Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2016

Kommunuval - nýggj temasíða á Snar

Nám hevur gjørt nýggja temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um kommunuval . Myndin er av byrjanarsíðuni. Tilfarið vendir sær til hádeild í fólkaskúlanum í móðurmalsundirvísing, søgu og í ætlaðu lærugreinini samfelagsfrøði. Tilfarið kann eisini brúkast tvørgreinaligt. Støðið verður tikið í, at vit velja kommunustýri fjórða hvørt ár, og hvussu hetta fer fram. Eisini verður staðfest, at um fýra ár, tá ið næsta kommunuval er, tá hava fleiri av næmingunum høvi at velja eitt umboð í kommununa - ella kanska verða tey eitt av valevnunum! Sagt verður í tekstinum, at ”tí hevur tað alstóran týdning, at tú gert teg til reiðar at taka støðu, lærir teg at lurta og vera atfinningarsaman, og dugir at greiða frá, hvat tú heldur hevur týdning í tínari kommunu, sum jú eisini er TÚ!” Á temasíðuni um kommunuval er eisini ein drúgvur partur um fólkaræði sum stjórnarskipan. Har verður nomið við nasismu, Stalin og kommunismu, fólkaræði mótvegis einaræði, vælferðarsamfelagið, um internetið kann sty

Veðrið má sær sjálvum ráða

Í dag var fyrsti skúrur við heglingi. Púra óvæntaður eins og jólasølan, sum longu er byrjað. Bónus lokkar við piparnøtum og Mylnan við jólabollum. Alt fotograferð innan sama avmarkaða øki við Hoyviksvegin í Havn. Í morgun mól hann av ymsum ættum, og við Nólsoy og rísandi sólini fyri stavn, mátti eg sanna, at viskarabløðini eiga at verða skift. Um  svingið, har land og kommuna møtast á vegnum, kappast nøkur skelti um at verða vald, teirra millum Sjúrður, Marin Kathrina, Jesus og Helena. Og tað í nevndu raðfylgju. Smærru profetarnar á bønum varnaðist eg ikki í morgun. Út  á seinrapartin regnar aftur. Her er vegkrossurin Fútalág-Stoffalág og oman í Tórsbyrgi, nú eisini við ælaboga. Meðan veðrið í dag er trick or treat  og nógv afturat, er vert at gáa um henda kassan á pallinum í túninum á Keypsamtøkuni. Tað má sær sjálvum ráða, veðrið.

Nei, eg velji ikki løgtingslimir í býráðið

Vágaportalurin, sum altíð er fyrstur, spyr um eg á kommunuvalinum 8. november fari at velja eitt valevni, sum longu situr í løtinginum. Nei, tað fari eg ikki at gera. Orsøkin til tað er, at vit liva í einum fólkaræðisligum samfelag, har vit við okkara eina og lógliga atkvøðuseðili í hondini velja eitt umboð í okkara stað. Júst tí er tað, at vit hava umboðandi fólkaræði ikki bara í kommununi, men eisini í løgtinginum og sanniliga eisini í fólkatinginum. Skulu øll valevni sita á øllum stólum í senn og - sum vit hava sæð við borgarstjóranum í Havn sum dømi, tá hann varð danskt ST-umboð í Amerika - aldri víkja sæti fyri demokratiskt valda valevni nummar tvey, so hava vit skert fólkaræðisligu skipanina, sum nú bara virkar við hálvari ferð. Persónliga maktgreðin - og ikki fólkaræði sum umboðandi tænasta okkara vegna, sum eiga atkvøðuna - verður so gessiga sterk, at hin valdi fer aldri at víkja sess fyri næsta persóni, manni ella kvinnu. Tað er sjón fyri søgn. So løgið tað ljóða

Norðurlendsk vika

Tað er norðurlendsk vika, sum endar við nýggjum lovsangi hjá Sunnleivi Rasmussen og Kim Leine týskvøldið, tá Norðurlandaráðið handar almennu virðislønirnar í ymsu listagreinunum, og fyri náttúruvernd, í konsertsalinum hjá DR frá klokkan sjey og út á kvøldið. Norðurlendski samleikin hevur tað gott, hóast breið semja er um at hann hevði tað nógv betri fyrr, tá hann enn hevði fólksligar røtur. Í dag er alt norðurlendskt samstarv stýrt av verkætlanum, sum byrja og enda á einum skriviborði og ikki spretta úr hjartanum á livandi fólki. Tann tíðin er farin. Bleiv styrktur og sannførdur av sonnum í hesum tanka um frumevnið í norðurlendskum samstarvi í gjárkvøldið, tá norska sjónvarpið, NRK 1, sendi ein borandi dokumentar, Brennpunkt , sum fyri ein lítlan part lýsti agiteraða prædikumannin, pengainnkrevjaran og Harry Potter brennaran Jan Hanvold. Sum sæst á myndini omanfyri er hann hugaður fyri norðurlendskum samstarvi, eisini føroyskum og sámiskum. Fløggini hanga øll har. Undirtek

