Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kringvarpið

Stættarsamfelagið í skúlans skotmála

Mynd Breddin KVF 18. novembur 2025 Onkur vil stillisliga gjalda meira fyri tey, sum hava minni og halda, at trupulleikin við stættarsamfelagnum hvørvir sum stormur í einum tekoppi, gera vit tað. Tað framgongur í Breddanum , flaggskipinum hjá Kringvarpinum, har Sigurjón Einarsson í dag er redaktørur, saman við Birgit Carinu Eliasen og Alvin Ellebye, teknikara. Í sendingini hoyra vit í telefonini Regin Marnersson, stjóra í skúlanum úti á Fløtum, sum er hin størsti í landinum, og landstýrismannin Djóna Nolsøe Joensen við ábyrgd fyri økinum, ið hevur eina dóttir í hondbóltsflokkinum, sum ljós verður varpað á. Gestir í sendistovuni eru Hedvig Johansdóttir fyri Barnabata, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Lillian Bjarnadóttir Poulsen er foreldraumboð fyri skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt fram til 2028. Hetta er Breddin í Kringvarpinum í dag. Evnið er tann trupulleiki, sum hevur tikið seg upp við tað, at ein hondbóltsflokkur á skúlanum hevur tikið ta í mínum eygum marghát...

Var eg ikki, livdi mamma

"Góða mamma" er heitið á heimildarfilmi um barsilsdeyða, sum Elin Mirjamsdóttir og Elin Dagbjartsdóttir júst eru lidnar at klippa, og sum verður sendur í Kringvarpinum hóskvøldið. Niðanfyri sita tær og gera sendingina klára. Í filminum verða fýra húski lýst, trý fólk, hvørs mammur doyðu í barsilssong, og ein pápi og maður, sum misti konuna. Sylvia Thomsen byrjar filmin í litríkum umhvørvi inni í stovuni, og eg kann beinanvegin siga og síggja, at “Mamma mín” er væl filmað, oftast við djúpum dýpdarfokus, væl ljóssett, sentrerað og vinklað. Einasta tekniska, eg havi hug at finnast at er, at føroyski himmalin yvir bygdir og býir er so ljóssterkur, at hann eigur at verða filtreraður og avmaskaður, skal hann ikki brenna ígjøgnum, men matsja við framúr upptøkurnar innandura. Sylvia var fimm dagar gomul, tá hon varð doypt og mamman jarða. Sama dag. So kargar eru umstøðurnar, vit fáa innlit í. Nú eru mótsetningarnir, lív og deyði, strikaðir av i hesum róliga og tematiskt nýskapandi ...

Hvat kostar hvørjum hvat?

$elfie. Bara heitið, formatið og senditíðspunktið. Perfekt í øllum trimum førum. Ellivu vælskrivaðir minuttir við góðum tvistum, væl spælt, væl filmað, og ljóðið og tónleikurin er í báðum førum deiliga nýtt í mínum oyrum. Einasta, sum skapar ein farra av ófrættakendari undran er summarsliga brimfjølin, Beach Boys heitið Surf’s Up, einsemi og kavin í hæddunum. Samansetta søgan er sjósett. Hann setur seg sjálvan í karm við Risanum og Heksadámuni, sum hann sigur. Telefonin er amboðið, hjartastartarin og myndabókin, sum alt fer í gjøgnum, eisini eitt prát við bankarágevan, har Pauli eydnast at tala alt upp í lag, og manipulativt skiftir leiklut til ein pressaðan influensara, sum kann fara frá zero til hundrað, og tí sleppur at taka maktina í prátinum. Í næsta telefonpráti í sama regnmerkta bili, søkir hann arbeiði, og fær tilboð um at selja snús í eini føroyskari roykimentan. At bjarga lívum. At fáa snús undir vørrina hjá teim ungu, snús í brús og snús eftir sex. Og so er tað spælið Pade...

