Sara Johnsen, niðast, hevur leikstjórnað norska filmin, Upperdog, sum kappast við fýra aðrar um norðurlendsku filmsvirðislønina 2010 (pressufoto og plakat) Á sjónvarpsrásini Canal+ eydnaðist mær í kvøld at síggja filmin Upperdog , sum er norska boðið uppá besta filmin í Norðanlondum beint nú. Mentanarpolitiskt er tað áhugavert, at ein handilslig sjónvaprsrás sýnir filmin fyri øllum Norðanlondum og ikki lokali biografurin, ella norðurlendski stovnurin Norðurlandahúsið. Heldur ikki norðurlendski vinnarin í fjør, Antichrist , er enn sýndur herheima. Og eingi tekin eru um at stórsta áskoðaramagnet í Danmark beint nú, Hævnen , verður sýndur herheima. Løgið, at bestu boð uppá aktuellan norðurlendskan film hava so trupult at náa føroyskar áskoðarar. Tykist, sum um filmur er vorðin ein sjálvforvaltandi mentanarpolitikkur og at áhugaði mugu taka til takka við skránni hjá Canal+, sum lukkutíð hevur Upperdog á skránni beint nú. Hóast norskur og kaleidoskopiskur í frásøguhátti, er hann allme