Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni. Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis, at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú. Fyrra dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat eg havi opið á telduskíggjanum. Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg vei...