Løgmaður er ein einsamallur maður

Tað er kenslan eg siti við, eftir at hava sæð nýggjasta heimildarfilm í Kringvarpinum Suðuroyartunnilin og skuggatølini . Samstundis er filmurin ein sjáldsama væl fangað studia í manipulation, tá vit síggja hvussu nógvir menn og bert hendinga kvinna, eru við í hesi søguliga stóru ætlan, sum vit øll skulu bindast niður við, uttan at nakað innlit fæst í privata felagið, sum fær uppgávuna. Virðislønarverdi moment-of-zen-sekund-parturin er, tá suðuroyartingmenn og ein kvinna, eisini úr Suðuroy, skriva undir hesa ætlanina. Í fullum dagsljósi og uttan at nakar heldur teim byrsumunnan fyri tinningin. Eftir duell millum ein landstýrismann, eisini úr Suðuroy, og løgmann, fáa vit skorið út í papp, at løgmaður hevur tunnilin og allar hinar eisini. Ein gjøgnumarbeidd sjónvarpssending úr Kringvarpinum, sum bit er í. Marjun er gjøgnumførd og fyrireika, og kann longu eftir fáum minuttum fanga løgmann í eini undanførslu. Smyrlarnir síggjast í einum stuttum yvirliti. Tjóðpallur, sum ongantí...

Tóma løriftið

Hugsi, at í eini visualisering, sum ein heimildarfilmur er, er einki so avbjóðandi at byrja við, sum tóma løriftið. Tað er hin ultimativa avbjóðingin. Tí fangar tað meg beinanvegin, tí nú skal málast, og eg eri sloppin at verða eygleiðari, heima í stovuni, so sum uppgávan hjá Kringvarpinum er.  Úrvalda myndlistafólkið, Hansina Iversen , verður eygleitt av Jónfinni Stenberg og Elini Mirjamsdóttir, nýggja toymið í visuellum føroyskum Kringvarpsarbeiði.  Sansirnir fyri smálutum, ultra nær og so burturfrá, vælvalda linsan og blendan at skapa dýpdarfokus, og fotografisku kompositiónirnar, tá Hansina verður sett við stovuborðið, millum grønt og reytt á bakvegginum, sjálv í bláari blusu og einum heitum gulligum ljósi til høgru við gluggan.  Sansurin fyri kompositión og ljósseting er gjøgnumhugsaður og væl frágingin.  Hesin sami fakligi reportasjudugnaskapur sæst aftur, tá Hansina pakkar lidnu málningarnar niður, koyrir í rør og so í bilin fyri at avskipa, tí framsýningin, s...

Tú skalt syngja tær ein sang

Fyri fyrstu ferð hava brøðurnir Finnur og Thomas Koba arbeitt saman. Úrslitið er heimildarfilmurin "Bass Elvis & Jesus á Mallorka". Í kvøld varð eg boðin í biograf í Vestmanna. Við útsikt til Gideon og Føroya elsta biograf, fekk eg fyrst salat við geitaosti, sum Rúna og Thomas høvdu gjørt í hugnaligu húsunum við Skálaveg. So varð tendrað í biografinum niðriundir við nýbryggjaðum kaffi afturvið. Hóskvøldið 26. septembur byrjar Kringvarpið at senda nýggjar heimildarfilmar. Fyrsti er ein nærgangandi lýsing av 53 ára gamla leirvíkinginum, Jóannesi Joensen. Mystiska heitið sipar til, at høvuðspersónurin, sum við egnum orðum lýsir seg skizofrenan, dámar at syngja og síggja út sum Elvis. Tá hann í drúgva tíð hevði gjørt tað til yvirmáls á Mallorka við einum sjovi, sum vardi hálvan annan tíma hvørja ferð, fellir hann ein dag í 1997 í óvit á strondini. Vaknaður, sær hann Jesus fyri sær, peikandi uppeftir við aðrari hondini, og niðureftir við hinari. Eftir hetta tekin fer hann aftu...

Útvarpsendingar gjørdar uttanfyri ringvegin

At gera útvarpssendingar er krevjandi uppgáva at taka á seg. Einaferð taldi eg sendingar, eg sjálvur havi gjørt, og hvat tíðarskeið, tær fevndu um. Bleiv kløkkur, tá eg endað beint undir livialdrinum hjá Hank Williams, sum Oddbjørn hevur dyrkað. Og tá hevur tað verið lagaligt, tí øll árini havi eg búð í Havn, so eg kundi ganga, koyra ella súkla niðan í Útvarpið, og har fingið ein góðan teknikara, um tað so varð beinleiðis ella bandað sending.  Tá varð skilt millum talusending og tónleikasending, har hin fyrra bygdi á egnar upptøkur og samrøður við bandupptakara úti á feltinum, og í seinna førinum varð neyðugt at dúva uppá savnsfólk, sum funnu rætta tónleikin og legði hann kláran at brúka hjá teknikaranum í røttu sendistovuni. Og rosinan í pylsuendanum, samsýningin, varð altíð hon, eg bað um. Soleiðis var tað.  Hugsi, at meginparturin av árunum vóru háttaði soleiðis, at helvtin av skránni varð boðin út til afturvendandi frílansar at gera, so programmmedarbeiðarar kundu ganga va...

