Tá sett verður á eini gomul hús, vella kenslurnar fram hjá fólki, ið ganga fram við, og alt teirra lív hava vant seg við tað lívliga virksemi, sum fyrr var í gøtuni við Kongabommum, súltutoyi og Per ísum í grønum og gráum súllpappíri, og ikki varnast, at tað virksemið langt síðani er hildið uppat, og nú bara sæst á varðveitandi fotovegginum niðri á Kafé Kaspar. Her uppi er tað bara Kissa, ið eigur seg sjálvt, húsið, og handilin. Kulissan Kondittaríið, sum stendur tóm uppi á horninum yvir av Ebenezer, ið kundi verið opera, eigur Kommunan eins og hitt virkna Meiaríið longur niðri. Kanska kundi Tjóðpallurin verður bygdur við tveimum matsjandi hæddum omaná Meiaríið, hugsi eg niðri í lagdini í Frantsabrekkuni, har tað í ovara borði er eitt monstrum av einum kassa, har bestu køkur í verðini fyrr vórðu seldar í teim flottast kringumstøðum við keramiskum flísafronti, har tríggir kondittarar vóri innanfyri, minst ein útlærdur á La Glace. Og á jólum vórðu dunnur og gæs stoktar til...