Eiler Fagraklett í Havnar Bio, har hann hevur sæð "Barbie" saman við vinkonunum. Niðanfyri er ummælið hjá Eileri av filminum, sum hann sá sunnukvøldið Hósdagin hevði nýggi Barbie filmurin heimsfrumsýning, og eins og so nógvir aðrir føroyingar, nýtti eg høvið at síggja nýggja filmin sunnukvøldið. Ein filmur, sum óvanliga nógv hevur verið prátað og skrivað um síðsta hálva árið. Hetta gjørdi, at nógv varð væntað av upplivinigini - og eg má siga, at Barbie og Ken skuffaðu ikki. Í filminum spælir Margot Robbie høvuðsleiklutin sum Barbie, meðan Ryan Gosling spælir Ken. Søgan fylgir teimum báðum á eini sjálvrannsaknandi ferð eftir, at tey uppliva eina eksistentiella kreppu. Sum samkyndur drongur í áttatiárinum varð eg sjálvandi hugtikin og til tíðir drigin at ljósareyða dreymalandinum hjá Barbie. Men tað var ein onnur tíð, og tá var tað ikki væl sæð, at dreingir spældu við dukkur, og so slett ikki við hina mest femininu dukkuna av teimum øllum: Barbie. So eg fekk aldri eina Barbie