Skip to main content

Posts

Showing posts with the label byggilist

Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert

Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit fýra, nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í kvøld. Lyklaorðini, vit sótu eftir við á midnátt, eru altjóða fynd, sniðfundiga vovin saman við staðbundnari søgu úr grannalagnum, ið starvsliðið dugir at lesa av við yrkislærdari nærveru, sum í enska attendance, ta tíð góð tænasta tekur, at ger teg sannførdam um, at tú ert í ikki bara góðum, men fyri tær teim bestu, so høgt verður tænastuhugtakið lyft. Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaran Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heim...

Lýsing: Nýtt rúm er í býnum

Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Póllandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak, sum letur upp í næstu viku. Við søguliga handilsnavninum fara tær at skapa eitt nýtt rúm millum Áarvegin og Húsabrúgv, mitt í gomlu Havnini. Í sama nýbygningi, upp at Hafnia og við egnari inngongd frá Áarvegnum, er Kjöt, har kjøtið er frá bóndanum í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í skúla saman við. Matstovuleiðari er Marcus Trier og Beinta á Bøgarði er marknaðarleiðari. Sum navnið greitt bendir á er hon, eins og sangstjørnan úr Hoydølum, Filip á Smið, úr Kaldbak. Stjóri á Hotel Hafnia er Pætur Trónd. Í eina tíð hevur Áarvegurin verið merktur av byggiarbeiði, tungum bilum og høgum kranum. Nú sæst ein fittur partur av úrslitinum, og í næstu viku verður endaligi parturin avdúkaður, har serliga útiparturin, borðreiðing í gjøgnumskygdum glasrúmum, er nýskapandi. Tummasi Justinussen líkt, finnur hann upprunan ti...