Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2018

Fremsta countryrøddin tagnað

Í gjár, longsta dag, frættist at Alex Bærendsen varð deyður í arbeiðsvanlukku á Tvøroyri bara 55 ára gamal. Skjótt er um at fara, tí dagin fyri hevði hann ynskt mær til lukku við føðingardegnum.  Here Today and gone Tomorrow  sum ein countrysangur sigur. Tað slagið av tónleiki, sum er so framúr, tí ikki er bannað, at eisini menn vísa kenslur, kenslur, sum í øðrum tónleikaformum í besta føri eru innantómar emblematiseringar, sum onkur gevur tær í næsarnar ella á armarnar fyri pengar, at siga, at tú hoyrir til ein tulkingarfelagsskap, men her eru ektaðar og í synch við lurtaran, sum fyrst og fremst er arbeiðarin. Gerandissøgur til verkamannin, oftast í einum gudfryktigum ljósi, og tá tær eru bestar, sagdar við listarligum einfeldni, Three Chords and the Truth  og einki annað, sum Harlan Howard, fremsti plátu- og sangyrkjari eftir Hank Williams, segði fyri hálvari øld síðan. Røddina átti Alex sum fáur, kanska eingin annar á okkara leiðum. Myndirnar tók eg kvøldið fyri stytsta dag í rey

At fylla fyri longsta dag

Nú slepst ikki longur upp móti ljósinum. Í nátt gongur aftur móti myrkari tíðum. So nógv fyri hatta fimmoyrað. Nú eru hundraðogfimmogfýrs dagar til jólaaftan. Trappumyndin omanfyri er tikin í dag, ið er longsti dagur og føðingardagur hjá Gunduri. Og nú næstslongsti dagur rann út í tímaglasinum og einogtrýssinstjúgindi føðingardagur fór framvið í gjár, fari eg at takka øllum teimum, sum so stuttliga ynsktu mær til lukku á Facebook og alla aðrastaðni í tykisheimi, ja eisini í RL , sum tey knapporðaðu rópa veruliga lívið. Onkuntíð gloymir man, at tað er eisini til, the Real Life, hóast tað neyvan nakrantíð hevur verið so stuttligt at fylla árið, sum á fjaru miðlunum beint her og nú. Faraway, So close fyri at sitera ein film hjá besta leikstjóranum, sum mánadagin serveraði okkum nakað av tí ringasta nakrantíð, Submergence . Men vit halda okkum omaná. Myndirnar av góðveðrinum í gjáramorgunin eru tiknar úr Tórsbyrgi og oman yvir kampingplássið og fjørðin, har ein morgunsigla

Úr tí esoteriska

Í vikuskiftinum kveikti Jóan Pauli Joensen meg við einum einasta orði, sum elvdi til, at eg slepti Havnini, og fór úr henni eina løtu. Tað var orðið esoteriskur,  at Sunnudagshavnin var vorðin esoterisk , tað er innvavd í toku. Professarin Jóan Pauli hevur so frálíka lívsjáttandi epistlar á Facebook, tí fremsta fólksliga almenni, sum miðlarnir ikki tora at taka í sín munn, og tí vevja inn í tokutalu, so sum  ein av sosialu miðlunum ella fjesbókin . Tað ar alt um at gera, ikki at nevna Facebook, sum indikerar pøbilin og er eitt noa-orð hjá Übermentanini. Men rætt hevði hann, professarin við teim frálíku epistlunum. Havnin er esoterisk. Innvavd og fjald. Tað sæst eftir lítlari løtu í bili norður eftir Oyggj. Tað er sum í ævintýrinum, tá ungamamman sigur, hvussu stór verðin er og hvussu gott grønt er fyri eygað. Tað er sjón fyri søgn, tá vit síggja Eiðisbygd og Kollin frá tornaðu Myllánni. So kom sólin fram í øllum veldi og skein oman í Hólman, har fótbóltsvøllurin hevur v

Móttøka fyri Gunn Hernes

Í dag var móttøka fyri Gunn Hernes, nýggja stjóranum í 35 ára gamla Norðurlandahúsinum. Sjálv er hon 41 ára gomul, er úr Moss í Noregi og er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon kemur úr einum leiðandi starvi í Norrøna Húsinum í Reykjavík, og hevur arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu. Millum mongu fólkini, sum í dag møttu við gávum og blómum at ynskja Gunn Hernes vælkomnari til Føroya, var Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum. Í sambandi við móttøkuna varð Summarframsýningin 2018 sett, og Joanna Johansen beyð nýggja stjóranum vælkomnari vegna stýrið í Norðurlandahúsinum, har Joanna er føroyskur stýrislimur og Tórstein Olsen er starvsfólkaumboð. Gunn Hernes byrjaði fyrstu almennu taluna í Norðurlandahúsinum við at takka starvsfólkunum, øllum teim møttu, og at lýsa sjálvt húsið, millum annað við hesum orðum: Vælkomin! Jeg begynner med det aller viktigste, nemlig å takke! Norðurlandarhúsið skal være et hus for alle, romme og nå ut til hele Færøyene, det

Evstamark í agurkutíð upp undir hundadagar

Ongantíð hava bløðini verið óaktuellari enn nú. Í dag høvdu hvørki av bløðunum høvuðssøguna, sum var at Kringvarpsstjórin hevði lagt frá sær og starvsfólkaumboðið í Kringvarpsstýrinum tók við. Og hvussu kundu tey tað? Bæði bløðini hava evstamark so langt undan kiosksøluni, at tað gevur onga aktualitetsberandi meining longur at selja so fáar pappírsavísir á einum so avmarkaðum marknaði sum tí føroyska, og so slettis ikki, um føroyska blaðið in quo skal flytast til útlond at prentast, og so flytast aftur til landið, har tey tosa talaða prentmálið, at verða borðið út og har sett til sølu á kjakmarknaðinum. Evstamark er eitt útholað hugtak, sum ikki longur er bundið at tíðindaflutningi og livandi samfelagskjaki, men heldur behagiligheitsprinsippum hjá onkrum fjarum íleggjara, so tað veruliga ikki longur gevur meining at hava aktualitetsbløð á føroyskum papíri. Um nakar skuldi ivast, so eru tað pappírsleysu samtíðarmiðlarnir, ið hava vunnið, tí teir hava 'kempað seg fram til eitt ber

HM í fótbólti á Snar

Tað er eingin endi á, hvat tey finna uppá á undirvísingarportalinum Snar . Í dag sæst, at nú er heimsins fremsta fótbóltskapping byrjað í Russlandi. Fram til miðjan juli kappast fremstu fótbóltslandslið um heimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi. Soleiðis stendur í innganginum á nýggjasta tema, sum Snar nú skjýtur upp til undirvísing. Umframt fótbóltsyvirlit, er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum. Á nýggju temasíðuni verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Sum frá líður verða nøkur landslið og nakrir leikarar nærri lýst. Eisini fer HM-endaspælið at verða lýst úr einum føroyskum sjónarhorni. Her er temasíðan á Snar , sum fer at lýsa HM í fótbólti í Russlandi: http://snar.fo/hm2018/

Heit kelda á botninum í Eysturoyartunlinum

Mynd: Hjalmar Suni Juul Jarðfeingi skrivar á heimasíðuni , at í maimánað raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum brádliga við heitt vatn Toftamegin rundkoyringina. Sagt verður, at økið, har rúkandi vatnið varð funnið, er áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini. Ein stutt filmsupptøka, sum arbeiðsmenn í tunlinum hava tikið upp og Hjalmar Suni Juul hevur lagt út, vísir, hvussu vatnið rýkur og møguliga eisini kókar, innan hildið varð fram við vegarbeiðinum. Sambært arbeiðsmonnunum hendir sama fyribrigdi aftur umleið 10 metrar longur inn ímóti Toftum. Hesa ferð er vatnið tó meiri runut, verður sagt. Jarðfeingi sigur á heimasíðuni, at enn er ikki møguligt at siga meira um fyribrigdið við heitu keldunum á botninum í Eysturoyartunlinum, men kanningar eru í gongd.

Hvar er virðislønin úr Barcelona?

Hetta er ein eftirlýsing frá Pakkhúsi 5 á Tvøroyri: Í 1929 luttóku 11 føroyskar fyritøkur við einum felagsbási á heimsframsýningini í Barcelona. Framsýningin er lýst í einum ferðabloggi , sum eg sjálvur skrivaði úr Barcelona á sumri í 2016.  Fyritøkurnar vóru S.P. Petersen, I.P. Eversen, H. Johannes Jacobsen, J. Dahl, P.H. Dahl, Jesper Hjelm, AS Markøre, AS Hvidenæs, AS J. Mortensen, N.J. Mortensen og T.F.Thomsen. Tær luttóku saman við 67 øðrum fyritøkum úr danska ríkinum, og tá heiðursmerki vóru latin fyri úrdráttirnar á framsýningini, var føroyski klippfiskurin tann einasti í ríkinum, ið vann hægstu virðisløn - Grand Prix við gullmedalju. Virðislønin var eitt heiðursskjal og tvær innrammaðar gullmedaljur við mynd av Alfonso kongi og drotning Victoriu av Spania. Í 1948 lat Herluf B. Thomsen, ið fyrireikaði føroysku luttøkuna í Barcelona, nýstovnaðu føroysku Fiskasøluni virðislønina í varðveitslu, tí hann metti, at har kundi hon best tæna føroyskum fiskaútflutningi