Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2004

Merkið hevur tvær síður

Flaggdagsrøða, Føroyingafelagið Áarstova í Århus 25. apríl 2004: Eitt flagg hevur tvær síður. Tað veittrar í vindinum og stundum síggja vit aðru síðuna og stundum hina. Soleiðis er eitt flagg og soleiðis eru korini at liva í støðugum vindi. Ein rennan úr einum borði og í annað. Nakað soleiðis kennist tað sum føroyingur at búgva í Danmark. Fyrr føroyingur og nú danskari. Og tó møtast vit allir føroyingar at heilsa flagginum, heimliga Merkinum. Á føroyskum, við føroyskum kóri og sangi, mitt í Danmark hin 25. apríl. At vera føroyingur í Danmark er eitt markamót – eitt interface. Vit kunnu flyta inn og út millum londini. Og hvørja ferðina vit gera tað, fáa vit sama persónsnummar aftur, og gongur koyrikortið, ella passið út, ja so kunnu vit endurnýggja tað í tí landinum – Danmark ella Føroyum – sum vit nú einaferð eru í. Og tá tað kemur til passið, ja so kunnu vit velja millum tvey. Reytt, ella grønt “der er frit valg” sum sølumenninir siga. Og so verða vit eisini boðin í hernaðartænastu, j