Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðavinna

Brandan bjóðar bestubitar á jólum

Í mun til fyrr, tá eg ørminnist, at miðbýarmatstovur í Havn stongdu á jólum og nýggjárinum, hevur sama vinna hesa mest avbjóðandi myrkatíðina, longst frá útvenda ferðavinnusummarinum, fingið so góða undirtøku, at vinnan neyvan kann lýsast annarleiðis, enn at hon stendur í mest innovativa fagurblóma heilt frá borðreiðing til vøddamýking. Og uppvartaravinnan fer nú av álvara at røkka til Klaksvíkar eisini. Kalt er úti. Ein skal ansa sær í hálkuni, tí tungt er gamlamanna fall, sigur orðatakið hetta lívsskeið og hesa ársins tíð. Men vit koma fram í øllum góðum. Virgar Enghamar, er í durinum og bjóðar vælkomin inn í hitan. Um vikuskiftið hitti eg hann og kokkin, Jaspur Svabo Jørgensen, á Húsagarði, og so eisini Andras Sigmarsson Jacobsen, lærara á Tekniska skúla í Klaksvík, har hann stendur fyri matvøruútbúgvingini, har fyrstu sveinaroyndir fyri kokkar nú fara at verða. Men fyrst er tað fimm rættaða matskráin á jólum. Yvirtænarin, Mart Manuel, bjóðar niðurundir og inn í svalliga Gilið t...

Stættarsamfelagið í skúlans skotmála

Mynd Breddin KVF 18. novembur 2025 Onkur vil stillisliga gjalda meira fyri tey, sum hava minni og halda, at trupulleikin við stættarsamfelagnum hvørvir sum stormur í einum tekoppi, gera vit tað. Tað framgongur í Breddanum , flaggskipinum hjá Kringvarpinum, har Sigurjón Einarsson í dag er redaktørur, saman við Birgit Carinu Eliasen og Alvin Ellebye, teknikara. Í sendingini hoyra vit í telefonini Regin Marnersson, stjóra í skúlanum úti á Fløtum, sum er hin størsti í landinum, og landstýrismannin Djóna Nolsøe Joensen við ábyrgd fyri økinum, ið hevur eina dóttir í hondbóltsflokkinum, sum ljós verður varpað á. Gestir í sendistovuni eru Hedvig Johansdóttir fyri Barnabata, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Lillian Bjarnadóttir Poulsen er foreldraumboð fyri skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt fram til 2028. Hetta er Breddin í Kringvarpinum í dag. Evnið er tann trupulleiki, sum hevur tikið seg upp við tað, at ein hondbóltsflokkur á skúlanum hevur tikið ta í mínum eygum marghát...

Jólagávutíð

Gløgg er komið á borðið, Beatles sangir úr Vestmanna eru í væntu í Reinsarínum, jólagávur frá Netflix eru longu komnar og brúktar, og Trump vil hava BBC á húsagang. Vónandi fær hann ikki ta gávuna. Í dystopisku tonkunum úr maskulinistisku tjúkkbókini og manifestinum ”Hey :-)” frá Trygva á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, verið eg brotin av, tá indiski Savio prikar meg á økslina. - Hvat sigur tú til loligohøgguslokk, loligo forbesi, úr Miðjarðarhavinum, sum nú er komin so langt norður, hann sleppur, spyr Savio í Barbara Fish House, og sigur, at hann er nýveiddur á Føroyabanka. - Jú takk, hann vil eg fegin smakka, loligohøgguslokkin av Bankanum. Fyrstu ferð, eg møtti Savio , ið er úr Goa í India, var fyri hálvsjeynda ári síðan í hesum somu hølum og køki í Baianstovu . Nú er Siddesh, sum er úr sama indiska býi, kokkur saman við Savio, ið er matstovuleiðari. Tíggju-armaði høgguslokkurin er eksotiska moyrur og reinur í smakkinum, stoktur á pannu í ein minutt. Afturvið eru leim og bacalao k...

Føroysk matvinna undir eftirlit

  Mynd frá brá.fo Føroysk matgerðarlist, gastronomi, ella bara matarstøð, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur turrisliga og merkantilt sigur, eru í eini álvarsligari broytingartíð, har greið rák eru antin frameftir ella aftureftir. Frameftir, tá gomul føroysk matgerðarhevd verður foredlað, tá hon møtir fremmandum kokkum í føroyskum køki, og aftureftir, tá trendurin bráddliga verður at taka upp tað slambur og tey avroð, sum altíð hava ligið eftir, tá flett verður hesa ársins tíð. Langt er síðan Mouldi fekk okkum út at eta ein vælsteikan piparbúff við góðum paringsvíni. Síðan er so mangt hent, har tað femmanda møtir tí heimliga, so sum at Mortan fekk okkum at njóta sjerry við røstum og chablis afturvið tí hvítasta bankatoski, Janus Einar leyp brell á okkum við einum hummara-hotdog, og spola vit fram til nútíðarkrúnuna á gastronomiska Føroyaverkinum, so stendur Sebastian Jiméne z í durinum, og borðreiðir við náta, skerpikjøti, ræstum kjøti og súrhoyggi, ið alt samalt møtir og me...

Tit hava einki at gera í haganum!

Einaferð vit realskúlanæmingar vóru farnir at ganga, soleiðis uppá kvamsvís, niðan í hagan, tí ein okkara kendi gøtur og staðarnøvn, sum vit hildu vera stuttlig at vitja, renna vit okkum í ein bónda, sum roynir seg við skeljum og tøðum so langt vit síggja. Royndarbóndin brettir upp ermar, meðan hann boygdur stendur yvir bønum og blakar ymist til viks og fram fyri seg, sum hann telvar á jørðini at fáa tað besta upp. Meðan tað syngur í mastrarspennunum á Loranstøðini spyr hann, hvat vit hava at gera her uppi í haganum. Er hann illur, ella er hann ávarandi um at ganga á hesum leiðum, nú hann helst hevur gitt, at vit í tuflum og mest sum hvíttklødd ætla okkum niðan á hægsta tind. Áminningin kemur mær javnt til hugs, tá erpnir landsmenn avmynda seg sjálvar við vinum og fløggum á hægstu tindum nú fýrahundrað eru gingnir. Onkur meira enn eina fjallarundu. Undrist yvir, hvør djevul tað er, hesi friðleysu fólk renna undan. Úti í heimi hava vit marknaðarført okkum við at ganga á línu mil...

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

  Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær. Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv. Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi. Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky....