Fyri ólavsøku hava tær tríggjar Katrin Christophersen úr Vestmanna, 22, Bryndis Hjartardóttir úr Kirkjubø, 21, og Barbara í Stórustovu úr Havn, 21, sett sær fyri at vitja allar bygdir og býir í landinum. Atlasið er ferðaætlanin. - Vit tóku studentspogv í 2009 og nú vildu vit gera okkurt kul, og funnu uppá at ferðast í egnum landi, siga tær afturvið einum kaffimunni á Hvonn, beint sum tær eru komnar úr Trøllhøvda. - Mann kann gott ferðast í Føroyum, siga tær sum við ein munn og siga, at vinfólk, sum fjakka úti í heimi vilja sleppa við. - Fyrsti túrur var vestur í Vágar 13. mai og higartil hava vit nátt 81 bygdir. Vit taka mynd av øllum teim gulu skeltunum hjá Landsverki. Men við Kollafjørð, Skálafjørð og aðrastaðni mugu vit brúka atlasið at finna fram til øll nøvnini, har summi eru á bláum skeltum, sum t.d. Søltuvík í Sandoynni. 110 bygdir hava vit talt okkum fram til, men hetta talið endurskoða vit alla tíðina, so vit náa allar, siga tær tríggjar, sum mangla Suðuroy, nøkur støð