Í dag kom nýggi sangurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, Alone and Forsaken , á talgilda Spotify marknaðin, og fæst eisini sum vælstoypt grammofonpláta av vinylslagnum í Tutlhandlinum. Útgávan er av Voodoo Pop útgávurøðini, sum er upptikin í Nashville. Sangurin er ein sterk og innilig Hank Williamstulking við elgittaranum fremst fyri í døkku ljóðmyndini av einum 75 ára gomlum sangi, ið enn hevur universella kraft og styrki, eitt kvæði við mantriskari kraft, sum eingin annar hjá plátuskaldinum, ið eg enn seti í fremstu røð, Hank Williams. Tikin upp og ljóðblandaður í Smoakstack studio, har Mike Fahey og Vance Powell, sum eru kendir frá Chris Stapleton og Jack White, húserað. Her er einki Hanky Panky. Alt er ektað og beint fram í ótamdari styrki uttan at fortapa seg í larmi við Noah Denney á trummum, Byron House á bass, Matt Stanfield á einum stuttliga punktuerandi ljómborði og Benjamin á gittar. Elegant avbjóðing, ið er loyst við bravour! Sangurin er ikki í dur, men í mol, í upp