Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2013

Tey telgja sær gudar

Mundi nakar spyrja Medici ættina, tá onkur teirra fór um gøtur og stræti í Firenze at keypa list og listafólk til tað endamál, sum hóvaði teimum best og var mest sjónligt í alramanna eygum tá, fyri sekshundrað árum síðan? Omanfyri eru Medicifólkini sett inn í eitt heilagt kongafylgi í 1459. Giti, at italsku listafólkini hava verið fegin at fingið uppgávur og løn, at mála, snøgga og høgga. So fegin, at virksemið elvdi til eina endurburðartíð, rennesansuna, sum setti okkum perspektiv á tilveruna. Nógv er broytt síðan ríkasta ættin í Evropa kundi hoyggja við einum og hvørjum. Tá var eingin mentanarpolitikkur ella -grunnur at tryggja almenninginum eitt minstamál fyri egnar skattakrónur, og enn minni nakar fjølmiðil, sum kundi gjøgnumlýsa og avdúka tey duldu sambond, sum kundu taka seg upp millum handilsskap og listalig avrik í kirkjum og á torgum. Friður var at telgja sær gudar, hevði tú ráðini. Í dag eru vit altíð á varðhaldi og natúrliga mistonksom. Eisini tá ið Miklagarður

Stuttfilmur úr Miklagarði

Big Place er heiti á einum stuttfilmi, ið Thomas og Michael Koba hava gjørt fyri Miklagarð í eini verkætlan, sum Regin W. Dalsgaard stóð fyri. Trýst á myndina, og tú sært filmin. Regin meldaði filmin til Geytakappingina, har hann slapp við, men uttanfyri kappingina. Ikki tí, dómsnevndin metti ikki at hetta var lýsingafilmur, hóast Føroya størsti handil, Miklagarður, hevði bílagt og rindað fyri filmin. Dómsnevndin helt, at stuttfilmurin var ein poetisk lýsing av eini kvinnu, sum aktivt byggir tær nýggju Føroyar. - Vit eiga at bjóða henni og hesum stuttfilmi vælkomnum, varð sagt um filmin, tá Geytin varð handaður Dáva Djurhuus, sum vann við filminum Terminal . Í filminum Big Place fylgja vit tailendsku Patcharee Areesaman, sum sæst omanfyri, tá eg avmyndaði hana í Norðurlandahúsinum Geytakvøldið. Hon er gift í Føroyum og hevur fingið starv sum vaskikona um náttina í Miklagarði. Serliga spennandi haldi eg tað vera, at ein handilslig fyritøka velur at heita á professionell føroysk fil

Armslongdarprinsippið

KLUMMA Starvsblaðið 4 2013 Við árslok gera vit upp á ymsu økjunum og spyrja, hvussu skarst. Eg fari at leita til okkara orðafeingi, eftirsum vit í hesum ári á fyrsta sinni fingu eitt alment føroyskt Málráð . Tó, hetta orðið, sum eg javnan havi fingið høvi at hefta meg við og grunda yvir í hesum orðaríka ári, er enn ikki komið í nakra orðabók. Orðið er armslongdarprinsippið . Tá eg leiti í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum, sum allar eru undir fingrasnippunum, er nærmasta orðið arm’s length , sum á føroyskum verður til armslongd. Kanska er tað ein ávísur trekleiki, obstacle , at fáa hetta orðið inn í føroyskt gerandismál. Ikki tí, tað munnu vera meir enn tíggju ár síðan eg fyrstu ferð hoyrdi Jóannes Dalsgaard (f.1940) greiða frá hesum hugtaki, armslongdarprinsippinum, í Mentamálaráðnum fyri okkum, sum tá sótu í Mentanargrunninum. Um enn hon var gomul, vitanin, tóku vit fegin og forvitin við hesi nýggju vitan um mentanarpolitikk úr okkara grannalondum, sum í ritinum Menta

KOKS til Kina!

Stórbæra bókin KOKS er í fýra førum við í kappingini um heimsins bestu kókibók. Tað siga bókaútgevararnir í tíðindaskrivi í dag. Upplýst verður, at føroyska bókin KOKS er komin í endaumfarið í kappingini um Gourmand Cookbook Awards 2014, ið fakfólk rópa Oscarvirðislønin fyri kóki- og matbøkur. Í fýra deildum fer føroyska bókin at kappast móti 283 finalistum úr allari verðini. Bókin KOKS er komin í endaumfarið í hesum fýra kappingum: Heimsins besta kókibók, við høvuðsdenti á fotomyndir, Heimsins besta professionella kókibók, Heimsins besta bók fyri kokkar og Heimsins besta skandinaviska køksbók. Vinnarar í tilsamans 56 kappingarbólkum verða kunngjørdur úr Beijing í Kina 19.-21. mai í 2014. Fororðini í bókini KOKS skrivaði René Redzepi, høvundur er Bent Christensen, enska tekstin skrivaði Poul F. Guttensen og føroyska tekstin skrivaði Jonhard Mikkelsen. Myndamaður er Claes Bech-Poulsen, niðanfyri, og útgevari er Books for Cooks. Bókin KOKS tekur støði í matlistini hjá Leif

