Skip to main content

Føroyskt á Google Translate

Sum uppslagið hjá Google Translate sigur í morgun, er føroyskt nýtt mál, sum týðast kann í og úr í hesi heimsfevndu tænastu, sum gongur úr Mountain View í California.

Tá The Google Book Project var í sving í Føroyum og Evropa, hildu vit ólavsøku har. Hann, sum skrivaði okkum inn í leitirisan, ið er næsti granni hjá NASA, æt Evensen, Kristoffer Evensen, búi í Dublin, er av norskari ætt og stóð til at arva ein seglbát frá foreldrunum, sum at De Fortapte Sillemenn, báturin altso. Kristoffer legði mær lag á, hvussu ymsar funkur kundu brúkast í einum bloggi, sum var og enn er á føroyskum.

Tað var ein serstøk uppliving at verða boðin inn í mileterhemmiligheitina, Google, og har fáa eina nærum fysiska fatan av, hvat arbeiði er fyri nakað. Ein ógloymandi uppliving frá 2008, sum nú stóð ljóslivandi fyri mær, nú føroyskt mál í dag hevur fingið innivist í Google Translate.

Her er slóðin til vitjanina hjá Google.