Skip to main content

Posts

Ian McKeever: Hours of Darkness. Hours of Light

So er fríggjamorgun. Eftir ótamdar óveðursdagar skínur sólin á tóma kampingplássið Yviri við Strond og skapar nýggja kontrast millum ljós og myrkur, har náttin slepti degnum einustaðni millum sjógv og land. Miðlarnir, sum brúka svertu í upplýsing, ganga støðugt fremstir at gera okkum býttari, sum í hesum føri har Jútlandspestin sigur skúlaðum fólki, at enn ein massakra hevur verði í Skotlandi, har høvd longu eru farin at rulla. Bretski gerandisspegilin síðani 1903, Daily Mirror, meldar svart og speglar okkum eina tíðuliga ónøgd, sum vóru vit á einum dreingjavesi í barnaskúlanum í hálvtrýssunum. Ella á Facebook beint nú. I couldn't care less. Retorikkkurin í miðlunum er so djúpt fordummandi, Dimma og Sosialurin íroknað, at nú fari eg í Listaskálan í svørtum bili at vita um eg finni ljósið. Í Listaskálanum er Ian McKeever (f.1946), sum er millum fremstu og týdningarmestu listafólkini í Bretlandi. Tað sigur Nils Orth, stjóri í Listasavni Føroya, tá hann setir framsýningina

Spielberg er bestur

Steven Spielberg, 68, er heimsins besti filmsleikstjóri. Tað halda 28.000 danskir biografgangarar, sum í fimm vikur hava atkvøtt á heimasíðuni kino.dk . Fyriskipararnir tóku støði í 150 søguligum og núlivandi filmsleikstjórum úr øllum heiminum. Í øðrum umfari vórðu teir skornir niður í 25 og i triðja umfari til fimm. Steven Spielberg varð greiður vinnari við 36 % av atkvøðunum. Mitt í oktober verður nýggi filmur hansara,  Bridge of Spies,  sýndur í Havnar Bio​. Hann er um kalda kríggið, og Tom Hanks hevur høvuðsleiklutin sum advokaturin James B. Donovan, ið fer til Moskva í 1960 at fáa niðurskotna flogskiparan Gary Powers leyslatnan. Her eru teir báðir, Hanks og Spielberg, avmyndaðir í kalda krígskavanum. Næstbesti leikstjóri, sambært Kinolesarar í Danmark, er 44 ára gamli Christopher Nolan, triðbesti er 52 ára gamli Quentin Tarantino, fjórðbesti er 53 ára gamli Peter Jackson og á fimta plássi er 72 ára gamli Martin Scorsese, sum er aktuellur við filminum Silence , ið er um tv

Kirsten Drotner: Ung eru farin at lesa tíðindi

Kirsten Drotner , sum var pliktstoff at lesa í mínum ungdómi, hevur úttalað seg til almenningin. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. Hon er professari á Syddansk Universitet og hevur alla mina tíð verið fremsti granskari av ungdómi og hvussu hann, ungdómurin, brúkar miðlar í einum mentanarsosiologiskum og antropologiskum ljósi. Nú sigur Drotner, at ung eru farin at lesa og lurta eftir tíðindum. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Bara tað øvugta hevur verið at hoyrt, eisini úr okkara egna Kringvarpið, sum av og á ger hissini lurtarakanningar. Ungdómurin brúkar ikki tíðindi. - Tíðindini eru óviðkomandi og vit kunnu ikki bruka tey til nakað, tí vit kenna okkum ikki aftur í teimum, hevur verið sagt. Men í dag sigur ein nýggj donsk kanning tað øvugta. Tað er Det Nationale Forskningscenter for Uddannelse og Medier, ið eigur kanningina, sum byggir á eitt spurnarskema, sum 2500 ung millum 13 og 23 ár hava svarað. Úrslitið vísur, at parturin av ungum, sum dagliga lesa tíðindi, er øktur úr 12% í 2010 t

Ráðstevna um vegleiðing

Mánadagin 4. mai var ráðstevna um vegleiðing í Norðurlandahúsinum. Fyriskiparar vóru 32 lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum ætlandi verða liðug við master í vegleiðing í 2017. Myndirnar tók Anna Katrin Matras. Eftir tríggjar vælkomurøður byrjaði dagurin við stuttfilmi, sum var gjørdur til dagin. Upplýst varð í filminum, at síðan 1974 hava lestrarvegleiðarar virkað í Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Hoydølum, at LFÚ var virkið á økinum, í 1980’unum, og at ymsar skipanir, Tekniski Skúli í Havn til dømis, hevur medvirkað í samstarvi at byggja brýr millum lond og útbúgvingar á ymsum stigum. Skúlavegleiðing á fólkaskúlaøkinum var ikki sjónlig og varð bara nevnd av formanninum í Lærarafelagnum sum eitt átak, ið fá vóru nøgd við og neyvan virkaði. Í 2009 komu Føroyar við í samstarvið Nordisk netvärk för vuxnas lärande , sum við persónligum kontaktum leiddi til finnan Raimo Vourinen og felagsskapin, sum hann samskipar: The European Lifelong Guidance Policy Network. - Tit hava nógvar s

Er Havnin vakrari enn Havana?

