Løgtingsvalið er av og miðlarnir hava gjørt sítt, at kunna okkum øll um forsagnir, viðmerkingar so hvørt, og vitjandi innsløg hjá teim valdu. Framúr avrik, sum hvørja ferð skapa nýggj úttrykk og nýggjar møguleikar hjá teim uppstillaðu og okkum brúkarum, eygleiðarum og veljarum. Nýggi miðilin eg varnaðist til hetta løgtingsvalið var biograflýsingin hjá Sunnva Dahl Høgfeldt. Og so var eg ein túr inni í Bitanum í Steinatúni, har Tjóðveldi bjóðaði nýflogið skerpikjøt við tyrluni úr Dímun. Gott prát, gott kaffi og góð útsikt. Havi ikki fyrr sett meg inn millum líkasinnaði, tí mær hevur ikki dámt at gera tað. Líkaso samhugað tað er fyri okkum líkasinnaðu, líkaso mansuppdekkandi er tað fyri tey, sum eru uttanfyri, men tó kundu hugsað sær at komi inn at vita, hvat fyriferst inni her. Soleiðis er við øllum losjufelagsskapum og teim, sum longu syngja í sama kóri. Tað dregur á bæði. Attraktivt og frástoytandi. Hvar er markið fyri at prædika til kórið og halda hini úti. Annars var alt tað sama v...