Skip to main content

Posts

Gérard Bertrand er fyrsti vínvinurin

Eydna í Soylu, Rannvá Dahl Hanusson og Bjørk Sjóðklett borðreiða í Fútastovu, har tey lýsa við Winemaker’s Dinner. 24 ár gamla Bjørk, sum er longst til høgru við diskin, er matstovuleiðari í søguligu stovuni. Hon er útbúgvin tænari, hevur verið á Restaurant Frederiks Have og D’Angleterre í Danmark, í Kosta Rika eina tíð og er so útlærd her, sigur John Mikkelsen, sum er vertur og leiðari í matstovunum Heima í Havn. Tað er fríggjakvøld og John hevur bjóðað til Winemaker’s Dinner, har vínið er frá Gérard Bertrand í landslutinum Languedoc-Roussillon sunnast í Fraklandi. Fútastova er fullsett. Tónleikarin og fotografurin Edvard Nyholm Debess, sum ofta ferðast í Suðurfraklandi, er millum gestirnar at royna biodynamiska vínið, og hvussu tað kann parast eftir matskránni hjá føroyska kokkinum. Men fyrst ein slank til bøkur og søgu. Fyrstnevndi vínvínur í sjáldsamu bókini Søga, vín og vinir (Áaarstova 2015) eru júst tey hjá Gerardi, ikki í Skopun, men í Suðurfraklandi, Gér

Licence to Thrill

Í dag varð kunngjørt laiv av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum hevur arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 8. apríl næsta ár. Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983).  Í 2004 kom eitt telduspæl við James Bond, sum kallaðist Everything or Nothing . Tað fekk tíðindafólk at kenna seg sannførd um, at duldarfulla heitið Eon stóð fyri Everything or Nothing. Og er nakar ímyndin av júst tí, so er tað James Bond og alt tað stás og tey gadgets, sum hann prýðir seg við, brúkar og   blakar burtur, íroknað kvinnur.  Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so

Vælgagnist - nú eru 22 nøvn í Gist & Vist

- Vælgagnist er heitið á degnum, har køn og roynd fólk varpa ljós á viðkomandi evni og vandamál í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum Gist & Vist, sum telur átta starvsfólk, men rekur trý hotell og nítjan veitingarstøð í Havn og úti um landið. Umframt at ferðavinnan var yvirskipaða evnið á degnum, sum Magni Arge leiddi við fermari og formidlandi hond í gomlu Saltsøluni á Vestaru Bryggju í Havn, varð eisini varpað ljós á starvsfólkini í samtakinum, sum í undanfarna ári vóru 898 í tali og 198 teirra, sum arbeiddu fulla tíð. Tilsamans vórðu 62 milliónir goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør, sum umframt føroyingar taldu 69 útlendingar úr 14 londum. David Im úr Suðurkorea, sum er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, greiddi livandi og upplýsandi frá um integrasjón í Føroyum, nú fólk úr 98 londum hava búsett seg her, og fleiri teirra hava fingið starv í hotell- og matstovuvinnuni. Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, helt a