Fiskimannafelagið, Lærarafelagið, Prestafelagið og 62 Norður eru stuðlar, tá Filmsfelgið skipar fyri Filmsdøgum í Havnar Bio 9.-13. september í ár. Byrjað verður við amerikanska filminum Livjatan , sum er ein surrealistisk listarlig lýsing uttan dialog av einum fiskivinnutúri í Norðuratlantshavi, har øll manningin er útgjørd við GoPro myndatólum. Afturvið fiskivinnufilminum bjóðar Fiskimannafelagið Sluppøl og skipskeks í biografinum. Heitið á tiltakinum er ”Filmsdagar - í felag” . Ein filmur er valdur, ið sampakkar við virði og virksemi hjá hvørjum av feløgunum, Fiskimannafelagnum, Lærarafelagnum og Prestafelagnum. Og so er endamálið at filmarnar verða vístir í felag, so fólk fáa høvi at koma út og síggja film, heldur enn at sita einsamøll, og harvið medvirka í at gera miðbýin livandi. Formaðurin, ella - kvinnan í viðkomandi felag introduserar filmin. Skráin fevnir um fimm nýggjar listarligar filmar, sum verða sýndir fyri ein bíligan penga. Millum tey møttu burturlutar 62Nor