Skip to main content

Posts

Showing posts with the label filmur

Ummæli No Rest for the Wicked

"No Rest for the Wicked" er bíbilska heitið frá Jesaja, sum nýggi romantiskt vampyriski ræðufilmurin tekur á seg við einum nýggjum sjangrukvinki, tá hann á føroyskum og donskum vil lýsa kærleika og knýtið millum menn við Føroyum sum palli og søguligum baksýni. Tað er ikki bara blóðsúgvandi vampyrar, ið hótta lívið millum gudsóttandi útróðrarmenn, ið, orðaleysir og bundnir at báti, tráa eftir sama kyni. Við vágvillum havi og stormandi regni er vatnið og vætan ein frásagnarliður, sum bæði er hóttan og reinsan, í hesum berliga samfelag, har eingi trø eru. Filmurin byrjar við ungu mandigu stjørnuni, Egor Venned , sum er Baldur, einsamallur á útróðuri, ið millum trøllsligu skerini inni undir landi hoyrir onkran rópa í tokuni. Hann fer at hjálpa, men kemur sjálvur í óføri og verður bjargaður av fremmandamanninum, Pilou Asbæk, ið er danskur hvalastingari, Helgi. Teirra samstarv og kollektiva leikaravrik er allan vegin framúr. Sekvensurin er mest sum eitt tableau úr "Don Juan ...

- Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur

Kasper Kalle er leikstjóri, nú vit í næstu viku sleppa at síggja "No Rest for the Wicked". Hann stendur á bryggjukantinum aftanfyri Sofiu Nolsøe Mikkelsen, sum er Ásla, Pilou Asbæk, ið er Helgi og Egor Venned, sum er Baldur. Foto Christian Geisnæs. Í dag gevur danska filmstíðarritið, Ekko , filminum fimm stjørnur. Eisini í Montreal hevur filmurin fingið hópin av framúr góðum ummælum í kritisku pressuni og borið hann saman við filmar hjá Robert Eggers. Nú verður filmurin sýndur á 25 altjóða filmstevnum. Framleiðari er SF Studios, hin størsti í Norðurlondum. Hinir báðir framleiðararnir eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi. Í 1980'unum gjørdist eg bilsin, tá ein týskari frá filmstevnuni í Berlin, Wieland Speck, vitjaði Filmsfelagið við klassiskt gotisku søguni ”Manor”, sum í smálutum lýsti Føroyar, og seinni kom út í týddari útgávu. Hvussu kom henda sermerkt fantastiska søga á tína leið? - Fyri fimm árum síðan hevði eg eitt hugskot um ein spælifilm, og...

At spæla á okkara egna máli

Foto Jacob Møller Kjartan Hansen er Suni í filminum "No Rest for the Wicked", ið verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 2. septembur. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn frumsýning í Havnar Bio, sum sýnir filmin næstu dagarnar, og 8. septembur er sýning í Løkshøll. - Sum sjónleikari veit eg, at tá vit spæla á okkara egna máli, og spæla nógv, tá mennast vit við rúkandi ferð, sigur Kjartan undan sýningini. - Tað var Anja Phillip, castari, sum bjóðaði mær til upptøkuroynd í Keypmannahavn, í januar 2024. Meðan eg gekk og bíðaði eftir svarinum, var eitt sindur av manereri, fyri at fáa tingini at passa saman. Eg var í føstum starvi á Aarhus Teater og mátti hava orlov, fyri at hava stundir at filma. Tað merkti, at siga farvæl til tveir óluksáliga spennandi leiklutir á Aarhus Teater. Og tað er ikki bara at siga tað. Foto Jacob Møller Annar var Rogozjin í "Idioturin" eftir Dostojevskij. Hin var Alan í leikinum "Carnage" - fleiri kenna kanska filmin fr...

Sofia er mamma Baldur

Sofia Nolsøe Mikkelsen hevur leiklutin sum mamman, Ásla, í filminum "No Rest for the Wicked", ið verður sýndur á undanframsýning í Filmsfelagnum mikudagin 2. septembur. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn frumsýning í Havnar Bio, sum sýnir filmin næstu dagarnar, og 8. septembur er sýning í Løkshøll. Framleiðarin, Lars Bredo Rahbek, sigur, um "Manor", at hesa søguna hevur Karl Heinrich Ulrichs hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. - Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest. Ævintýrið hjá H.C. Andersen "Søgan um eina móðir" er livandi og nemandi søgugongdin, subplottið , ið gevur filminum eitt ævigt gildi og breitt galdandi virði,...

