Úr brellbitanum á Netflix fyri Deceitful Love: - Hvat um tú vart 60 ára gamli maðurin, og eg var 30 ára gamla kvinnan?
Ferðing vindur uppá seg, siga tølini. Vinnan er í vøkstri. Samstundis sum tað elvir til nýggj filmisk upplivangarátøk, hoyra vit mótmæli frá Barcelona og av Kanarisku oyggjunum um, at tað er blivið so dýrt at búgva og liva á attraktivu ferðastøðunum.
Nú vanliga fólkið ikki skal ferðast, tí tað gevur so nógv útlát, er ein uppløgd loysn at sita heima og lata sjónvarp flyta teg til fremmand lond á filmi at uppliva støð og hendingar. Ikki minst, tá filmurin verður skorin sundur í átuligar partar til eksotiskan heimahugna. Filmur er nærvera á ein hátt, sum eingin annar miðil kann bjóða. Det lystfyldte nærvær, sum Otto Leisner, ið altíð vildi síggja glað fólk á skíggjanum, kallaði tað.
Nýggj á Netflix er ein italsk røð frá Amalfistrondini við Salernoflógvan, Inganno, sum merkir svik, við altjóða heitinum Deceitful Love, á donskum Bedragerisk kærlighed. Heitið og summarsliga røðin byggir á ensku BBC røðina Gold digger, sum Marnie Dickens, 38, skapti og skrivaði fyri sjónvarp í 2019.
Tá spældi Julia Ormond, 59, høvuðsleiklutin sum ríka aldrandi kvinnan, og Ben Barnes, 43, var ungi elskarin, ið kemur úr bláari luft, meðan bretska landslagið fer framvið frá Dartmoor í Devon til London.
BBC seldi røðina sum “a contemporary relationship thriller, about second chances, family and betrayal.” Sum nakað nýtt kundu allir partar síggjast við iPlayer, tá fyrsti partur varð sendur í bretskum sjónvarpi.
Við Netflix fær sama søga nýtt toyggj í italskum sjónvarpi. Nú er meir enn tretivu ár á muni millum tey bæði, ið ikki kunnu gera annað, enn at fella fyri freistingini at svimja nakin við Amalfistrondina.
Kvinnuliga høvuðsleiklutin í Inganno hevur hin ríka og fráskilda Monica Guerritore, 66, sum eigur eitt marglætishotell á Amalfistrondini, meinlikt Hotel Portofino, sum er filmað í Kroatia, men har er lagt til italsku millumkrígsárini. Og so er tað Giacomo Gianniotti, 35, ið er hin ungi intruder, maðurin, sum er fyri einum óhappi í túninum hjá henni.
So fer leikur víðari fram í seks leysum pørtum. Og jú, hann fær leik frá henni, sum føroysktlærarin, Mortan, segði í Hoydølum. Bæði týtt og ofta. Hvørja ferð sjónvarpsrøðin steðgar upp, so er leikur aftur á lakinum ella onkra aðra staðni. Tað er vissuliga sum yvirskriftin sigur: Hann fær bæði sex og pengar frá henni. Meir enn einaferð fer man at hugsa um fitta Glen Campbell sangin frá 1968 Dreams of the Everyday Housewife, sum rakti hægstu tindar í kalda Kanada.
Eru vit í iva, so síggja vit at einasta vegleiðandi leitorð, tag, hjá Netflix í hesum føri er sex. Konseptið við sex riggar sum søluvøra, men kann ikki lyfta ein veikan film við enn veikari dialogi, leiklutum og motivum.
Men stuttligt er at hyggja. Helst er tað ein sannkenning, at øll eru latentir voyørar, lúrarar, meðan eingin sær. Men hondina á hjartað ella longur niðri, hetta er ikki ein góður filmur. Hann fornermar allar mínar hugsanir um ein góðan film, røð ella ikki.
Tó, tá tú sært nógvan film, verður tað onkuntíð eitt fornoyilsi at síggja ein gjøgnumvánaligan film. Tá er tað júst sum at halda feriu. Og tað er nokk eisini meiningin. At fyrigykla fólki, yngri og eldri av báðum kynum, at hetta er feria, og at hon er best at spendera undir svøvntunga gosfjallinum Vesuv, sunnanfyri diplomatiska mafiabýin, Napoli, dygst við oynna Capri. Tað var jú har tað hendi og eg sá hana koma, sum Four Jacks sungu í 1961. Meðan persónarnir verða drignir uppá tráð verður alt lagt á blik á einum av fremstu italsku feriustøðum. Soleiðis er lívið. Í hvussu er á filmi.