Er tað nakar í Liverpool, ið hevur ein hava á høvdinum, so er tað Salah. Men nú hevur hýruvognsførarin Owen, sum eisini er samfelagsreyður fótbóltsfjeppari, koyrt okkum í havatúnið hjá Lennon og teimum, sum tað síðsta av teim fýra. Lennon er krúnan á høvdinum. Hús fyri hús hevur hann ein gimmick, sum er at fáa okkum at gera tað sama, sum sæst á eini søguligari mynd við úrvalda beatilinum, tá hann búði her. Í hesum føri at halla aftur á portrið, við vinstra beini nonsjalant yvir tað høgra. Meðan eg hyggi yvir á bláa National trust skeltið, sum bæði váttar og staðfestir, at her búði John Lennon, gongur upp fyri mær, at stuttabuksurnar lógu eftir. Í rigoristiska bretska stættarsamfelagnum leggur sjaførurin dentin á stætt, korð og familjuviðurskifti, og eisini eina persónliga meting av, hvønn beatil, honum dámar best í einum jøvnum dialogi við okkum fýra, sum sita aftanfyri. Og so hvørja LP okkum dámar best. Og her dugir hann hegnisliga væl at skjóta inn í millum, at hann eigur mest slit