Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2013

Píkarill, tað er vár!

Vár er í hondum, hóast summartíðin eftir klokkuni langt síðani er byrjað, blómurnar spretta og í morgin skulu píkadekkini av. Men nú legðist hann við kava, í hvussu er norðanfjørðs. Og uttanfyri dekksølur standa bilar á rað og bíða eftir at dekkini, sum í morgin verða ólóglig, skulu skiftast við summardekk, tí í sjáldsama nákvæmari kunngerð frá 2005 verður ásett, at "ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. oktober. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25 % í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar." So vita vit tað. Trý sløg av píkum, og allir bannaðir í morgin. Og nú er bara ein dagur eftir, at sleppa undan at verða tikin sum lógarbrótari á føroyskum várvegum av hesum ávum. Tað er sku' alvorligt, hetta knapt so várliga píkamálið. Nú fari eg at spæla Elvis. And the grass want pay no mind .

Helvtin fingu stuðul

Filmsgrunnur Norðurlandahúsins, sum hevur eina árliga játtan á 200.000 kr, varð settur á stovn í 2012 og er einasti møguleiki at fáa stuðul til føroyska filmsgerð. Higartil hevur áhugin fyri at gera filmar verið stórur. Fyrsta árið varð stuðul veittur ellivu filmsverkætlanum, og týsdagin 2. apríl, tá ið freistin var úti at søkja um stuðul, vóru fjúrtan umsóknir komnar inn við einari samlaðari umbøn á knappar 975.000 kr. Nevndin fyri Filmsgrunnin í Norðurlandahúsinum, sigur í tíðindaskrivi í dag, at hon hevur viðgjørt tær fjúrtan umsóknirnar, og hevur gjørt av at veita stuðul til sjey av teimum við einum samlaðum stuðli á 131.000 kr. Nevndin upplýsir, at tey, ið hava fingið stuðul eru: Sakaris Stórá, sum sæst omanfyri, kr. 40.000 til stuttfilm Katrin Ottarsdóttir, kr. 30.000 til novellufilm Dávur Djurhuus, kr. 20.000 til stuttfilm Gudmund H. Nielsen, kr. 20.000 til pilotverkætlan Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, kr. 10.000 til listafilm Annika á Lofti, kr. 8

Ikon og Silvurtráður

Í dag er Dýri Biðidagur og ikki færri enn tvær listaframsýningar lótu upp samstundis, onnur í Gallarí Stephansonshúsi og hin í Galerie Focus. Framman undan eru framsýningar í Steinprenti og Smiðjuni í Lítluvík. Báðar framsýningarnar, sum lótu upp í dag, savnaðu nakað av fólki. Gamaní eru gallaríini smá og fyllast skjótt, men gott hevði verið, um gjørt var, sum tá Listastevna var fyri tíggju árum síðani og fleiri framsýnignar lótu upp sama dag. Tá var ein tími ella so millum hvørja upplating og væl bar til. Býurin er ikki størri enn so, at ofta eru tað somu fólk, ið ganga til somu framsýningar. Gallarí Stephanssonshús hjá Ingvør Nolsøe, omanfyri, sýnir fram trettan nýggj verk hjá Zachariasi Heinesen. Kurator er Inger Smærup, sum hevur sett heitið Ikon á framsýningina og skrivar soleiðis í skránni: “Verkini hjá Zachariasi Heinesen eru ikki religiøs, men tey hava nakað annað, sum minnir um ikonir og tað er, at tey ikki eru myndlýsingar av veruleikanum, men speglingar av veru

KOKS er besta bókin

Bókin KOKS  um samnevndu matstovuna á Hotel Føroyum, hevur fingið virðisløn í Danmark frá Foreningen for Boghaandværk sum besta fakbók. Omanfyri skrivar høvundurin, Bent Christensen, í bókina, tá hon varð løgd fram á Hotel Føroyum 4. desember 2012. Niðanfyri er myndamaðurin, Claes Bech-Poulsen, avmyndaður við sama høvið, og niðri undir sæst brævið við boðunum um heiðurin. Sum skilst, er ætlanin at senda bókina KOKS út í heim til Stockholm, Frankfurt og Leipzig. Allar niðast sæst meistarakokkurin, Leif Sørensen, sum er kjarnin í bókini.

Einkarbók føroyska framtíðarskúlans

23. apríl møttust landsins kosnu fólk á tingi klokkan hálvgum tvey, og hildu á at parlamentera til klokkan eitt korter til seks. At síggja til bara smámal, um tekniska orðabók, stuttfilm til smáfólk og nakrar krónur at keypa veggjaprýði fyri. Smámál, sum øll fullu. Hvat tá. Men eina smámálið, tað um upphavsrætt, var samtykt og endaliga avgreitt. Tað var nú eisini uppá tíðina. Hesin at síggja til óinteressanti dagur varpaði tó eitt heilt serligt ljós á listiliga og tingsliggjørda mentan, tá ein fólkavaldur, sum situr ytst, tí hann akkurát kom inn, hevur sett seg sjálvan ikki bara fremst, men eisini ovast, at forvalta allar mentanarligar krónur og fyriskipanir í politisku føðiketuni við so stórum gløggskygni, at alt ljós lýsir á hann og hansara gerðir, ja ljósið er føtt í honum, tá hann við rindalistiskum birtilsi kunngjørdi hesi orð á tingsins røðarapalli týsdagin, sum Listabloggurin hevur transkriberað: “Harra formaður, vit umboða eisini tann listarliga partin, hendan samgon