Her er nýggjasta ferðandi listafotobókin hjá amerikanska Clay Lipsky (f.1974). Sum perman bendir á, er hon úr Havana. Fyrr hevur hann gjørt fotobøkur úr m.a. Salton Sea, har suðuri í Kalifornia. - Tað er flott í Føroyum, segði hann í september í 2012, tá eg hitti hann í Vágsbotni. Men hvat er vakurt, spyrji eg hann, og hvussu fangar tú vakurleikan og brúkar hann í fotolinsuni, og gevur tað nakra meining at klikkja á knøttin og fanga eitt motiv her og eitt annað har, bara tí tað er vakurt? - Jú, sigur Clay, sum altíð hevur ein setning, eitt miðvíst mál, sum aldri hvílir, tá hann arbeiðir sum listarligur myndamaður. Beint sum hann var komin til Havnar, tók hann til dømis hesa myndarøð av einum loti, a wind whisper , í Vágsbotni innan úr einum glugga og úti framman fyri Impo og út á vágna. Eg sá einki. Men hann sá eina visjón á einum stað, hann aldri hevði vitjað áður. Clay Lipsky býr í Los Angeles og lýsir seg sum myndlistamann. Hann hevur vunnið Emmy virðisløn sum grafikari

Úr størsta landi í Afrika - til minsta høvuðsstað í Norðuratlantshavi

Fyri trimum árum síðani flutti 32 ára gamla Jennifer úr Juba í Sudan til Føroya. Umframt at landið er hitt størsta í Afrika, er býurin høvuðsstaður í nýggjasta landinum í heiminum, Suðursudan. Tí fekk Jennifer fyrsta atlasið, tá Nám hevði almenna bókaframløgu í Norðurlandahúsinum 22. november. Birgir Kruse, Nám Skúlablaðið 6/2014 Jennifer Ntanyamal Leparteleg er ættað úr Kenja. Áðrenn hon kom til Føroya, búði hon í býnum Juba í Suðursudan, sum er nýggjasta land í heimsatlasinum hjá Námi. - Hetta land, sum er í Landnyrðingsafrika, fekk sjálvstýri í juli 2011, og har búgva í dag um 11 mió fólk, sigur Jennifer og hyggur úr stovuvindeyganum í húsunum í Havn, sum hon nú býr í. Uttanfyri strúka glaðurnar eftir Nólsoyarfirði. - Har stóð væl til tá, men ikki í dag, heldur hon fyri. Giftist til Føroya Jennifer flutti til Føroya í november í 2011 og hevur búð her síðani. Hon er gift við Eyðuni, og dótturin, Angel, sum kom higar í august, gongur nú í fimta flokki í Eysturskúlanum.

Lilian um Hevndarsøgur og argentinskan film

Lilian Joensen, omanfyri, fer at greiða frá um argentinska filmin Relatos Salvajes , (Wild Tales, Hevndarsøgur, Damián Szifrón 2014), sum Filmsfelagið fer at sýna í Havnar Bio mikudagin 13. mai kl 20. Argentinski filmurin var við í endaumfarinum, tá Oscarvirðislønin fyrr í ár skuldi handast besta útlendska filminum. Vinnandi filmurin varð pólski Ida , sum Filmsfelagið byrjaði skránna við í januar í ár. Eisini russiski Leviathan , sum Filmsfelagið vísti, var við í kappingini. Nú er høvið at síggja argentinska kappingarneytan, Hevndarsøgur (Wild Tales), sum hevur spanska talu og danskan undirtekst. Lilian Joensen, sum fer at greiða frá undan sýningini, undirvísir í sponskum og lívfrøði í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Í summarfrítíðini granskar hon á stovninum fyri Tropiskum Medisini í Puerto Iguazú í Argentina. Mamma Liljuna er úr Argentina og pápin úr Sumba. Sjálv er hon fødd í Danmark, men vaks upp í Buenos Aires, har hon hevur tvær vaksnar døtur, ið hava tætt samband við Fø

Grindadráp á altjóða filmsløriftið

Í 58 ár hevur The San Francisco International Film Festival verði hildin við filmsýningum úr øllum heiminum í kenda kaliforniska býnum. Filmstevnan, sum byrjaði 23. apríl og heldur fram til 7. mai, letur eisini stuðul til filmsgerð. Í gjár varð kunngjørt, at tríggir heimildarfilmar fingu 75.000 dollarar, tað er ein hálv million, til postproduction , so teir kunnu blíva lidnir. Skotski Mike Day, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini og gjørt film um grindadráp, The Island and the Whales , er ein av hesum trimum. Hinir eru danski Kaspar Astrup Schröder við filminum Learning to Forget , sum er um børn hjá deyðadømdum í Kina, og amerikanski Peter Nicks, sum hevur gjørt løgreglufilmin The Oakland Police Project . Størsta stuðulin, 35.000 dollarar, tað er 235.000 kr, fekk Mike Day við grindafilminum The Island and the Whales. Um filmin, sum flytur kjakið um grindadráp í Føroyum fram á altjóða pallin sum aldri áður, sigur The San Francisco International Film Festival soleiðis á he