Skip to main content

Posts

Showing posts with the label altjóða samstarv

- Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur

Kasper Kalle er leikstjóri, nú vit í næstu viku sleppa at síggja "No Rest for the Wicked". Hann stendur á bryggjukantinum aftanfyri Sofiu Nolsøe Mikkelsen, sum er Ásla, Pilou Asbæk, ið er Helgi og Egor Venned, sum er Baldur. Foto Christian Geisnæs. Í dag gevur danska filmstíðarritið, Ekko , filminum fimm stjørnur. Eisini í Montreal hevur filmurin fingið hópin av framúr góðum ummælum í kritisku pressuni og borið hann saman við filmar hjá Robert Eggers. Nú verður filmurin sýndur á 25 altjóða filmstevnum. Framleiðari er SF Studios, hin størsti í Norðurlondum. Hinir báðir framleiðararnir eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi. Í 1980'unum gjørdist eg bilsin, tá ein týskari frá filmstevnuni í Berlin, Wieland Speck, vitjaði Filmsfelagið við klassiskt gotisku søguni ”Manor”, sum í smálutum lýsti Føroyar, og seinni kom út í týddari útgávu. Hvussu kom henda sermerkt fantastiska søga á tína leið? - Fyri fimm árum síðan hevði eg eitt hugskot um ein spælifilm, og...

At spæla á okkara egna máli

Foto Jacob Møller Kjartan Hansen er Suni í filminum "No Rest for the Wicked", ið verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 2. septembur. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn frumsýning í Havnar Bio, sum sýnir filmin næstu dagarnar, og 8. septembur er sýning í Løkshøll. - Sum sjónleikari veit eg, at tá vit spæla á okkara egna máli, og spæla nógv, tá mennast vit við rúkandi ferð, sigur Kjartan undan sýningini. - Tað var Anja Phillip, castari, sum bjóðaði mær til upptøkuroynd í Keypmannahavn, í januar 2024. Meðan eg gekk og bíðaði eftir svarinum, var eitt sindur av manereri, fyri at fáa tingini at passa saman. Eg var í føstum starvi á Aarhus Teater og mátti hava orlov, fyri at hava stundir at filma. Tað merkti, at siga farvæl til tveir óluksáliga spennandi leiklutir á Aarhus Teater. Og tað er ikki bara at siga tað. Foto Jacob Møller Annar var Rogozjin í "Idioturin" eftir Dostojevskij. Hin var Alan í leikinum "Carnage" - fleiri kenna kanska filmin fr...

Sofia er mamma Baldur

Sofia Nolsøe Mikkelsen hevur leiklutin sum mamman, Ásla, í filminum "No Rest for the Wicked", ið verður sýndur á undanframsýning í Filmsfelagnum mikudagin 2. septembur. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn frumsýning í Havnar Bio, sum sýnir filmin næstu dagarnar, og 8. septembur er sýning í Løkshøll. Framleiðarin, Lars Bredo Rahbek, sigur, um "Manor", at hesa søguna hevur Karl Heinrich Ulrichs hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. - Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest. Ævintýrið hjá H.C. Andersen "Søgan um eina móðir" er livandi og nemandi søgugongdin, subplottið , ið gevur filminum eitt ævigt gildi og breitt galdandi virði,...

Egor er Baldur í No Rest for the Wicked

Egor Venned býr í New York, men er føddur í Russlandi og kom sum tvey ára gamal til Føroya, har hann vaks upp. Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn. Hann hevur verið á forsíðununum á mótabløðum sum Vogue, og gingið catwalk fyri Versace, Armani og Tom Ford. Umframt at verða millum fremstu modell úti í heimi, hevur Egor fingið undirvísing í leiklist, at menna førleikan at standa á palli, tá rætta høvið kom á hansara leið. Høvuðsleikluturin sum Baldur, har hann í "No Rest for the Wicked" spælir saman við altjóða Game of Thrones stjørnuni Pilou Asbæk, er fyrsta høvið hjá Egor at royna seg á filmi. Ummælarar siga, at undirspældi stílurin og sakleyst melankolski framburðurin hjá Egor sampakkar væl við Baldur, ein leiklutur, ið samstundis førir hann aftur til heimlandið, har alt byrjaði. Ein bimbur í New York - Fyrstu ferð eg las ”Manor”, sá eg fyri mær, at søgan fór fram á Slættanesi í Vágum, h...

Frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin

  Samrøða við Lars Bredo Rahbek, framleiðara í SF Studios, Keypmannahavn, um filmin "No Rest for the Wicked" undan frumsýningini í Havnar Bio. Medframleiðarar eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi. Hvør í sínum lagi hava danski filmsframleiðarin, Lars Bredo Rahbek, og eg sjálvur havt áhuga í týsku stuttsøguni "Manor" , sum fer fram í Føroyum og kom út í Leipzig í 1885. Týski løgfrøðingurin og politikarin, Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), skrivaði søguna, eins og hann sama ár skrivaði "Der Mönch von Sumbö". Eiler Fagraklett, talsmaður í LGBT+ Føroyum, skipaði fyri, at týska søgan kom út í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban í 2014, myndprýdd av Jón Sonna Jensen. Tað er úr hesi týsku søguni, "Manor", at Rasmus Birch hevur skrivað filmshandritið saman við leikstjóranum. - Eg eri so stoltur av hesum filmi, sigur Lars, og avdúkar, at hann var í Føroyum, tá Nils Malmros gjørdi filmin "Barbara" (1997). - Upprunaliga...

