Teldutala Jóhan Joensen við harugrýtuni í Áarstovu fríggjakvøldið. Harurnar eru úr Hvannasundi. Hetta var fyrsta tiltak úr gastronomiska kalendaranum Heima í Havn hjá Áarstova og Barbara Fish House. Eyðkendu sprossavindeyguni standa á glopp og tað glintar av grýtum og pannum úr køkinum heima í Havn, har menn stákast, nú harukvøld er í Áarstovu. Fyrstu harur komu úr Kragerø í Oslofjørðinum í august í 1855. Hetta árið vórðu fýra harur settar út í Hornabø og trý ár seinni aftur fýra, allar vetrarhvítar. Í báðum førum spelaðu tær beint niðan á Kirkjubøreyn. Síðan er nógv hent. Í bókini Føroya Náttúra verður sagt, at seinasta vetrarhvíta haran varð sædd í 1918. Nú eru tær vetrargráar. Ná, men nú eru tað brellbitarnir, brislingur frá Tavuni, sum verða lagdir á tallerkin. Kvinnurnar, ið borðreiða, hava sett vínið fram. Vínskráin er úr Suðurevropa og tey, ið standa fyri Áarstovu, hava vitjað vínbøndurnar og dokumenterað persónliga samstarvið í bókini Áarstova søga, vín og vi