Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ítróttur

Bílætablindni

Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024 Herfyri átti eg sama dag í miðlunum tvær fotomyndir av monnum úr Vági, sum fóru í annað ljós. Petur og Eivind. Øll heiðurlig minni um teir báðar, bæði privat og professionelt. Men einasti miðil, ið spurdi um loyvi at brúka myndirnar og síðan krediterað myndamannin, var VP, har Ólavur visti, hvør átti. Hugsaði, um tað mundi vera so galið, at bara hann respekteraði upphavsrættin, sum var tað tekstur.   Hetta at síggja til týdningarleysa mál, sum ein uppistandsskemtari á tingi hevur til teitis at rópa krympirumpufongt, kom mær til hugs, tá eg sá, at Setrið, Fróðskaparsetur Føroya, krúnan av føroyskum dannilsi, vegna starvsfólkini, brúkti somu mynd at heiðra minnið um farna starvsfelagan og sendi til allar miðlar. Og her má eg siga sum latínlærarin í Hoydølum: De Mortuis nihil nisi bonum , um tey deyðu einki annað enn gott. Men er tað veruliga so, at myndin enn er veika ífyllan, harmonikan hjá umbrótaranum og grafikaranum, meðan

Lívið er ein ítróttakabal

Haldi tað var Telling, ið sang, at lívið er ein kabal, men tað er púra skeivt. Lívið er ein fóbóltsvøllur, inni ella úti, við uppstandsljósi, sum upplýsir hvørja stovu, sum fyrr var myrk. Og er ein gomul vælvirkandi multihøll á Hálsi, har Savage Rose spældu bestu konsert í landinum, umbygd fyri skattaborgarans pening, so hon, sambært hondbóltsforkvinnuni ikki kundi brúkast til skattafíggjaða endamálið, so byggja teir, býráðspolitikararnir í Havn, bara eina nýggja høll, umframt hana, sum fyrr er samtykt at byggja, so tey á Strondum onga byggja.  Kenni ein skaldbókahøvund, ið sum skjaldbøkan savnar tilfar til privtafíggjaðu hungursbókina ”Roknistykki arbeiðarans” við undirheitinum ”Nýggja Pisubókin” á egnum forlagi, ið er farin at spyrja Hagstovuna hjá landinum, um nakað yvirlit er, ið vísir hvussu nógvar skattakrónur fara til ávís endamál? Og um nakað yvirlit er, ið samstundis vísir, hvørjir politiskir flokkar mest og minst duga at leita eftir almennum skattakrónum, hildið upp ímóti, um

Kallkyn, kvennkyn - og gudakyn

Mynd frá DR í kvøld  Í kvøld var Dagur og Vika í toppformi við livandi og analytiskum innsløgum, eisini laiv, hóast koronastøðan varð upplýst sum avmarkandi.  Í øllum reportasjunum, serliga teimum úr stýrhúsinum frá kavaruddingini hjá landi og kommunu, sótu menn við rattið. Tó, teir tosaðu við eina sjónvarpskvinnu um mannating, meðan grivið varð millum bygda.  Ein kvinna kom eisini fyri, tí landstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, den knassi, hevði skotið upp at víðka eitt grátt eldraráð við einari ungari kvinnu.  Á Facebook eru kvinnur av røttum í øðini um kynsdiskriminerandi redaktiónsfingurin, tí hetta líkist ongum.  Heldur ikki líkist tað nøkrum, tá eitt valfelag, ið hevur Afrika sum búmerki, leggur eftir Anniku Olsen í lítið dámligum vendingum um flokstrúskap í eini immunitetstíð.  Men hetta heimliga við at viga journalistikk á kynsbundnu skálini varð pístr vekk, tá eg skifti til ítróttasendingina hjá DR um Christian Eriksen, sum vil spæla fótbólt, hóast hann sm

Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini?

Hvørki íbúðir ella tjóðpallur. Nei, ítróttur uppi í Hoyvikshaganum, tí at nøkur klára seg væl í hondbólti fyri tíðina og ikki passa inn í høllina, sum skattaborgarar júst hava fíggjað niðri á Hálsi.  At íðka og halda seg virknan eitt langt lív er gott, men í eini samhaldsfastari samfelagsskipan, har alt verður fíggjað við andre folks penge og mínum egna skattaíkasti hvønn dag í árinum, haldi eg ikki at tað er rætt at seta so nógvar kollektivar skattakrónur í hondbóltshøllina, sum eisini kann brúkast til okkurt annað, soleiðis hissini, tá onkur hevur hug til tað, kanska seyðasýning har uppi í haganum. Politikkur er at prioritera.  Hóast sjálvur Tjóðveldisflokkurin, mín egni heiðurskrýndi hugsjónarflokkur, hevur havt akkurát sama aðalmál, 75 ár eftir fólkaatkvøðuna - at byggja eina ítróttarhøll - er hetta ikki á nakran hátt røtt politisk prioritering, sæð úr mínum sjónarhorni, um hon so verður kallað Ellintshøll.  Sjálvur vildi eg ynskt, at høvuðsstaðarkommunan tók yvir allar bygningar h