Egor er Baldur í No Rest for the Wicked

Egor Venned býr í New York, men er føddur í Russlandi og kom sum tvey ára gamal til Føroya, har hann vaks upp. Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn. Hann hevur verið á forsíðununum á mótabløðum sum Vogue, og gingið catwalk fyri Versace, Armani og Tom Ford. Umframt at verða millum fremstu modell úti í heimi, hevur Egor fingið undirvísing í leiklist, at menna førleikan at standa á palli, tá rætta høvið kom á hansara leið. Høvuðsleikluturin sum Baldur, har hann í "No Rest for the Wicked" spælir saman við altjóða Game of Thrones stjørnuni Pilou Asbæk, er fyrsta høvið hjá Egor at royna seg á filmi. Ummælarar siga, at undirspældi stílurin og sakleyst melankolski framburðurin hjá Egor sampakkar væl við Baldur, ein leiklutur, ið samstundis førir hann aftur til heimlandið, har alt byrjaði. Ein bimbur í New York - Fyrstu ferð eg las ”Manor”, sá eg fyri mær, at søgan fór fram á Slættanesi í Vágum, h...

Frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin

  Samrøða við Lars Bredo Rahbek, framleiðara í SF Studios, Keypmannahavn, um filmin "No Rest for the Wicked" undan frumsýningini í Havnar Bio. Medframleiðarar eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi. Hvør í sínum lagi hava danski filmsframleiðarin, Lars Bredo Rahbek, og eg sjálvur havt áhuga í týsku stuttsøguni "Manor" , sum fer fram í Føroyum og kom út í Leipzig í 1885. Týski løgfrøðingurin og politikarin, Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), skrivaði søguna, eins og hann sama ár skrivaði "Der Mönch von Sumbö". Eiler Fagraklett, talsmaður í LGBT+ Føroyum, skipaði fyri, at týska søgan kom út í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban í 2014, myndprýdd av Jón Sonna Jensen. Tað er úr hesi týsku søguni, "Manor", at Rasmus Birch hevur skrivað filmshandritið saman við leikstjóranum. - Eg eri so stoltur av hesum filmi, sigur Lars, og avdúkar, at hann var í Føroyum, tá Nils Malmros gjørdi filmin "Barbara" (1997). - Upprunaliga...

Filmar í felag í heyst

Í dag hevur Filmsfelagið kunngjørt nakrar av filmunum, sum eru á heystskránni og heilt inn í nýggja árið við Cannes vinnaranum "Fjord", sum hóast rumenskur er eins norskur og heitið. Filmsfelagið byrjar við eini føroyskari undanfrumsýning, "No Rest For The Wicked", ið byggir á týsku søguna "Manor", sum fer fram í Føroyum og er givin út í føroyskari týðing eftir Hanus Kamban. Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Umframt at viðgera kynspolitisk viðurskifti, sum í fyrsta filmi og í "Teenage Sex and Death at Camp Miasma" í novembur, fevnir skráin eisini um dialogskapandi filmar av geopolitiskum slag, sum í søguliga bretska spælifilminum, "Palestine '36", og ísraelska heimildarfilminum, "Innocence", ið viðgera viðurskifti undir ævigt aktuellu støðuni í Ísrael og økinum harumkring. Í seinna førinum verður leikstjórin sjálvur til staðar og fer at innleiða sýningina. Franski bókmentanarligi klassikarin hjá Albert Camus, ...

Hetjuhamar í hópatali

Ummæli av "The Odyssey" (Christopher Nolan USA 2026 172 min): "The Odyssey" er besti filmur beint nú. Eingin ivi um tað. Hann gongur í Føroya seinasta biografskansa, Havnar Bio. Skalt tú síggja bara ein film í ár, ella í fleiri ár, so er hesin eitt gott, kanska besta, uppskot. Prísurin er 115 krónur og hóast avgjørt ikki barnafilmur, verður hann sýndur uttan aldursmark. Í Danmark, hagani undirtekstirnir koma, er aldursmarkið ellivu ár. Filmurin hevur enskan dialog, og er leysur av forngrikskum kvæðastevi. Bara í einum lítlum sekvensi hoyra vit ein vitugan mann siga nakað á forngrikskum. Tað er sum at vera aftur í tímunum hjá Hans Jacob Debes og Arnbirni Mortensen í Hoydølum í sjeytiárunum. Lærugreinin er fornaldarfrøði, ein av teim heilt góðu, men kortini varð hin fyrsta, ið effektivitetsfyristingin av skúlaverkinum skar burtur. Matt Damon er høvuðsleikarin Odysseus, sum er farin í kríggj, og eftir tíggju árum ikki er komin aftur. Heima er órógv, konan, Anne Hatha...