Skip to main content

100 ár

Í dag 6. juli hevði pápi okkara, Jógvan Kruse, verið hundrað. Hann andaðist 10. mars 1997. Myndina av honum tók franski ferðamaðurin Christian Henri, sum sjálvur annar tumlaði norður gjøgnum Sundalagið í 1975. Sum sæst fingu teir ferðaleiðara heilt upp á tindin og ein fyrilestur um fløskupost.

So fara vit eitt kav í tíð suður í Norðskála kirkju, har konfirmatión var í 1938 og navnið var Joen. Og tá Emmy hjá Otto, pápabeiggja, bygdi um har Eysturi, tey rópa, komu notubøkur hjá pápa frá krígsárunum 1943-45 undan vaðingini. Noturnar eru um fyrstu lomb í haganum, fiskiskap við Kolli, kvæðauppskriftir og annað. Á hundrað ára degnum er tað eitt gott minni um eina goymda tíð við góðari hondskrift. Takk!