Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2009

Jarðtímin

Nevndin í Eigarafelagnum á Norðasta Horni, Pól Jespersen, Elin Lindenskov, Uni Arge og Árni Gregersen; niðri undir Petur Jákup Sigvardsen, ið sigur huldusøgur og niðast Uni Arge, ið syngur og spælir nýggjar sangir (Myndir: Birgir Kruse) Jarðtímin, eisini kallaður Earth Hour, varð hildin við Býlingshúsið á Norðasta Horni í allar besta veðri leygarvøldið. Turt og stilt, men rættuliga kalt og eisini skýggjað. So stjørnuklárt var ikki. Men ein rúgva av fólki kom og fór meðan tiltakið var. Kim C. Petersen formaður í Eigarafelagnum byrjaði stundisliga kl 20:00 og gav Heðini Mortensen, borgarstjóra orðið. Síðani talaði Elin Lindenskov, sum er forkvinna í Umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs. Annika Olsen, landstýriskvinna var millum mongu áhoyrarar í túninum, har livandi ljós brunnu. Uni Arge sang góðar nýggjar sangir og einsini onkran gamlan. Eftirsum eingin stjørna sást, vísti Pól Jespersen telduforritið Starry Night og greiddi frá, hvussu vit kunnu eygleiða stjørnur og fyribrigdi á himmalinu

Hundrað í oyra

Ole Wich tók myndina av Mikkjali Gaard Hansen við 100 ára nálini í oyranum. Aftanfyri sæst málningurin hjá Ingálvi av Reyni í fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Ole Wich) Limirnir í rokkbólkinum SIC eru teir fyrstu at fáa 100 ára nálina hjá Tórshavnar kommunu í bringuna. Tað hendi seinrapartin í dag, tá ungu rokkararnir settu tungt ljóð á ein biltúr hjá Landsverkfrøðinginum í Havn í 1977. Biltúrurin er frá R.C. Effersøesgøtu til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og sæst á YouTube. Framførslan hjá SIC var brot úr tónleikaverki, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt innan SIC fer á størstu konsertferð, nakar føroyskur bólkur hevur átikið sær. Framførslan var í Ráðhúsinum á Vaglinum har varaborgarstjórin Bogi Andreassen beyð vælkomin og býtti út oyraproppar. Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, greidd síðani frá um tankarnar aftanfyri bílagada verkið. At enda festi hann 100 ára nálina í bringuna á tónleikarunum, sum nú fara út í heim. Men

Várframsýningin 2009

Eleganta stjørnan á Várframsýningini 2009 var Dennis Agerblad, sum tók ímóti í plateau-skóm. Dennis sæst kyssa lundan, hann fekk frá Edwardi Fuglø, formanni í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Uttan um teir sæst úrvalsnevndin Rannvá Mortensen, Ole Wich og Eli Smith. Niðri undir sæst Pól Skarðenni við spennandi listaverkinum 'Á ferð 1-4'. Niðast sæst Marjun Jóanesardóttir við 12 andlitsmyndum (Myndir: Birgir Kruse) Várframsýningin 2009 lat upp í dag. Aldri havi eg sæð so mong møta til hesa framsýning, sum leingi hevur verið í einum djúpum aldudali. Við føstum tema, samleika , og einum innbodnum listafólki, Dennis Agerblad , hevur tað eydnast felagnum Føroyskum Myndlistafólkum sjáldsama væl at skipa framsýningina. Tey mongu møttu fingu eisini eina uppliving og fóru ríkaði avstað. Hetta var list, ið savnaði, provokeraði og flutti mørk. Meiri kann eg ikki ynskja. Stjørnan var hin eleganti Dennis Agerblad, ið sýndi fram egnan kynsligan samleika, sum samstundis vant føroyskan tjóðska

Føroya turrasti bolli

Mest umrødda máltið í Føroyum er bollin hjá Atlantsflogi (Mynd: Birgir Kruse) Við Føroya mest umrødda og samstundis turrasta bolla fóru vit á flog í morgun. Frá byrjanini, tá Atlantsflog setti serføroyska matin og gestablídni á skránna, serliga við hinari heimligu rullupylsuni, er gastronomiska fallið stórt. Flogfelagið kann í dag bjóða ein turran og seigan bolla við onkrum ódefinerligum innan í. Pakkaður í plast og tískil fuktigur eisini. Tímir tú at bíta og slíta við hetta kleimna deiggið eina løtu omanskýar, so væl í gagnist. Spell, at prísirnir ikki fylgja hesari gongdini, sum er beint niður.