Dávur Djurhuus fær Geytan

Dávur Djurhuus, sum sæst omanfyri, fær Geytan í 2013 fyri filmin Terminal. Tað er Norðurlandahúsið, sum letur Geytastandmyndina, sum Dávur hevur i høgru hond og ein kekk, ið er 25.000 krónur, sum hann hevur í vinstru hond. Amerikanska Meira Blaustein, sum stendur fyri The Woodstock Film Festival, var fegin um filmin, eins og Sakaris Stórá, aftanfyri Helenu Dam á Neystabø, og eisini Jan Berg Jørgensen á niðaru myndini, har hann og Dávur tosa við Elina Heinesen. Dómsnevndin, sum letur Geytan, er frá vinstru niðanfyri, Meira Blaustein, Birgir Kruse, Marjun Niclasen, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen. Eins og í fjør var Finnur Koba hin best hugsandi verturin fyri Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum. Í steðginum, tá allir filmar høvdu verið sýndir, savnaðust fólk í foyerini til ein reyðan Geytasjuss, meðan atkvøtt varð um Áskoðaravirðislønina. Niðanfyri sæst Sakaris Stóra saman við Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, sum er annar høvuðsleikarin í Vetrarmorgun .

Filmsendikvinna úr Woodstock

Í hesum døgum er Meira Blaustein í Føroyum at tosa um film og filmsgerð á smáum støðum í øllum heiminum. Omanfyri sæst hon saman við Bjørn Kalsø, landstýrismanni í mentamálum, við jólatræið í Norðurlandahúsinum. Meira Blaustein er útlendska umboðið í Geytadómsnevndini, og er ein av fimm, sum í kvøld skal gera av, hvør fær Geytan í 2013. Í fjør var týska Linde Fröhlich frá Nordische Filmtage i Lübeck útlendski dómsnevndarlimurin. Meira Blaustein nýtti eisini høvið at tosa við Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, um møguleikarnar fyri at tað almenna stuðlar føroyskari filmsgerð, nú tríáraskeiðið hjá Norðurlandahúsinum rennur út og eingin filmsgrunnur enn er í landinum. Poul vissaði Meira um, at útlitini eru góð fyri at Mentunargrunnurin frá og við komandi ári fær eina hóskiliga upphædd, ið verður oyramerkt til filmsgerð. Í hvørjum føri er ætlanin at trý sakkøn fólk viðmæla, tá játtað verður at stuðla filmsverkætlanum. Á fimtanda ári skipar amerikanska Meira, s

Føroyskur filmur møtir Woodstock

- The energy in this room is very good, segði Meira Blaustein, tá hon í dag endaði væleydnaðan kjakfund um film í Norðurlandahúsinum, har seytjan fólk vórðu møtt at tosa um egnar filmstankar og -ætlanir. - Now go out and change the world from where you stand, vóru ráðini til fundarfólkini, sum klappaðu og takkaðu fyri kveikjandi orð úr Woodstock, NY, har 6000 fólk búgva. Síðani ár 2000 hevur Meira Blaustein skipað fyri The Woodstock Filmfestival í heimbýnum, sum er kendur fyri konsertina í 1969. Í morgin er Meira við í dómsnevndini, ið skal gera av, hvør skal fáa Geytan, sum fyrstu ferð varð handaður í fjør, tá Sakaris Stórá fekk hann fyri stuttfilmin Summarnátt . Niðanfyri sæst hann millum Dáva Djurhuus, til vinstru, og Siggu Vang, til høgru. Longst til høgru er Meira Blaustein. Dávur, sum býr í London, var akkurát komin við Norrønu. Eftir siglingartúrin var hann bæði álvarsligur og skemtiligur, og  Terminal er heitið á filminum, sum Dávur hevur við í Geytakappingini.

Geytin í Norðurlandahúsinum

Mikukvøldið 11. desember 2013 kl 19:00 verða átta føroyskir stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sýndir í Norðurlandahúsinum, har Finnur Koba verður vertur. Eisini verður ein heimildarfilmur, sum ikki er í kapping, sýndur. Eftir sýningarnar verður avdúkað, hvør vinnur Geytan, sum er 25.000 krónur og ein prýðilig standmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Sama kvøld fáa áskoðararnir høvi at velja sín yndisfilm við beinleiðis atkvøðu á staðnum. Vinnarin fær Áskoðaravirðislønin Tórshavnar Býráðs, sum er 15.000 krónur. Fjúrtan filmar komu inn til kappingina. Ein samd dómsnevnd hevur valt at vísa níggju av innkomnu filmunum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 11. desember kl 19:00 í hesi røð: TÚ, sjónbandalag eftir Jóannesi Lamhauge TERMINAL, stuttfilmur eftir Dáva Djurhuus EINA, stuttfilmur eftir Andriasi Høgenni TRUE LOVE, stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum VETRARMORGUN, stuttfilmur eftir Sakarisi Stórá MUNSCH