Herfyri var kanning hjá Heilsuráðnum, har spurt varð: ”Maður, hvussu hevur tú tað?”
Veljarakanningar, veljarareaktiónir og sendingin Vikan í Útvarpinum í morgun, benda eftir míni fatan heilt greitt á, at okkurt av yvirskipaðu ráðunum hjá tí almenna, eigur beint nú at seta tann vitala spurningin: ”Veljari, hvussu hevur tú tað?”
Variantar kundu verið: ”Hey Føroya fólk, hvat halda tit um fólkaræðið?” Ella: ”Kæra býarbarn, hvussu heldur tú, at tit verða umboðað fyri tykkara egnu skattakrónur?” Ella: ”Kæri pensjonistur í fjølbygdasta parti í landinum, hvat heldur tú um, at tú nú missir alla politiska ávirkan á Vaglinum í Havn, og at ein kommunupolitikari í Degi og Viku heldur tað vera í fínasta lagi?”
Alt eftir persónligum vinkli, støðu og sjónarmiðið, kunnu vit borða djúpt og breitt í, hvussu fólkaræðið verður umsitið í landinum beint nú. Í meðan heldur kommunan veitslu. Ikki sørt provokativt, meðan fólkaræðið verður umsitið so illani, at fólk í Havnini, eftir sjónligar og vælgrundaðar atfinningar, taka seg saman og skipa ein borgaralista, tí tey verða ikki hoyrd. So kann borðið verðað ruddað. Haldi, vit eru komin har til í Havn, at luftin skal reinsast og rúmið ruddast. Nýggj fólk mugu til, skal fólkaræðið tryggjast í Havnini. Hendir ikki nakað ovæntað fær Borgaralistin mína atkvøðu.