Dagur og vika aftur úr summarfrí

Í kvøld komu tey bæði, Dagur og Vika, aftur úr summarfrí. Tað var eitt stórt frambrot, tá føroyska tíðindasendingin byrjaði, eftir at Sjónvarpið var komið í verðina hin fyrsta apríl í 1984. Frammanundan høvdu somu fólk sent donsku TV-avísina, sum kom við posti á U-matic bandi frá eini ónevndari keldu, helst einum vinmanni á Keypmannahavnarleiðini. Í Dimmu lovaðu lesarar kríggj, um danska TV-avísin ikki helt fram. Fólk hvørki ynsktu ella orkaðu eina føroyska TV-avís, sum tað róptist. Um somu tíð var ein hampuliga stórur og íðin flokkur, sum savnaðist úti á Frælsinum í Kvøldskúlanum í Havn at granska hetta nýggja føroyska fyribrigdið, sjónvarpstíðindi. Góða tíðarritið Brá hevði eisini grein, har tey kannaðu tíggju føroyskar sendingar við sjónvarpstíðindum. Fjøruti ár eru liðin. Enn hava vit ikki sjónvarpstíðindi hvørt kvøld, ítrótturin fyllir eins nógv og tíðindini, og sunnukvøld eru slettis ongi tíðindi, sjónvarpstíðindi, sum í teimum londum og miðlum eg oftast hyggi eftir, er høvuðskvø...

Religiónin í Útvarpinum

Nú var annan dagin á rað aftur eitt innslag í morgunsendingini um religión í Útvarpinum og bíbilsøgur, ikki bara hjá presti og bókaforløgum, men í øllum tí almenna upplýsingargeiranum.  Í gjár vóru tað eini tilkomin hjún, sum hugtakandi leggja hvønn dag í Harrans hendur. Í dag eru ørindini tey smæstu, sum skulu læra seg føroyskt. Tey smæstu. Og, by the way, fáa røttu fyriskipaðu kristnu virðini afturvið, heilt frá grundini, hóast hampuligi verturin roynir at fáa innpass fyri øðrum gerandisligum vinklum sum verkfalli og kríggi.  Hann er frálíkur, verturin. Hevur í mínum optikki og útvarpsoyra eina góða fatan fyri lesing, skriving og fatan av øllum tí, sum snýr seg um at danna nýggja borgaran, uttan at ov nógv dettur á gólvið. - Men vit skulu miðla Bíbilsøguna, fær verturin at vita frá báðum morgungestunum. Snildisliga snýkt inn í sendingina, sum flestu plagdu at lurta eftir, síðst vit hoyrdu um eina lurtarakanning.  Og sleppa vit hesum kikara úr kyksendinum inn í morgunsen...

Øll vilja verða hoyrd

  Mynd: KvF Katrin Petersen Øll vilja verða hoyrd og fáa verðina vísta og lýsta í teirra egna bílæti. Fyri fyrstu ferð havi eg lisið ein blogg á heimsíðuni hjá Kringvarpinum. Í virðiligum og hampuligum teksti greiðir tíðindaleiðarin frá um tær avbjóðingar, sum hjá einum lítlum miðili eru í at dúva uppá útlendskar keldur, og gera tað á ein javnvigaðan hátt. Tí eingin okkara hevur verið har. Kortini skulu tíðindini skrivast, umsetast og lesast, kanska av einum øðrum enn tí, ið skrivaði. Og kanska er útvarpslesarin limur í einum áhugafelag, sum lurtarin ikki vil vita av. Útvarpslurtarar, teir sum enn eru eftir, ganga í tveimum bólkum, tá umræður heitastu brennideplar úti í heimi beint nú. Annar bólkurin er serliga áhugaverdur.  Hann fevnir um sjálvbestaltaðar úrvalslurtarar, sum savnast á úrvalspallum.  Onkuntíð peikar ein starvsfelagi mær á útsagnir hjá einum persóni, sum vit í felag kenna. Og eg øtist. Tí greitt er, at her er kjarnin í tí bólki, sum tíðindaleiðar...

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor, eitt reint tíggjutal á kulbarometrinum, siga Ólavur og Katrin við útsýni yvir Syðrugøtusand, har G festivalurin er einaferð um árið. Sat eg í somu stovu, í erva yvir gamla handlinum við svarta Ramblerbilinum í túninum og Töting búmerkinum í eygsjón, so hevði eg sagt tað sama.  Hægsti kulfaktorur at búgva, liva og vitja, er í Syðrugøtu. Ikki minst sæð úr Havnini, har fremsta ambisjón í seinastu tíðini hevur verið at gera ein hvassan og óneyðuga høgan steinkant kring eina syntetiska á í miðbýnum, og beint nú, jólini eru í hondum, eru jólaperur, sum ein eyka kitsjágóði, vundnar um tunnilsrør, sum kring ánna blinkstra jólini ímót.  Seinastu árini havi eg smakka uppá eitt orð, sum eg ikki fyrr enn nú haldi verða fullbært og formfulfíggjað at seta á Havnarborðið, tað er stakkalastás. Einki annað enn stakkalastás. Ímeðan ger Gunnar Nolsøe tað mest hugvekjandi útvarpssending , eg havi hoyrt í langa tíð.  Gamaní las arkitekturin upp, men øll hini...

Homo Danicus

Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.  Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.  Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.  Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.  Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.  Vit kunnu illani hyggja at eini sending o...

Hvat vil Dagur og Vika?

Sum púra frívilligur og óviðgjørdur tíðindanarkomanur havi eg í eina tíð grundað yvir, hví gestir eru í sendistovuni, tá Kringvarpið hevur Dag og Viku.  Eitt er, at sendingarnar eru ógvuliga stuttar og hartil ikki hvønn vikudag, og slettis ikki sunnukvøld, ið eg fati sum prime time fyri sjónvarpstíðindi, annað er at journalistiska heildarinnihaldið verður sjálvdan viðgjørt, soleiðis at tað kann fatast sum kvalifiserað, tá tað kemur um senukantin til okkum hyggjarar at taka støðu til, ella skifta orð um úti í teim smáu føroysku stovunum.  Havi eygleitt grannalandasjónvørp og teirra gestafrekvensir, sum eg haldi vera nógv minni og lægri enn okkara. Ístaðin verður oftast klipt inn í sendingina frá einum ivasomum web kamera á eini kamarsteldu hjá einum meiningsdannara, ella einum sum stendur framman fyri kamera í myrkri og regni úti á gøtuni. Tekniskt er tað í báðum førum serstakliga jánkasligt, so tað er ikki neyðturviliga tann vegin eg sendi míni tíðindaligu sjónvarpsynski. Men ...

Gott valkvøld í Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð hevði Kringvarpið fingið atgongd til stóra grannahúsið, Norðurlandahúsið, at avvikla tann partin, sum valkvøldið lá uttanfyri nýggju Dag-og-Viku-stovuna í Útvarpshúsinum. Logistiskt var tað gott, tí avtalur kundu gerast við øll tey relevantu fólkini at vera ymsa staðni í húsinum, so hvørt tørvur var á teimum. Og sum krúnan á verkið kundi formansumfarið gerast klárt, og tað av einslistum, beint har fólkið savnaðist, og tó til viks, so tað ikki sást í nøkrum kameravinkli, hóast fólk koma og fara í gongini og savnast at seta seg við borð og fara á vesi at greiða sær.  Framúr hús til beinleiðis filming, kennir tú vinklarnar og ljósvirðini.  Men tøknin, bæði ljóð og serliga tað at fáa røttu talvurnar fram á skíggjan, sveik ov ofta. Alt ov ofta.  Hóast hann leingi hevur ligið í dvala, eru ríkir møguleikar í og við hesum multimediala stíli hjá Kringvarpinum.  Var sjálvur boðin at tosa við Kára Sólstein og Trónd Vatnhamar innast í Klingruni um sosialar miðla...