Gundadalur hevur verið ein sjóðandi arkitektoniskur pottur í mong ár. Øðrumegin er ítróttarøki, hinumegin Listaskálin, sum nú vil byggja út, og á nýggja Tempulheygnum millum Meksiko og Konmansmýru ger Bank Nordik klárt hjá einum rúmdarskipi at lenda, sum rullaði tað beint inn úr Independence Day hjá Roland Emmerich í 1996. Ófokuseraðu hendurnar høgrumegin eru av standmyndini Ítróttur (Hans Pauli Olsen 2005), sum skal markera høvuðsinngongdina til ítróttarøki í Gundadali. Hóast eg rættuliga sjálvdan eri til fyriskipaði tiltøk á hesum kommunala spælistaði, so er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at inngongdin er longur niðri, har sum Hoydalsvegur natúrliga førir teg úr Havnini og niðan í dalin, sum nú letur seg upp. Men helst er ymsar meiningar um tað, og ikki minst, hvat er fram- og baksíða í hesum spæliplássi við so nógvum mastrum og veggum. Men ilt er at síggja eina eintýdda ella bara nøkulunda sjónliga farleið av skapandi hondum í hesum parti av Havnini. Tá er munin