Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tónleikur

Opinbering í torninum

Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day. Leikarar eru teir fimm konservatoriuútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum maktfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda, menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan uppi í klokkutorninum, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og barnsins umbosmaður á palli, Clopin. Ein samansjóðaður bólkur, sum lýtalesur í sangi, tóna og leiki alla tað drúgvu tíðina, sangleikurin vardi, kundi leverað pitch perfect í akrobatiskum og komiskum rørslum, og ganga inn og út um gluggan, sum børnini syngja, framhaldandi og óbrotið, og spæla uppá rullandi ljóðføri frá marimba og klaver til kontrabass og gittar, sum bráddli...

Meira Dolly og minni polarisering

Í einari verð, sum er borin uppi av polarisering, spenningi og andstøðuskerping, ið heimligu orðabøkurnar siga um hesa sterkastu samfelagsmegi, polarisering, var Dolly Parton ein brúgvasmiður. Hon ikki bara kávaði útyvir eyðsýndar manglar í stættarsamfelagnum, nei hon slættaði sjógvin, sum tey siga á bíbilskum máli, ið var eitt av førleikamálum hennara. Sum ímyndin av einum røttum countrysangara, vaks hon upp við einum pápa, ið hvørki dugdi at lesa ella skriva. Í 1995 setti hon sær fyri at skapa Imagination Library á heimrustini. Í dag er bókasavnið hjá Dolly víðkað til fimm enskt talandi lond, har børn upp til fimm ára aldur, hvønn mánað fáa ókeypis bøkur sendandi. Countrysjangran er einasta tónleikarasjangra, ið á plátu, sum vit kalla miðilin, miðvíst og tilvitað arbeiðir við orðum og søgum úr gerandisdegnum hjá arbeiðaranum. Í dag er countrytónleikur sum hin einasti á plátumarknaðinum ein stuttsøgusjangra í sjálvum sær. Í ta tíð ein sangur á plátu varir, oftast lítið meir enn tr...

Rolling Stones betri enn nakrantíð

Við frontmonnunum, Mick Jagger og Keith Richards, The Glimmer Twins, sum báðir ganga á tríogfýrsinstjúginda ári, geva teir í Rolling Stones út nýggja LP, "Foreign Tongues", ið er hin fimmogtjúginda í teirra katalogi, sum byrjaði fyri fýraogtrýss árum síðan - og enn er í gongd. Tað er eindømi í rokksøguni. Beatles eru langt síðan givinir og Bob Dylan, sum man vera einasta samanberiliga navn og ikon, hórar enn við konsertum. Hin níggjuhálvfjerðs ára gamli Ronnie Wood, sum fyrr er kendur frá Jeff Beck og Rod Stewart í Small Faces, er triði í surrealistiskt sundurklipta pastellmálninginum omanfyri, "Stones Trinity" (2025), hjá unga amerikanska listamannininum, Nathaniel Mary Quinn (f.1977). Hann sigur á heimasíðuni hjá Larry Gagosian, har hann er umboðaður, at "Creating the album cover for the Rolling Stones is an artistic honor - a dialogue with one of the most enduring forces in cultural history." Eins og Rolling Stones hava sangir sum hin speed skjóta...

Kjølstrektur longsul í langfarabygd

Jórunn Gudmundsen er leiðari í nýggju Messuni í Sørvági. Við sýni inn móti sandinum tváar countrytónleikur rundleitta rúmið við einum himmalskum sangi, so eg hyggi upp. Haldi, at staðbundni tónleikurin fær tað at klárna inneftir, og knýta uppeftir í kjølstrekta longsulin, sum í eini langfarabygd var kjarnin í einum ektaðum countrysangi. Pól Skarðenni hevur teknað Messuna, ið er bygd undir bátinum Astrid, sum í 1973 hoyrdi heima á Tvøroyri, og síðan aldarskiftið var í Fuglafirði undir navninum Marna FD 193, men upphøgdur í 2018. Nú sæst hon hálvd omaná Messuni. Pól, sum er verkfrøðingur, og sjálvlærdur listamaður, hevur starvsstovu í Vatnsoyrum. Í løtuni sýnir hann fram uppi í Dalinum. Her er motivið úr Funningi. Tað var sørvingurin og bókavørðurin, Erhard, sum við einum Facebookuppslagi í dag freistaði meg at koyra vestur. Tað gjørdi hann í einum fyndugum setningi um tey, sum ikki eru á ásveldinum , tignarligu maktleingjuni í tvørskurðinum av Sentralføroyum, har Klaksvík er norðast vi...