Ísrael og Russland eru ótryggast

  Hvar er best at búgva í einum heimi, ið er ótryggastur, alt síðan heimsbardagin endaði, og vitanin um holocaust og kjarnorkubumbuna komu fram, skaptu samstørv og settu seg á allar útbúgvingarskipanir í mentaða heiminum? Friðarstøðan í heiminum verður lýst í Global Peace Index , sum byggir á 23 vísitøl, ið verða tikin úr í trimum høvuðstættum, kríggj, trygd og dubbing, og vísa tryggleikan at búgva í 163 av heimsins londum. Spurt verður í kanningini, um kríggj er í landinum, ongoing conflict, og hvussu nógv eru deyð. Síðan verður spurt, hvussu trygdin er í landinum, safety & security, um brotsverk, yvirgang, harðskap, politiska órógv, flóttar og sosialan ótryggleika.   Samanfatandi verður at enda spurt um støðið á dubbing, militarisation, gjald til herin, vápn, hernaðarligar tænastur, Nato, krígs- og verjusamstørv. Samanumtikið sýnir Global Peace Index ta trygd og tann frið, sum er í einum nevndum landi. Kanningarstovnurin ger vart við, at kanningarøkið trygd og ...

Ísland er best og Russland ringast

Undir yvirskriftini Vision of Humanity hevur Institute for Economics & Peace aftur í ár gjørt ein lista, Global Peace Index , við 163 londum, har støðið verður tikið í 23 felags grundvirðum, at finna fram til, hvar tryggast og ótryggast er at búgva. Heimasíðan upplýsir í ár, at vit liva í ótryggastu tíðum síðan seinna heimsbardaga. Í so máta er støðan versnað tólv ár á rað, og tað er vorðið ótryggari at liva í 99 londum. Men bólkar av londum standa seg framhaldandi væl. Fremst, best og tryggast at búgva í eru Ísland og Nýsæland. Teimum á baki eru Sveis, Slovenia, Írland, Eysturríki, Portugal, Singapor, Finnland og Japan, sum er tíggju tey tryggastu londini at liva og búgva í. Danmark er á einum ellinta plássi. Ringasta og ótryggasta landið at búgva í beint nú, er Russland. Telja vit upp eftir, frá russiska 163. plássinum, er næstringast at búgva í Sudan. Upp frá botninum koma síðan hesi lond: Fólkalýðveldið Kongo, Ukraina, Ísrael, Suðursudan, Afganistan, Jemen, Sýria, og Mali...

Á ferð inn í vitlíki

  Philip Róin er í Kina og kannar í nýggjasta parti vitlíki við innlitsfullum denti á einsemi og sexdukkur, sum fáa folk at kenna seg trygg, tí tey vilja knýta seg at einum individi, sum ikki er har. Sendingarnar eru í DR. Veruleikin í fólkaríka landinum, sum í tali kappast við India, er, at ein triðingur av teim tilkomnu í Kina búgva einsamøll, og øll, bæði ung og gomul, eru í sendingini samd um, at fortíðin var nakað lort , og tí fevna tey allari nýggjari tøkni og ynskja henni vælkomnari. Á øllum økjum. Og oftast rættuliga fjart frá okkum og okkara nyttuhugsan, sum enn ongan politikk hava á økinum vitlíki. Í væl fyrireikaðu sendingunum hjá Philip úr Kina, nemur hann nú bókstaviliga við dukkur í einum kinesiskum sexídnaði, sum eins og amerikanski krígsídnaðurin, ið eigur helvtina av heimsins vápnasølu, skapar okkara gerandisdag. Ger tøknina lagaligari og gevur okkum eina kenslu av at verða minni einsamøll, enn vit eru. Kríggj og porno. Tað eru óunniligu tættirnir, sum tryggja...

At finna ein teskara, tá minnið svíkir

Emma Griffiths, sum í fjórðingsøld hevur rikið egna pr skrivstovu í New York av filmi, filmstevnum og arbeitt persónliga fyri filmsleikstjórar frá Aki, sum í Kaurismaki, til Werner, sum í Herzog, beyð mær í dag at síggja nýggja heimildarfilmin hjá Búa Egason Dam, "Birita", ið hon marknaðarførir úti í heimi, og í dag varð sýndur almenninginum fyrstu ferð á CPH:DOX stevnuni. Leikarar eru Birita Mohr, Egi Dam, Búi Egason Dam og Tjóðhild Patursson. Framleiðarar eru Jón Hammer, Mark Steele og Durita Sumberg. Meistarligi Franklin Symphor Henriksen hevur filmað við livandi kamera, kubanski Ricardo Acosta hevur klipt og Tom Ryan tendrað atmosferufylta ljósið. Tónleikin spælir amerikanski jazzgittaristurin, Bill Frisell, sum er kendur frá týsku raffineraðu jazzplátunum, ECM, og í hinum borðinum frá amerikanskum akustiskum Americana og bluegrasshøpi. Vit hoyra eisini Ega spæla á klaver og syngja Leonard Cohen sangin "If It Be Your Will", sum Mavis Staples syngur í endanum. ...