Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2015

Pávin poppar í Róm

Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Pávin poppar í Róm og gevur 11 sangir út á fløgu í 55 minuttir. Ella sum download og stroyming á Spotify , ja, við allar tøkni, sum frammi er í dag. Á YouTube skrivar ein Rafik: Cheers pop Francis, even atheists appreciates your music! Music connects people! Eg kundi ikki verið samdari. N ýggja Rolling Stone blaðið, sum kom í dag, ummælir pávasavnið, ið hevur heitið Wake Up! og gevur 3 stjørnur, sum er meir enn Def Leppard fáa á somu síðu. Infallible , lýtaleyst, sigur ummælarin um sangirnar, ella ljóðmyndirnar, hjá 78 ára gamla Frans páva. Millum og afturvið tónleikinum, sum er rokk, popp og latín, talar pávin til lurtaran á italskum, spanskum, portugisiskum og enskum um frið, virðing, umvørvisvernd og at hjálpa næstanum. Sterku prædikurnar, sum eru tiknar upp í ymsum londum árini 2013-15 er produseraðar av Don Giulio Neroni, sum fyrr hevur gjørt upptøkur við øðrum pávum í Róm.  Italski tónleikarin Tony Pagliuca, sum hevur gjørt fleiri

Gorm den Gamle í Útvarpinum

Í morgun visti Útvarpið at siga frá donskum keldum, at danska ódnin Gorm hevði ikki rakt so hart í Danmark, sum væntað av donskum myndugleikum í Danmark, tað segði danska løgreglan. Ikki tí. Føroyska Útvarpið hevði ikki spurt danska myndugleikan, men bara endurgivið donsku kelduna, sum sendur til danskarar í Danmark. So hoyrdu vit tíðindarundferðina, sum lukkutíð eisini byrjaði í Danmark við einum nalvapilkandi donskum úttalilsi frá Søren Pind, haldi eg. Ikki tí. Útvarpið hevði ikki spurt hann, men bara endurgivið eina aðra óredigeraða danska keldu, Clement haldi eg, og spælt hana umaftur. Og so er tað føroyski fótbóltsspælarin, sum spælir fyri okkum í donskum fótbólti. Gott at fegnast við dønum, sum í Damark fegnast um derboende færinger. Sum dansktlærari bíði eg hvønn morgun eftir dagsins danskara í Morgunsendingini. Takk og lov, verið eg aldri skuffaður. Heldur ikki í morgun. Nú eru tað Raske Penge.

Slow TV úr Noregi

Kanska verður hetta framtíðarsjónvarp, vegir og farleiðir, sigling og koyring við føstum kamera, tíma eftir tíma uttan slit. Hetta slag av sjónvarpi, slow TV , hevur fingið sjáldsama góða undirtøku á norsku rásini NRK2. Rásin, sum fyrstu ferð sendi í 1995, bleiv kend, tá hon 27. november í 2009 sendi beinleiðis í meir enn 7 tímar frá eini tokferð úr Bergen til Oslo. Í døgunum 16.-22. juni í 2011 sendi NRK2 í 134 tímar beinleiðis frá MS Nordnorge, sum sigldi frá Bergen til Kirkenes. Bretska avísin The Guardian er millum teir mongu miðlar, sum lýsa sjáldsama norska sjónvarpsfyribrigdið slow TV . Fyri jól í fjør sendi NRK2 60 tímar við sangi úr sálmabókini. Salmeboka minutt for minutt kallast sendingin, sum í dag verður endursend á NRK2. 200 kór, sum syngja 899 sálmar. Eitt sjáldsamt konsept, sum saktans kann loftast við øllum teim vevmyndatólum, siglingarleiðum og sálmabókum, vit hava í landinum. Livst, so spyrst.

Fyri jólaføstu í Tórsbyrgi

Í orðabókini stendur um jólaføstu , at tað eru tær seinastu fýra vikurnar fyri jól, sum byrja fjórða sunnudag fyri jóladag, advent, lítlaføsta. Fyrsti sunnudagur í advent er í morgin. Í dag høgdi Jens Petur jólatræið til, so tað passar í fótin og stendur stútt í Tórsbyrgi. Við einum longum stavi krøkir hann perurnar upp á træið. Og so er tendrað. Stóra kommunala jólatræið, sum er sett á Tinghúsvøllin, hevur ein størri fót, men er enn ikki tendrað. Á vegginum í Gamla Bókahandili á Vaglinum er eitt nýtt og jólablankt kramarhús hongt, sum eg ikki havið sæð áður. Á kramarhúsinum stendur búmerkið hjá bókahandlinum HNJB. Í Tórsbyrgi hava driftigu arbeiðsmenninir ruddað terrassuna, tí nú skal gamli oljutangin gravast upp og nýggjur leggjast niður í staðin. Býlingurin við teim mongu stuttligu kommunista-nøvnunum fer nú at nærkast teimum fjøruti. Ljósið er sjáldsama gott til nakrar fotoroyndir í grannalagnum. Kavaklæddir bilar á parkeringsplássinum, og gøtan frá Tór