Mín kurator listi

Tað er okkurt stuttligt við at sleppa at kuratera ein playlista í Útvarpinum. Spæla musikk og plátur meðan øll lurta. Gera eina byrjan, eina miðleingju og so ein enda, akkurát sum tá vit lærdu at skriva stíl. Í ein tíma. At halda tíðini fastari, so hon stendur still, at bestamma tað, sum øll skulu lurta eftir í einum rúmi, har einki annað er at lurta eftir. Nakað sum at hyggja eftir Portugal og Ronaldo, sum spæla fótbólt móti Kongo. Tú ert fangaður í eini boblu av ongum á einari kanal, har einki annað er at síggja. Ein zombie í ongamannalandi í djúpasta Afrika, til ein rættir tær hondina og sigur Doktor Livingstone I presume? Kanska er kortini nakað uppliftandi og nýskapandi við at prika hol á summarbobluna við nettup at gera ein ómælandi playlista frá byrjan til enda, tá alt kemur til alt. Avbjóðingin er bara, at tað er sum at skera í reytt tjúkksaftað sjele. Tað víkir og glíður undan, og so hvørt tær lukkast at fáa ein bita, um man kann kalla munnberingina so, og lyftan hann upp á sk...

Eidsvåg hartar kirkjuna

  Misjonskirken Norge hevur júst havt ársmøti, har ein samtykt er gjørd, um einasta máta at liva sum hjún: «Ekteskapet er Guds gode ordning for samliv, for en mann og en kvinne. Menigheten utfører vigsel og velsignelse i samsvar med denne forståelsen.» Samtyktin er farin víða í norskum miðlum.   Kendi norski rokkpresturin, Bjørn Eidsvåg, sum fleiri ferðir hevur sungið í Føroyum, og í fjør fekk eina kirkjuliga virðisløn, Brobyggerprisen , hevur straks skrivað ein nýggjan sang, har hann varpar ljós á, hvussu kirkjan – næstan – kann rúma – næstan – øllum. Á egna Facebook vanganum skrivar teologurin og sangarin, Bjørn Eidsvåg: Inspirert av Sarah 15 år, som ble sitert i Vårt Land i forbindelse med Misjonskirkens vedtak om å holde skeive utenfor, skrev jeg en sang: Nesten alle vil vi ha med de sang «Alle vil vi ha med» de sang «Elsket for den jeg er» de sa: «Jesus døde for alle fordi han elsker enhver» i dette rommet hvor sangen runget og varmen rådet var det g...

Hvat er ein góður countrysangur?

Copilot teknaði Martinu McBride, sum syngur tvítýðuga Independence Day hjá Gretchen Peters Countrytónleikur er tað mest tjóðarbyggjandi og útbreidda fyribrigdið at samansjóða fólkið í USA, ikki bara arbeiðaran, men fólkið í síni heild. Tí pínur tað forsetan Donald Trump, at Martina McBride, sum er kend við "Independence Day", ikki vil vera við í konsertrøðunum, sum byrja 25. juni og halda fram til 10. juli. Endamálið við konsertunum er at hátíðarhalda amerikansku tjóðarsøguna í 250 ár kring amerikanska frælsisdagin, Independence Day, sum er 4. juli. Umframt countrystjørnuna McBride, og sterka og tvítýðuga sangin hjá Gretchen Peters, "Independence Day", eru fleiri aðrar sangstjørnur, sum ikki vilja vera við í konsertætlanunum hjá Trump, tí tær kenna seg lumpaðar. - In my mind I thought this was a great way to celebrate the states and also bring people together in the way that only music can, sigur Martina McBride á X. Miðlavanur, sum forsetin er, avlýsir hann a...

Konsertir í Havn

Havnin hevur tikið seg nógv fram við fleiri tónleikaútgávum hetta vikuskiftið. Marianna Winter í Norðurlandahúsinum og Poulsen Brothers í Reinsarínum. Og enn er Mentanarnáttin ikki byrja. Hon verður næsta vikuskifti. Fríggjakvøldið var konsertin hjá Marionnu "The More You Know" í Norðurlandahúsinum. Eitt inniliga intimt, og tó komplekst og ikki minst visuelt sannførandi senusjov við nógvum úttrykkum frá happy-pop til fløktar familjurelatiónir í titulsanginum, har nakað persónligt er uppá spæl. Fleiri luttakandi, bæði tekniskt í salinum og berføtt á grøna pallinum hjá Jenný Kragesteen, har Ragnar Finsson er ein av týðuligu styrkjunum afturat Marionnu, bæði instrumentalt og vokalt. Í byrjanini er eitt gjøgnumskygt net hongt upp sum ein eksotisk náttklubba drapering, so heitið á áktuellu LP plátuni kann lýsa upp og standa á netinum mitt í rúminum, sum verður eitt interaktivt multimedia videosjov millum okkum møttu beint nú. Ein frálíkur gimmick, modernaður og retro, tá Marianna ...