Skip to main content

Posts

Showing posts with the label sangur

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Georg Eystan Á, og eina nýggja nem

V4 tátturin er enn við sítt fríska lív

Meir enn hálv øld er runnin síðan Útvarpið fór undir V4 sendingar og skapti ein pall fyri føroyskari táttayrking, sum eingin hevði sæð fyrr.  Meðan V4 fór oyggj úr oyggja at fíggja Útvarpshúsið, vórðu sangarar av báðum kynum funnir, sum við besta fylgispæli bóru fram spillfeskar tættir, ið navnsnevndir, ella í hvussu er eyðkendir yrkjarar, settu saman til dagin og tiltakið, alt eftir hvar í landinum vit vóru, og hvørjar hendingar og støður sipað varð til.  Ein sjáldsama tíðarbundin hevd, sum í fleiri førum var tann beri og blektaði sangskaldskapur, seinni eisini á plátu, við varandi virði og undirfundigum sannleikum úr gerndisdegnum.  Veit, at eg ikki havi verið einsamallur at halda, at henda bók- og sangmentanarliga siðvenja langt síðan var mett sum deyð og farin av øllum føroyskum pallum.  V4 er jú hildið uppat, Gekkurin er komin í staðin, og fyri at keypa seðilin og halda øllum gangandi sum í V4 tíðini, fær lurtarin í dag einki undirhald afturfyri. Hevdin er dottin burtur. Men mitt