Skip to main content

Hjartabørn í Kenja

Hetta er heitið á einum heimildarfilmi, sum Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson úr Klaksvík hava tikið upp á ferð í Kenja í februar mánað í ár. Nú er filmurin liðugur og sæst við skúlauppgávum til hádeild á undirvísingarportalinum Snar

- Um kameraútgerðina kunnu vit fyrst siga, at tá vit komu til Kenja, var tað uttan nakra ætlan at gera ein film. Men í kuffertinum høvdu vit eitt SonyA7iv kamera við Tamron 28-75 G2 linsu, tvær tráðleysar DJI mikrofonir og ein DJI Ronin gimbal, sigur Niels Jóhan, sum við góðum eygað hevur filmað.

Rakul Ró, sum hevur klipt, sigur frá og lesur tekstin frá ferðini. Filmurin, ið varir knappar 40 minuttir, byggir á frásagnir frá fólkum, tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt.

Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava tey vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam, sum Hilda Viderø, ið eisini er úr Klaksvík, stendur fyri. Í hugvekjandi og nemandi filminum hoyra vit hana siga, at tað er sum at vinna í lottarínum, um tú bara sleppur í skúla í Afrika.

Uppgávurnar, sum er gjørdar til filmin, kunnu brúkast í lærugreinunum landalæra, søgu, enskum og kristni í hádeild. Temasíðan leggur upp til, at næmingar arbeiða við Heimsmálunum hjá ST og skifta orð um týdningin av skúlagongd, rættin til bústað og um javnstøðu millum kyni.

- Tað, sum eftir ferðina hevur havt størstu ávirkan á meg, eru uttan iva fólkini, og hjartaliga móttøkan, vit fingu allastaðni, har vit komu. Bæði á skúlanum og á heimavitjanum vórðu vit møtt við stórum smílum og inniligum klemmum. Nærveran kann næstan ikki lýsast í orðum. Og eg havi ongantíð áður møtt so sterkum kvinnum, sum í so neyðarsligum umstøðum megna at verða so fríar, glaðar og takksamar, sigur Rakul Ró, tá eg spyrji, hvat var tað mest minnisverda á ferðini. 

- Tá eg hugsi um tað mest minnisverda á ferðini, komi eg aftur til slumkvarterið, Kariobanke. Á ferðini royndi eg at fáa so nógv eg kundi uppá film. Men onkrar løtur, eitt nú hendan, kendist tað ikki so rætt ella skilagott yvirhøvur at filma. Eg føli tann styggjandi luktin. Og síggi fólkini á gøtunum fyri mær. Børn og vaksin, sum ongantíð hava verið uttan fyri slumkvarterið, og sum liva í einum veruleika, so langt burtur frá mínum lívið. Tað var sera hart, at onkursvegna verða konfronteraður við einum so ræðandi veruleika og einki fáa gjørt, sigur Niels Jóhan, tá eg á sama hátt spyrji hann um tað mest minnisverda á ferðini í Kenja. 

- Vit vilja sterkt viðmæla øllum, at fara á eina tílíka ferð. Ein, á so mangar mátar lærurík og gevandi ferð, sum eisini hevur havt stóra ávirkan á okkum, eftir at vit eru komin heim, siga tey bæði. 

Felagsskapurin Mirjam skipar fyri ferðum til Kenja í góðar tvær vikur hvørt ár í februar. Tey, sum ynskja at sleppa við, kunnu seta seg í samband við Hildu Viderø ella Kristu Hvannastein, sum báðar síggjast í filminum. 

Her sæst filmurin eins og uppgávurnar, sum eru gjørdar til filmin.