Skip to main content

Posts

Showing posts with the label átrúnaður

Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA

ChatGPT gjørdi myndina eftir at hava lisið tekstin niðanfyri Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð. Í 2022 í tekstinum undir yvirskriftini "Vit eru samsek í Holodomor" , og í 2016 í yvirskriftini "With God On Their Trigger Happy Side" . Orsøkin til júst henda seinna bloggin var, at bønarmaðurin Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy, tá var í Føroyum og savnaði trítúsund fólk at hoyra gleðiboðskapin. Stutt eftir var kristni amerikanski sangarin, Larry Gatlin, sum tá sang "An American With A Remington", eisini her og sang fyri fáum á møti í Kelduni. Teir eru báðir, Franklin og Larry, við í amerikanska Landsbyrsufelagnum, American Rifle Association, sum sæst omanfyri. Sitandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, ytst til vinstru, er nú eisini í stríði við eina meinigheit, tí hóast hann ongantíð hevur gingið har, brúkar hann...

Nýggjur politiskur flokkur stovnaður

Pesach flokkurin, sum hevur verið undir stovnan í eina tíð, og er í dag endaliga stovnaður við 11.000 undirskriftum.  Í dag byrjar jødiska høgtíðin pesach, sum kann berast saman við okkara páskahøgtíð.  - Tí er hóskandi at lýsa okkara nýstovnaða flokk í dag, sigur talskvinnan, sum á middegi fer at kalla inn til tíðindafund á Tinghúsvøllinum.  Setanarrøða verður stroymd av ísraelsku sendustovuni, til áhoyrarar á vøllinum frammanfyri tinghúsið, har veittrað verður við ísraelska flagginum til sólsetur.  - Tað er eingin loyna, at viðhaldsfólk Ísraels eru mong og standa saman í øllum í Føroyum, nú vit stovna Pesach flokkin. Tí er hetta eitt bønarsvar, sigur talskvinnan á stovningardegnum.  Eftir sendifólkið í Ísrael, fara Ísraelsvinir og hebráiska brøðralagið at røða, og at enda fáa viðhaldsfólk hjá palestinum í miðeysturi orðið, at siga frá um nýggju lógina í Knesset um rættin at flyta palestinar fram í herligheitina.

Jerúsalem - týdningarmesti býur

  Hóast religiónir ikki hava ein høvuðsstað á sama hátt sum jarðisk lond, er Jerúsalem ein av heimsins týdningarmestu heilagu býum hjá fleiri stórum religiónum.  Jerúsalem er heilagasti býur í jødadómi, ein av týdningarmestu býum í kristindómi og umframt Mekka og Medina, hin heilagasti býur í islam.  Ísrael sigur, at Jerúsalem er høvuðsstaður landsins, og palestinarar síggja Eystur-Jerúsalem sum høvuðsstað í einum framtíðar palestinskum landi. Eitt heilt uppslag er í føroyska skúlaatlasinum frá 2014, sum viðger hesi viðurskifti undir yvirskriftini Miðeysturmálið. Fyri fyrstu ferð í øldir hendi tað í dag, pálmasunnudag, at ísraelska løgreglan tók sær rættin at forða fólki at sleppa í kirkju í teirri heilagu Gravarkirkjuni, kirkjuni við heilagu grøvini, Church of the Holy Sepulchre.  Macron í Fraklandi og Meloni í Italia eru millum tey mongu, sum hava mótmælt: Eitt alment skriv, sum í hesum sambandi hevur verið frammi allan dag, er hetta: Felags Fráboðan frá Latíns...

Vit liva í óhugnaligum tíðum

  Meðan bakmenn úr okkara egna ríki verða funnir sekir í søguliga stórum rúsevnamálum, ið oyðileggja nógv ung lív í ævir, verður skuldin fyri øll brotsverk varpa á muslimar. Teir eru hvørki ákærdir ella funnir sekir, tí teir eru slettis ikki til her. Giti, tað eru múgvandi bakmenn, ið keða seg so mikið, at teir vilja hava ein rús, og lokka ungar menn at smugla um markið við lyfti afturfyri, at skora lívsins stóra vinning. Tað er freisting, sum eingin kann standa fyri. Lokkaður í felluna og dømdur í fongsul í fleiri ár. Eitt nýbyrjað lív oyðilagt av pengasterkum monnum, sum í berum keðsemi ikki vita sær annað, enn rúsin. Allíkavæl hava vit hesa hondføstu projisering alla staðni í samfelagnum, so hondføst, at hon nú er eitt arbeiðsfelt hjá ídnum politikarum. Undirtøkan er fenomenal, kanska tí vit vilja keypa okkum avlát, ella bara síggja prikið í eini fíggindamynd, sum eingin kann greiða, sprottin av einum skúla, ið einoygt og øllum lutum byggir á kristnu trúnna. Eitt lættkey...

