki mongdina eg hugsaði um, heldur ikki breyðið og vatnið. 

Tað var brúkta tíðin uppá at kasta á vatnið, tað er at skriva heilsanir, hvønn morgun til teir Facebookvinir, sum enn eru okkara millum. Tí alt hevur ein enda. Eisini real life og tykislívið á Facebook. 

Hinvegin, so er tað serstakliga gott fyri heilan og tankavirksemið, sum ein eldist og stadnar, at byrja dagin við at hugsa um vinir, sum fylla beint nú. Og tað er neyvan nakar dagur á árinum, har eingin av mín Facebookvinum fyllir árið. 

Virksemið, sum eg tvíhelt um, elvir til eitt betri minni, og skapar støðugt tankastrukturar at halda minnið við líka. Helst er tað sum tá tilkomnar konur siga frá um bingo. Sambært teimum er tað einki, ella nærum einki, ið sum bingo kann halda minninum í gongd og noyða teg at lurta, hugsa logiskt og altíð at hava skil á støðuni, hvussu stór plátan á borðinum er. 

Annars vinnur tú einki, er kvika svarið. 

Helst er tað akkurát uppá sama máta at fylla á Facebook. 

Tú mást fylgja við og altíð hava skil á støðuni. 

Men nú havi eg slept júst tí kravinum. Og havi ikki sakna tað - fyrr enn nú, eg sjálvur fylti árið. 

Men vitlíkið kann hjálpa mær framhaldandi at fylla í tykisheimi. 

Eg kann fáa eina skræddarseymaða copilot-heilsan frá Microsoft, sum allir skúlar í landinum hava keypt og ordrað frá Bill Gates at geva okkum samband við allar kontaktverdar persónar. 

Copilot kann eisini geva mær uppskot um tónleik at spæla á tykisføðingardegnum, og - púra uttan aðra orsøk enn humant tillagandi algoritmur til okkara allra besta - geva mær uppskot um ein húgvutátt. Ja, ein húgvutátt, nú øll halda veitslur við júst tí klædnaplagginum í miðdeplinum. 

Vitlíkið fær meg spontant at murra útgangsorðini í sanginum Oh what a beautiful morning, sum ljóða: ”I've got a wonderful feeling / Everything's going my way.” 

Vitlíkið er vorðið menniskja og menniskjað er vorðið vitlíki. Í hvussu er eitt sindur: