Eftir at hava verið í Spania í feriu og dyrka bacalao og kjakið um tosk sum søguligt gjaldoyra úr køldu norðurhøvunum gjøgnum tíðirnar, er tað ein lívsleingjandi uppliving av tilvitskuvíðkandi slagnum, aftur at smakka heimligan bankatosk, saltaður hjá PRG í Gøtu og borðreiddur á Barbara Fish House av Norman Savio de Souza úr Goa í India. Eftir Pan-Artic Vison í Norðurlandahúsinum er á innara ljóðsporinum Chansons des mers froides, Sangir úr køldu norðurhøvum, hjá franska Hector Zazou. Borðini eru tøtt og gólvbrettini gnadda og ríkja, sum ert tú umborð á skipi, kanska við Mobbadikki hjá Melville í havsbrúnni. Sjófarandi pallurin er perfektur til fiskamatstovu mitt í gamla býnum, har túnið er ein uppliving at fara um, nú tað myrknar. Fert tú inn á spanskar marknaðir, kanst tú ganga eftir fiskinum, og fáa eitt prát við sølufólkini um fiskileiðir og ein varhuga av mátum at tilgera bacalao, til eitt amerikansk par bráddliga víkir pláss við best umtókta diskin í Mercat de la Boqueria. Vi...