Bestu norðurlendsku filmar á DR K

Tað er ikki bara fótbóltur, sum fær sjónvarpsredaktiónir at rudda skránna. Í sjey dagar innan norðurlendska filmsvirðislønin verður handað í konsertsalinum hjá DR, týskvøldið 1. november kl 19:00, fer sjónvarpsrásin DR K at kjakast um og vísa tað besta av nýggjum norðurlendskum filmi. Sýningarnar eru kl 20:30. Mánakvøldið byrjaði við kjaki í sendingini Salon K um tað norðurlendska í filmi, afturvið eini meting av støðuni í altjóða ljósi. Per Juul Carlsen, sum er limur í norðurlendsku dómsnevndini og programmedarbeiðari í DR, helt, at serliga svenskur filmur er tyngdur av eini turrisligari sosialrealismu, sum var tað ein skúlabók við uppgávum og ávising til skúlapsykolog afturvið. Eftir hesa bersøgnu meting, varð svenski familjususpense filmurin Force Majeure (Ruben Östlund 2014) sýndur. Ein av framleiðarunum, Katja Adomeit, er sami filmsframleiðari, sum Sakaris Stórá í løtuni arbeiðir saman við. Filmsfelagið vísti Force Majeure fyri fullum sali í Havnar Bio í fjør. Sami filmu

Amariel og Joel í Lambagerði

Fríggjadagin 28. oktober kl 16 letur upp ein framsýning við verkum hjá Joel Cole og Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum, vaks Joel Cole upp í Shakopee í Minnesota. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir, sum Joel skapar, spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar definitiónini av list hjá áskoðaranum.   ”From understanding the properties of the materials used, all the way down to the cellular characteristics and longevity, to being acutely aware of the emotional state of everyone involved in the artistic process, I tend to create a story around each piece - a story that reflects not only the intent of the piece, but also a documentation of everything brought to the act of creating the final piece. I believe the process is bigger than the product,” sigur Joel Cole. Amariel Norðoy er íðin málari og grafikari, sum vit kenna væl frá nógvum framsýningum. Útróðrarbørn, sálmar lívsins er heitið, su

Vilt tú hava bomm?

Henda fitta gentan vildi hava bomm. Tað fekk hon í ríkiligt mát, og vildi bjóða mær burturav. Alt fór í gólvið, og ótolnir menn og konur í langa fríggjadagsraðnum, máttu seta fótin varisliga á handilsgólvið, skuldu tey ikki øll fara á rull og detta. Eftir at hon hevði savnað sum mest av bommunum upp í lógvan í eini ivasamari roynd at rudda gólvið, helt eg, at hetta var ársins myndaevni. Spurdi mammuna, um eg kundi taka eina mynd, og tað var gamaní. Klikti og fór gjøgnum kassan, og veit tí ikki, hvussu bommsøgan spældi av. Men fór at hugsa um tað menniskjansliga løgna og handilsliga skilagóða, at seta øll bommini í leysari vekt beint við kassan, har øll skulu út, og tað júst í barnahædd. Tú skalt ikki hava gingið leingi á handilsskúla at skilja, at hetta er heimsins besta plasering og aldarinnar dyggasta freisting, ja ein nýuppfinning av hugtakinum haltkjaftbomm ein fríggjadag seinrapart í endanum á tíggjunda mánað. Men gentan spleysaði alla handilsvinnuna av. - Vilt tú hava bomm?

Fyrilestur undan filminum "Havið Brennur" (Fuocoammare) í Filmsfelagnum

»Nær fanin endar hesin gallskapurin?«, vildi barreigarin vita. Hann stóð og hugdi at einum tómum, svørtum gummibáti, sum sløddist á strondini á grisku oynni Lesbos fyri einum ári síðan. Hann sá ikki út av nógvum, gummibáturin. Tað var ikki til at fata, at sløk 50 fólk høvdu ferðast í honum úr Turkalandi. Men barreigarin visti ikki síni livandi ráð. Hann tímdi hetta ikki meira. Stríði streymurin av skroybiligum gummibátum var einfalda orsøkin til, at grundarlagið hjá honum var farið at ridla. Og væl tað. Ferðavinnan á Lesbos var fyri stórum bakkasti. Oyggin við teimum 90 túsund fólkunum, sum í høvuðsheitum livdu av ferðavinnuni. Nú vildu ferðafólk av góðum grundum ikki lata seg hjúkla um á strondini, meðan flóttafólk í hópatali vassaðu upp úr vatninum. Ferðafólkini valdu Lesbos frá. Og munandi færri pengar komu í kassan hjá barreigaranum. Sjálvur segði hann seg hava tikið stikkaran úr moralsku kontaktini. Hann hevði fingið nokk. Har var einki at rafla um. Flóttafólk

Til lukku, Heðin!