Orð sum spegilsmynd

Gestabloggari:  Tóra við Keldu, forkvinna í Megd Summi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir. Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran. Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum. Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur. Bretski journalisturin, Catlin Moran, hevur sagt, at fólk, vit eru saman við, eru eins og spegl. Vit síggja okkara egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um speglið er í lagi, síggja vit okkara sonnu spegilsmynd. Soleiðis læra vit at síggja og kenna, hvørji vit eru. Speglini eru ymisk, og tað er sjálvt „aftursvarið” okkum tørvar. Víðari sig

Niðrandi eyknevni í fótbólti

Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum. - Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann. Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbilettina. Men aldri minnist eg at filmiska yrkispressan happað nakran fyri eitt likamligt brek, sum til dømis í filmaðu ævisøguni um My Left Foot , har høvuðsleikarin bara kundi samskifta við vinstra fóti. Og fekk hægstu virðisløn fyri tað. Um vikuskiftið varnaðist eg, at yrkisliga ítróttapressan nú er farin at savna seg um eina aðra mentan. Danska Ekstrablaðið og eitt annað útlendskt

Vóru tað Holland ella Niðurlond sum vunnu?

Um vikuskiftið varð heimsmeistarkappingin í kvinnuhondbólti avgreidd í Kumamoto í Japan. Av Norðurlondum kom Noreg longst, norsku kvinnurnar spældu seg í hálvfinaluna, men eftir finaludystin millum Spania og Niðurlond, vunnu niðurlendsku kvinnurnar á teim sponsku við 30 málum móti 29. Hetta er fyrstu ferð at niðurlendsku kvinnurnar vinna heimsmeistarakappingina í hondbólti. Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan. Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har tey konsekvent siga og skriva Holland, og so í føroyskum miðlum, har tey nú eru vorðin so liberalt fevnandi, at tey ikki bara hava flutt seg frá eintýðuga landanavninum Niðurlond, sum var galdandi í 2014, til fimm ár seinni at brúka øll trý nøvnini Háland, Holland og Niðurlond. So kunnu vit sjálvi velja. Kanska er orsøk til at vera so fevnandi í júst hesum føri. Vit hava tøtt samb

Broytingar í miðlalandslagnum

Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo , og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt. Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin . Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfe

HM í fótbólti á Snar

Tað er eingin endi á, hvat tey finna uppá á undirvísingarportalinum Snar . Í dag sæst, at nú er heimsins fremsta fótbóltskapping byrjað í Russlandi. Fram til miðjan juli kappast fremstu fótbóltslandslið um heimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi. Soleiðis stendur í innganginum á nýggjasta tema, sum Snar nú skjýtur upp til undirvísing. Umframt fótbóltsyvirlit, er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum. Á nýggju temasíðuni verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Sum frá líður verða nøkur landslið og nakrir leikarar nærri lýst. Eisini fer HM-endaspælið at verða lýst úr einum føroyskum sjónarhorni. Her er temasíðan á Snar , sum fer at lýsa HM í fótbólti í Russlandi: http://snar.fo/hm2018/

Korea á breddanum

Í Útvarpinum í dag borðreiddu Ingi Rasmussen og Sissal Kampmann við tveimum tímum um Korea í frálíku sendingini Nón , avgjørt besta afturvendandi útvarpssending, sum í løtuni er á skránni. Fyrri tímin var um Norðurkorea og seinni tímin um Suðurkorea. Í hesum seinna parti av temasendingini slapp eg sjálvur at reklamera fyri nýggju temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar , sum er um sama evnið. Við olympisku vetrarleikunum í Suðurkorea 9.- 25. februar í ár sum høvi, hevur Snar sett sær fyri at kanna viðurskifti á koreansku hálvoynni. Olympisku vetrarleikirnir hava verið hildnir síðan 1924 og verða eins og summarleikirnir hildnir fjórða hvørt ár. Fram til 1992 vóru vetrar- og summarleikirnir sama ár, men síðan 1994 hava leikirnir verið forskotnir, so teir ikki eru sama ár. Umframt sjálvt ítróttatiltakið verður nomið við kalda kríggið, vinnulív, nútíðar K-popp og sjálvmorð millum ung. Í uppgávum verður birt upp undir kjak, hvørt altjóða ítróttatiltøk kunnu medvirka til at skap

Vitramannatos av Viralienburg

Dagin fyri Fjúrtanda hevur Virgar Vitri av Viralienburg gjørt støðuna upp í Tjóðveldisførjum. Hoydalsslektin er við Høgna dottin níður á lægsta pláss, og er nú í so stórum niðurflytingarvanda, at allar veddingarfyritøkur á Ørslevleiðini nokta at handla, vísa til Faxe Ladeplads og minna á at tíðin við Olsen Banden er farin. Men á ovastu rók stendur undirritaði við sjey stigum, eitt stig framman fyri Rana Nolsøe, fyri at orkestrera Tjóðveldisførjar á heimavødli. Okkum báðum sigursvissu á baki koma Jörgin Árnason Við Úlvsá, Kristina Háfoss og Jonhard Mikkelsen hvør við sínum fýra stigum. Á einum tvídeildum triðja plássi standa Tróndur í Gøtu og Carl Jóhan Jensen, við trimum Virgarseinglum í hendi. Erlendur, Sirið og Balle fáa tvey stig, og á niðasta plássi, sum nú - sambært virgarskum vitramannatosi er rætta plássið fyri Høgna Hoydal við bara einum stigi - eru eisini Che Guevara, Papmaché, Djengis Khan, Magni Arge og Árni Dahl. Soleiðis er støðan upp undir fjúrtandakappingina, sum nú v