Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Google Book Search

Eingin yvirgangur á Facebook?

Í gjár var franski innanríkismálaráðharrin, Bernard Cazeneuve, á vitjan hjá Facebook og grannanum Google í Mountain View í California, har Rachel Whetstone tók ímóti. Tey standa mitt í lívinum, hon verður 47 í morgin og hann er 51, og er fyrrveranda ráðharri við fíggjar- og evropeiskum samstarvsmálum. AP eigur myndina omanfyri, sum er úr Washington Post . Cazeneuve vil hava Facebook og Google í Silicone Valley, og Twitter, sum er á Market Street mitt í San Farncisco, at hjálpa fraklendingum og Evropiska Samveldinum at basa øllum yvirgangi. Hann vil hava fremstu sosialu miðlarnar longu í føðingini at forða fyri útbreiðslu av terror og øllum boðum og ábendingum um yvirgang. Tað verður spennandi, um tað fer at bera til við tílíkum eftirliti í einum multietniskum heimi, har oftast bara pengarnir fólki flyta, og um sosialu miðlarnir, sum eru heimsins fremstu vørumerki, vilja samstarva við stjórnir og felagsskapir. Kanska fer hetta lógvatak at avdúka, hvør hevur maktina í heiminum, og u

Ókeypis útlendingar

Á myndini skrivi eg meg inn hjá Google í Mountain View í California. Tað er ólavsøka og árið er 2008. Her kanst tú lesa ferðafrásøgnina . Heima í stovuni, fyrradagin, sá eg eina útlendska sending í einum útlendskum miðili, har ein long røð av spurningum um upphavsrætt vórðu settir, nú hetta sama amerikanska firma, Google, hevur skannað bøkur í fleiri ár, eisini ófáiligar føroyskar bøkur, sum føroyingar í øllum heiminum nú kunnu lesa. Eisini á teldli í Stranda skúla. Í dag hoyri eg ein landstýrismann siga, at hann hevur givið einum eins útlendskum firma, sum eingin rættuliga veit, hvat eitir og enn minni stendur fyri, øll einkarrættindi at bora í føroyska jørð og at eiga tað ferðslumynstur, sum harav stendur. Og eingin forðar honum. Og enn er Føroyakortið ikki yvirtikið mál í Innlendismálaráðnum, men liggur í eini skuffu á Rentemestervej í København. Hvussu veit landstýrismaðurin, hvar hann skal loyva útlendingum at bora? Ella hava útlendingarnir longu fingið eitt útlendsk kort frá l

Elektronisk sálmabók

Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðin við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna.  Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum.  Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og yrkjarar í allari bókini. Og Bíbliuni eisini

Ólavsøka hjá Google

Myndir: Birgir skrivar seg inn hjá Google. Kristoffer Evensen tekur ímóti og bjóðar døgurða í grøna garðinum. Unn og Kristoffer skifta orð um teldutøkni og arbeiði um landamørk. The Growing Connection er heitið á verkætlan um mat, umhvørvisvernd og orku. Reyðu dyrnar føra lúkst innar til teir báðar, ið stovnaðu Google. Modell av rúmdarskipinum Galactic. Birgir og Kristoffer siga farvæl (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Meðan flestu føroyingar gjørdu seg klarar til midnáttarsangin á ólavsøku, vóru vit á vitja hjá Google í Mountain View í Silicone Valley. Hetta er høvuðsborgin hjá Google, nevnd GooglePlex . Fyriktøkan, ið er heimsins sterkasta brand, hevur tíggju ár á baki. Bara á hesum staði starvast 6000 fólk. Kristoffer Evensen hevur boðið okkum á vitjan. Hann er úr Oslo, men arbeiðir hjá Google í Dublin, har hann er leiðari av partnership-deildini. Í løtuni verða útvið túsund føroyskar skúlabøkur, sum Føroya Skúlabókagrunnur varar av, lisnar inn, so tær kunnu takast fram í skipanini

John Sigurd pakkar bøkur til Google

Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur 24. januar 2008: Um dagarnar eru send 538 pund av bókum til Sunnyvale í Kalifornia. Tá móttakarin, Google Book Search, pakkar upp, eru 904 ymsar føroyskar skúlabøkur at finna í teim 18 bókakassunum, sum klaksvíkingurin John Sigurd hevur pakkað á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla. Tað er Google Book Search, ið hevur heintað bøkurnar í Føroyum og síðani fer at lesa tær inn, so tær síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.Á henda hátt gerst allur heimurin møguligur kundi hjá Føroya stórsta bókaforlagi, Føroya Skúlabókagrunni. Minst 20% av hvørjari bók sæst. Tó verða øll leitorðini virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd har tú býrt hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu. Tað kann verða hent, um tú lesir føroyskt ella norðurlendskt mál og vilt lána ella keypa bókina ”An introduction to Modern Faroese”, ella um tú vilt

Skúlabókagrunnurin á Google

Tíðindagrein, Dimmalætting 23. januar 2008: Nú skulu føroyskir skúlanæmingar og onnur finna kvalifiseraðan tekst, tá tey sláa orð upp á Google. Hetta er høvuðsendamálið, nú bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni verða at finna á Google Book Search. Smáar túsund bøkur, sum skulu skannast hjá Google Book Search, verða í løtuni pakkaðar og sendar av landinum. Hetta er liður í samstarvi, sum byrjaði í Frankfurt í 2006, tá fundur var við leiðsluna í Google Book Search. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, bleiv samstarvsfólk hjá Føroya Skúlabókagrunni í samstarvi við ein norðmann, sum samskipar samstarvsavtalur fyri Google Book Search. Treyt er, at í minsta lagi 20 prosent av hvørjari bók skulu síggjast á netinum, men tekstirnir kunnu hvørki printaast ella margfaldast. Øll leitiorð í bókini eru at finna á Google. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá leitað verður eftir onkrum orði í einari av bókunum, verður víst á viðkomandi bók, forlag og so framvegis. Eisini ber til at keypa bøkurn

Føroyskar bøkur á Google

Árni Dahl, formaður í Skúlabókanevndini og Niels Petersen, ritstjóri í Føroya Skúlabókagrunni á heimsins stórstu bókamessu í Frankfurt. Á niðaru myndini er Jens Redmer, stjóri í Google Book Search (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur er vorðin "partnari" hjá Google Book Search. Tað merkir, at Grunnurin kann gera føroyskar bøkur atkomuligar hjá øllum, ið hava teldu og netsamband. - Eins og tá vit prenta, verður tó einki givið út og lagt fyri almenningin, innan rættindini eru í lagi og full semja er um ætlanina, men nú er møguleikin her og restin er upp til okkum, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Leingi hevur verið fílst á, at føroyskir næmingar finna ikki heimligt tilfar tá teir leita á Google og netinum yvirhøvur. - Mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, segði Árni Dahl, tá Jógvan á Lakjuni landstýrismaður hevð