Í dag fekk grannin, Heðin M. Klein, virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Tað orðið . Dómsnevndin sigur, at " Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina gev mær uttan íhald sóknast eftir tí eina rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi. Savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara." Tað er aðru ferð, at Heðin fær hesa okkara einastu virðisløn fyri fagurbókmentir. Fyrru ferð var í 1985. Til lukku, grannin! Myndirnar báðar tók eg í Tórsbyrgi 8 í november í fjør, tá Høgni Mohr lýsti Heðin í samrøðu í Skúlablaðnum.

Tomas Villum Jensen í Føroyum

Danski filmsleikstjórin og filmsleikarin, Tomas Villum Jensen (f.1971) vísur mær búmerkið fyri sendingina  Villum & Schmidt ,  har hann og Jonas Schmidt eru á hægsta fjallinum í Afrika, Kilimanjaro, í Tansania. Saman við konuni, Mariu Montell, og børnunum, er Tomas í Føroyum í hesum døgum. Hann bleiv kendur í 1991 sum ein av dreingjunum í filminum hjá Søren Kragh-Jacobsen Drengene fra Sct Petri , ið lýsti donsku mótstøðurørsluna undir krígnum, og bygdi á samnevndu ungdómsskaldsøguna hjá Bjarne B. Reuter. Tvey ár seinni var Tomas við í mest lisnu ungdómsskaldsøguni,  Det forsømte forår , tá Peter Schrøder gjørdi søguna hjá Hans Scherfig til film, og Tomas fekk søguliga leiklutin sum hann, ið eitrar lektor Blomme við einum maltbommi. Síðan hevur Tomas sjálvur gjørt nógvar filmar, millum aðrar tveir í røðini Min søsters børn . Eftir at hava verið vælumtóktur sjónvarpsvertur, ger hann nú ferðasendingar til sjónvarp, har stuttligar ferðaupplivingar, ið knýta seg at tankanum um

Dokumentarfilmar sleppa í biograf

Seinastu fáu árini hevur verið gjørligt at síggja dokumentarfilmar í biografinum. Nevnast kann filmurin um amerikanska sangaran Rodriguez Searching For Sugar Man í 2012, og danska filmin Ekstra Bladet: Uden for citat í 2014. Nú fer Filmsfelagið at vísa italska filmin um flóttafólk á lítlu oynni Lampedusa Havið Brennur . Leikstjóri er Gianfranco Rosi og italskað heitið á filminum er Fuocoammare , har vit fylgja 12 ára gamla dronginum Samuele, sum er vaksin upp á oynni, har flóttfólk koma í hópatali. Filmurin verður vístur við donskum undirteksti. Filmsútleigarin Camera Film, sum rekur Grand Teater í Keypmannahavn, hevur gjørt stutt undirvísingartilfar til júst henda filmin og um dokumentarfilm yvirhøvur. Undirvísingartilfarið fast ókeypis frá Filmsfelagnum. Kendi danski rithøvundurin  og filmsummælarin, Bo Green Jensen, sigur í Weekendavísini um filmin, at "Rosi siger aldrig tingene direkte. Han redigerer og klipper i virkeligheden, men han gradbøjer ikke sandhedsvær

Heystfagnaður á Eiði

Fyri felagssangin út móti midnátt, er uppboðssøla á Eiði, har Heystfagnaður er á triðja sinni. Tað er leygarkvøld og pallurin er júst á tí stað, eg fyrstu ferð keypti bensin frá Óla í Pállstovu í 1975. Á pallinum í kvøld stendur Jørgen Niclasen, sum er uppboðssøluhaldari. Anfinn Kruse, sum hevur egið byggivirki í bygdini, men eisini er íðin óðalsbóndi, eigur síðsta boðið, sum er sekstúsund og fimmhundrað krónur. - Í summar fært tú ein bita, lovar hann. Eiðismenninir, ið standa við síðuna av Jørgen, eru í føroyskari húgvu og myrkamorreyðari troyggju við silvurknappum. Tað er ímyndin av Heystfagnaðinum, sum borgarstjórin, Jógvan í Skorini og sonurin, taka undir við. Teir standa í brekkuni omanfyri húsini í Garði, millum Andrasstovu og Jákupsstovu við sýni oman á Lágarygg og Hamar, sum nú eitur Fjøruvegur. Tríggjar ferðir hava tey á Eiði havt Heystfagnað, ið er eitt gildi, sum tey sjálvspeiandi kalla tað mest bygdasliga í øllum landinum. Í góðveðrinum í ár kundi tú eygleiða ungar