Mad Max komin inn í hitan

Franska filmstíðarritið, Cahiers du Cinéma , er altíð fyrst at seta saman ein lista yvir 10 teir bestu filmarnar í árinum, sum er farið at halla. Í ár er bretska filmstíðarritið Sight & Sound eins skjótt at kunngerða ein lista við 20 teim bestu filmunum í 2015. Og enn hava Star Wars og nýggi Tarrantino filmurin ikki verið frumsýndir, og nýggi Spielberg filmurin er ov nýggjur at koma á nakran lista longu nú. Men tað sum sjokkerar ein biografgangara er, at mest kritiska blað í verðini, franska  Cahiers du Cinéma , vísur á nýggja Mad Max filmin sum nummar fimm millum tíggju teir bestu í ár. Sama ger bretska Sight & Sound , sum gevur filminum  Mad Max: Fury Road eitt reint triðjapláss. Tað var Mel Gibson, sum í 1979 hevði høvuðsleiklutin í fyrsta dystopiska og postapokalyptiska Mad Max actionfilminum um at byggja eina oyðilagda verð upp aftur. Tríggir filmar komu við Gibson sum uppbyggiliga Max í einum heimi, har vatn og olja ganga undan, og nú er hin fjórði og nýggjasti k

Emil hundrað

Summi andlit eru serliga spennandi at avmynda. Ikki minst tá tey poséra, rulla eina sigarett, guva og bíða til lúkan fer niður og myndin er í kassanum, fest og tikin úr tíðini. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna, varð skipað fyri Steffan Danielsen framsýning á Látrinum í Nólsoy. Úrvalið var frá Emil Juul Thomsen , sum her sæst við einum sigarettstubba, sum hann sjálvur rullaði henda dag, 20. apríl í 2009, tá Kinna og eg vitjaðu hann. Emil lænti okkum seytjan málningar til framsýningina, samstundis sum bók um Nólsoyarmálaran kom út. Hetta árið vóru tilsamans 117 tiltøk í Tórshavnar kommunu at fagna fungerandi fólkaræði í hundrað ár. Í dag hevði Emil verið hundrað, um hann ikki andaðist 96 ára gamal hin 12. september í 2012.

Vit og umheimurin

Í dag er Thanksgiving Day í USA og í morgin er Black Friday. Vinmaðurin og fotografurin Bill Schwab úr Michigan hevur í dag tilboð um serligt Thanksgiving prent av einum bógvi á einum báti við Skáltrøð í Havn í september í 2012. Myndin er analog, framkallað og prentað á egnum verkstaði, Northern Light Press. Hyggja vit í orðabókina, so stendur soleiðis um Thanksgiving Day: takkargerð, takkarveitsla; Thanksgiving Day [almennur frídagur í USA og Kanada, sum er halgaður takkargerð til Guds; í USA síðsti hósdagur í november, í Kanada annar mánadagur í oktobur] Um Black Friday, sum er í morgin, stendur ikki so nógv í orðabókini - enn. Tí nú er nýggi handilsligi týdningurin, sum er knýttur at fríggjadegnum eftir Thanksgiving Day, eisini komin til Føroya úr enskttalandi heiminum. Fyrsta føroyska lýsing eg havi sæð um søguliga stóra útsøludagin, Black Friday, er á tveimum fullsíðulýsingum frá Elding beint nú. Tað havi eg ikki sæð fyrr. Her er Black Friday mynd úr John Lewis ha

Næsti høvuðsstaður

Edinburgh er størsti býur og næsti høvuðsstaður, bara 720 kilometrar og ein tíma og fimm minuttir burturi, tá ferðast verður við Atlantsflogi í dag. Gamaní skuldi kavin ruddast í Vágum eina góða løtu, innan vit sluppu avstað fríggjadagin, og mánadagin varð drúgvari enn eg nakrantíð havi upplivað at tjekka inn heimaftur. Flogfarið var fullsett báðar vegir. Her vóru arbeiðsfelagar og binduklibbar, sum høvdu brúkt møguleikan at fara eina skjóta sjoppingferð, síggja jólatrøðini verða tendrað í einum stórbýi, og fáa altjóða mentanarligar upplivingar afturvið. Alt samalt lagt til rættis av ferðaskrivstovuni 62Norður. Hoyrdi fyrrverandi landstýrismannin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund, siga í Útvarpinum, at tað, sum hann var mest harmur um úr politiska lívinum, var at leggja Skotlandssiglingina niður. Tað avgerðina angraði hann mest. Persónliga hevur tað stóran týdning, at ganga umborð á eitt føroyskt flogfar í Føroyum, og so fara úr aftur flogfarinum har, tú ætlaði á sjál

