Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2007

Samanleggingar ein avbjóðing fyri fjølbroytni í fjølmiðlunum

FJØLMIÐLAR Edmund Jacobsen: Konsolidering er mantra beint nú innan føroyskt vinnulív. Eisini innan føroyska fjølmiðlaheimin, har rákið heilt týðiliga gongur mótvegis størri eindum. Almennu fjølmiðlarnir vóru fyrstir - ÚF og SvF løgdu saman til Kringvarpið. Og seinastu mánaðirnar hava fýra privatar fyritøkur gjørt tað sama. Fyrst yvirtók Vinnuvitan Vikublaðið, og síðani komu boðini um, at Sosialurin hevði keypt Rás 2. AGRESSIV KAPPING Veiðan eftir stórrakstrarfyrimunum fer uttan iva at hava við sær betri gagnnýtan av starvsfólki og framleiðslutólum innan føroyska fjølmiðlaheimin. Men bæði lurtarar, og ikki minst lýsarar, fara eisini at merkja broyttu ognarumstøðurnar. Og broytingarnar verða neyvan bert jaligar, heldur Birgir Kruse, ritstjóri og royndur fjølmiðlamaður, ið herfyri gav út skúlabókina “Fjølmiðlar” umvegis Føroya Skúlabókagrunn. - Vit kunnu bera ótta fyri, at størri eindir fara at binda lýsarar til alt færri fjølmiðlar við at nýta avsláttur, har lýsarin fær fyrimun, um hann

Fjølmiðlar í undirvísingarhøpi

Ummæli, Dimmalætting 26. september 2007: Føroya Skúlabókagrunnurin hevur givið út bókina ”Fjølmiðlar”, sum Birgir Kruse hevur skrivað og lagt til rættis. Í formælinum upplýsir hann, at bókin er bygd á bókina ”Samfelagsfrøði 1. Tú og samfelagið”, sum Petur Ove Petersen skrivaði, og Skúlabókagrunnurin gav út fyri 11 árum síðani, og hevur hann í við bókini tikið støðið úr kapitlinum um fjølmiðlar. Bókin er ætlað sum tilfar hjá elstu næmingunum í fólkaskúlanum og hjá teimum, sum ganga á miðnámsskúlum. At fjølmiðlar hava stóran týdning í einum samfelag, ikki bara heima í dunnuhylinum, men allan knøttin runt, gevur bókin tí lesandi eina fatan av. Eisini hvussu neyðugt tað er at verja talu- og skrivifrælsi, sum als ikki er ein sjálvfylgja nógva staðni. Undirdíkt í tilfari Men einki stendur í bókini ”Fjølmiðlar” um, at hetta við talu- og skrivifrælsinum ikki merkir tað sama sum, at bløð og loftmiðlar er bundin í hvørjum einstøkum føri at taka alt innsent tilfar við í sínum blaðútgávum ella sen

Vinnuvitan, Vikublaðið og Fjølmiðlar

Tíðindi www.fsg.fo 14. september 2007: Mynd: Kjakið varð lívligt, tá tey 35 starvsfólkini á Vinnuvitan, Vikublaðnum og Bil.fo savnaðust á Hotel Eiði at kjakast um føroyskar fjølmiðlar. Fyrilestrahaldari var Birgir Kruse, sum hevur skrivað bókina Fjølmiðlar. Ein privatur vinnukundi varð hin fyrsti at keypa eitt flokssett av skúlabókini Fjølmiðlar , sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út at brúka í lærugreinini samfelagsfrøði. Tað hendi í farnu viku, tá 35 fólk frá fyritøkunu Vinnuvitan hildu fakligt skeið og vildu kunna seg við føroyskar fjølmiðlar. Høvundar ella ritstjórar halda vanliga fyrilestur um aktuellar bøkur og tilfar, sum forlagið gevur út. Høvundurin at bøkini var tí boðsendur at halda fyrilestur. Fjølmiðlar er skúlabók, ið viðger dagsins miðlar og við dømum lýsir tann týdning, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi. Ikki síðani hagfrøðiliga Árbókin kom út, hava privatir kundar keypt bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni. Vanligt er, at kommunurnar, ið eisini eiga skúlabygningarnar