Tá tú verður boðin at biðja

  Nú eru trýogfjøruti dagar til bønartiltakið, eg varð boðin til, byrjar. Á hotelli saman við øðrum úr nógvum londum. Prísurin er nítjanhundrað og fimmhálvfems krónur. Tú kanst innkvartera teg við eini promokotu og so kanst tú eisini donera. Hugsi eina løtu um nýru og gøgn á altjóða marknaðinum, men skilji, at tað eru pengar, eg kann donera. Fái at vita, at hetta er eitt týdningarmikið átak við atliti á at menna sambond og samstarv millum jødar og kristin. Mín luttøka hevur týdning, tí hon kann vera við til at styrkja sambandið við bæði Ísrael og vinir Ísraels í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Ísraels. Tað eru fólk úr somu ættarbygd, sum eg, ið vísa mær á tiltakið. Kanska átti eg at fari, nú tíðin er til tað. Tað var jú her, at fakfelagsrørslan byrjaði, hond í hond við átrúnað, vinnulív og besta tónleik. Víkin er opin fyri bøn. Men hetta er ikki júst templið, mær varð forkynnað úr Nýggja Testamenti, heldur fakfelagsráðgevin, sum undir mínari lið vísir á sosialistisku karma...

Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur

Tá Havnin í 2009 fylti hundrað sum fólkavald kommuna, møttust MC og eg í mentunargøtuni í miðbýnum. Fyri tey, sum ikki vita, má eg fyrst siga, at tað er Tórsgøta, og tað, sum síðan er av týdningi, var, at fyrsti heiðursborgari í Havn var Martin Christian Restorff, langabbin, sum MC er uppkallaður eftir. Út frá einum abstraktum, ja kanska absurdum og tó barnsliga ítøkiligum bíbliuørindi hjá Prædikaranum, tosaðu vit um at hava eina konsert á parkeringsplássinum millum posthúsið og Sjómansheimið. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí vit samdust um einfalda poesikonseptið - standhaftigar evergreens – sum eftir bókini var: “Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!” Frá MC er tað fleiri ferðir komið aftur. Søgurnar um, tá hann lovaði ungum fólkum inn í Ebenezer at spæla á elektrisk instrument, eisini um náttina, og miksa upptøkur, lag oman á lag, so meistaraverk spurdust burturúr, til onkur av teim eldru steðgaðu øllum og blakaði alt á dyr, tí klaverannsl...

Hvørjum haldføri ganga Føroyar ímóti?

Skjótt eru trýss ár síðan Joni Mitchell sang fyri aldrandi børnum, og samstundis viðurkendi at hon, nú einogfýrs, er eitt teirra: ”Songs to aging children come / Aging children, I am one”. Myndaklippið er av húsanum Clouds (1969). Havi hildið feriu hesa vikuna, men illa gongst, tí tað er blivið so ófriðarligt í landinum. Fyrst var tað Frihedsbrevet, sum partú vildi fortelja mær, og tað beint úr rættinum, at ein maður úr Algeria, sum fyrst varð ákærdur, nú er fríkendur fyri eina upplýsta nátt umborð á Norrönu at hava neyðtikið konuna, sum frælsisbrævið tekur sær rættindi til at upplýsa við navni, so eg fái ilt fyri hjartað, ikki tí eg kenni hana, men tí eg øtist um tað, eg lesi, og hvussu skrivarin vil hava meg at lesa tað. Eg verið infiseraður av eini lesibasillu, sum eg heldur enn miðlahald vil hava heilhyljandi vaksinu móti at lesa. So ganga tveir dagar, og nú er aftur ilt í føroysku heimasálini, tú nú eru døkkleittir menn komnir at larma uttanfyri hjá Finsen, okkara Nobelvinnara, i...

Prædika fyri forsetanum

Her er prædika hjá the Right Rev. Mariann Edgar Budde (f.1959) fyri forsetanum í Washington National Cathedral í gjár undir heitinum A Service of Prayer for the Nation . Til ber at trýsta á ”show transcript” til vinstru undir upptøkuni, sum varir fimtan minuttir, og so fylgja við í øllum tekstinum, sum rullar niður í høgra borði við sekund og minuttali. Ikki tí, prædikan fyri the common good er framúr, men tað, sum gjørdi at eg fataði prædikuna enn meira viðkomandi til høvið, var at ein prestur í einum meira heimligum kjakbólki siteraði eitt brot úr Rómverjabrævinum afturvið prædikuni, sum var fyri Trump forseta.  Eg fari at gera tað sama. Seta tekstin inn niðanfyri:  - Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. Hvør ert t...

Bílætablindni

Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024 Herfyri átti eg sama dag í miðlunum tvær fotomyndir av monnum úr Vági, sum fóru í annað ljós. Petur og Eivind. Øll heiðurlig minni um teir báðar, bæði privat og professionelt. Men einasti miðil, ið spurdi um loyvi at brúka myndirnar og síðan krediterað myndamannin, var VP, har Ólavur visti, hvør átti. Hugsaði, um tað mundi vera so galið, at bara hann respekteraði upphavsrættin, sum var tað tekstur.   Hetta at síggja til týdningarleysa mál, sum ein uppistandsskemtari á tingi hevur til teitis at rópa krympirumpufongt, kom mær til hugs, tá eg sá, at Setrið, Fróðskaparsetur Føroya, krúnan av føroyskum dannilsi, vegna starvsfólkini, brúkti somu mynd at heiðra minnið um farna starvsfelagan og sendi til allar miðlar. Og her má eg siga sum latínlærarin í Hoydølum: De Mortuis nihil nisi bonum , um tey deyðu einki annað enn gott. Men er tað veruliga so, at myndin enn er veika ífyllan, harmonikan hjá umbrótaranum og grafikaran...