Bókasavnið best

Flestu munnu dáma best at fyrireika seg til ferðamálið, tá ein ferð stendur fyri durum. Flestu upplýsingar, ikki minst um teinar at ganga í býnum, eru á netinum. Altíð við hondina, bæði á teldu og fartelefon, har sum wi-fi samband er, so tú ikki fert um koll av dýrum roaming takstum. Men einki er sum bókin. Har byrjar taktila ferðin. Í hondini. Men í heimligu bókahandlunum kundi tey ikki útvega mær eina ferðahandbók um Edinburgh. Ikki nær námindi. Men tað kundi Býarbókasavnið. Hópin av bókum um Edinburgh, Skotland og aðrar býir í Skotlandi. Onkur bók nakað gomul, men hesin býur tolur sum eingin annar tíðarinnar tonn, so næstnýggjasta útgáva kann saktans brúkast at fáa eitt skipað yvirlit, tá tú skalt vitja okkara næsta mentabý og metropol, Edinburgh. UG til bókasavnið, krevur bata til bókahandlarnar.

Í sporvogni til Sherlock

Sporvognurin, The Tram , steðgar á York Place, sum eftir 37 minuttum og 10 pundum er endastøðin, beint við hotellið, ið er á Picardy Place. Guli kassin í gráa býnum er endin á breytini. Útsýnið av hotelltrappuni omanfyri er til stóra sjónleikarhúsið The Playhouse , sum einaferð var biografur, men nú hevur sangleikir á skránni. Við fleiri enn 3000 sessum er hetta størsta bretska høll at hýsa fólki, sum fara til sangleikir, heldur enn konsertir og fótbólt. Eins og føroyingar ganga skotar høgt uppi tøl, ið benda á alt, sum er fremst og størst. Við síðuna av The Playhouse er savningarstaðurin Theatre Royal Bar, har fólk møtast til ein bita innan sýningarnar, og kanska eitt eftirmetandi glas eisini. Sum kirkjurnar í USA, tykjast barrirnar í Skotlandi og Ongland at vera fremsta samfelagsliga bindlið millum fólk í stórbýunum. Næsti bygningur er eitt nútímans hotell, sum í glasi er bygt yvir ein gamlan slott-líknandi bygning, og tí hevur fingið navnið The Glasshouse, ið er b

Skriva í fremsta bókabýi

Skriva eitur skeiðið í skotska filmshusinum The Filmhouse . Einki er at ivast í, at Edinburgh er ídnasti bókabýur, tá vit meta eftir sølutølum hjá høvundum, sum liva og skriva í einum og sama býi. Vit hava júst havt Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og tá var nýteknaða Harry Potter bókin løgd framm. Um allan heim hevur høvundurin J.K. Rowling, sum býr í Edinburgh, selt ikki færri enn 400 mió bøkur. Umfram J.K. Rowling, kunnu vit nevna tilsamans fimm høvundar, sum liva og skriva í Edinburgh í dag, og selja eina rúgvu av bókum kring allan heim. Við sølutølum eru teir Ian Rankin (30 mió), Alexander McCall Smith (20 mió), Val McDermid (10 mió), Irvine Welsh (2 mió) og Christopher Brookmyre (2 mió). Sigst, at Rowling skrivaði fyrstu Harry Potter søgurnar á kaféini The Elephant House , sum við kinesiskum skeltum dregur ferðafólk til sín úr øllum heimi. Eisini Ian Rankin er sæddur í hesum slitnu hølum við George IV Bridge, har ein óprangandi biti fæst til dagin og vegin.

Frá Gjógv til Royal Mile

Á High Street er handilin Royal Mile Whiskies. Her hitti eg Betty Nichols, sum í summar var við Gjógv. Har fekk hon pannukøkur og kaffi, og aldri fer hon at gloyma unga ferðaleiðaran, sum læsa jura í Danmark, og so fyrimyndarliga greiddi frá um Føroyar og bygdina, tá hon var her við ferðamannaskipinum Marco Polo. Betty arbeiðir fyri Inver House í Airdrie við Glasgow og Benriach norðuri við Elgin, og er tí javnan inni á gólvinum í hesi søguríku sølubúð. Hon greiðir mær frá, at besta tilboð í dag er 40 ára gamalt Three Cask Blended Malt Whisky . - A blend of three sherry cask single malts, Glenrothes, Macallan and Tamdhu, bottled at natural strength and colour without filtration. An exceptional malt of depth and complexity, sigur Betty og nevnir metingar, sum byggja á nose , palate og overall . - Bara 337 fløskur eru til av hesum slag, og tær eru allar inni her, og fáast fyri 199,95 pund stykkið, sigur Betty og vísur mær í gluggan. Royal Mile er heitið, ið skotar hava sett á tær