At særa ein mann

Í meiri enn tíggju ár havi eg hildið, at vakrasti lutur í altjóða bilasniði eru baklyktirnar á einum Volvo. Ikki hvørjum sum helst Volvo, men bara S 80. Funktiónirnar at lýsa, bremsa, bakka og blunka, eru allar sveipaðar inn í eitt tíðarleyst snið, sum úr øllum síðum er fevnandi breitt, og sum so reisir seg upp og verður snoðið upp í ein spíss. Var hetta ein brúkslutur, so lá hann væl í hondini og kundi meir enn so vigað á borðkantinum. Hvat tað er, sum gera hetta rundleitta skap so hugtakandi hjá monnum, mann verða djúpt grivið afturi í frumøld. So mikið størri varð sorgin, tá ein bilførari, maður ella kvinna, breyt mær ímyndina av perfektu sniðgávuni, nú eg rulli, so sum latínska heitið sigur. Volvo, volvos, volvot, soleiðis minnist eg at bendingin mundi vera av latínska Volvo-orðinum eg rulli. Men so sigur ámminandi lesturin í morgunljósinum, at lívsins uppgáva er, at hyggja út um teg sjálvan. Akkurát. Og har fór traðarmaðurin framvið. Hann ansar lambinum, sum nýkomið tit

Zacharias Heinesen í Stephansenshúsi

Fríggjadagin 26. apríl kl 16 letur upp framsýning í Gallarí Stephanssonshúsi við verkum hjá Zachariasi Heinesen. Í tíðindaskrivi í hesum sambandi, hugleiðir Inger Smærup, ið skipar fyri framsýningini, um grikska orðið ikon : "Eikon merkir mynd, eftirgerð ella líkskapur. Ein ikon er ein halgimynd, kultlutir í ortodoksu kirkjuni, sum vit vita um hava verið gjørdir síðan fjórðu øld eftir Kristi føðing. Ikonir kunnu hava frásagnarlig innihald ella vera portrett av bíbilskum persónum, men endamálið við ikonum er ikki at endurgeva ítøkiligan veruleika, men harafturímóti gjøgnum kompositión, litaval og stilisering at vera ein spegling av einum himmalskum veruleika. Innan semiotikkin eru ikonir visuel tekin, sum vísa líkskap við tað, sum tey vísa til. Tosað verður um ikonicitetin í myndini og um sambandið millum framburð og innihald. Men tað er ikki vist, at ikonisk tekin spegla veruleikan, tey kunna eisini framseta abstraktiónir og vísa líkskap við hugskot og hugsanir heldur

Altjóða Bókadagur

Í dag er altjóða bókadagur, World Book and Copyright Day , sum ásettur av ST stovninum UNESCO í 1995. Teirra heimasíða er rímiligvís á ymsum málum, og á ensku síðuni kunnu vit lesa dagsins bókaheilsan frá bulgarsku Irinu Bokova, sum er tíggjundi UNESCO-stjórin: All forms of books make a valuable contribution to education and the dissemination of culture and information. The diversity of books and editorial content is a source of enrichment that we must support through appropriate public policies and protect from uniformity. Meðan Fjalir , Føroya vakrasta bók, hjá Tóroddi Poulsen liggur og brettir seg út yvir sofaborðið heima, spekkar sær , sum Idé Møblar siga, so eru bara grønlendskar landalærubøkur, ella landalærubøkur um Grønland, á arbeiðsborðinum í morgun. Tað sæst omanfyri. Góðan bókadag!

Oggi spinnur lagnulist í Focus

Fríggjadagin 26. apríl kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Oggi Lamhauge upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.  Í tíðindaskrivi frá Galerie Focus verður sagt, at myndevnið á framsýningini hjá Oggi er Silvurtráðurin , sum er mynd av stokkutum og hvørvandi lívi, sum saman við gullskálini, krukkuni, hjólinum og dusti er partur av Prædikarans lýsing av lívinum. Tað fyri okkum virðismikla, men sum ferst, tá vit fara hiðani og aftur til har vit komu.  Onnur lýsing er um Nornunar , ið sita við Urðarbrunn undir lívstrænum Yggdrasil í Ásgarði. Hvørja fer eitt barn verður føtt, eru nornurnar til staðar fyri at avgera lagnu tess. Tær spinna, máta og klippa lívstráðin hjá bæði fólkum og gudum og hava bókstavliga allar lagnur um hendur. Hvør einstøk lagna verður spunnin á handsnældu. Nøkur fáa stórt noða og harvið langt lív, hjá øðrum slitnar tráðurin í fyrra lagi. Framsýningin við heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingar í kassar og kassarammur,

Kreativa Klaksvík

Fríggjadagin var starvsfólkatútferð úr Námi til Klaksvíkar. Orsøkin var at telduskipanin varð løgd um, so øll starvsfólk og teirra teldur nú eru á Landsneti við felags funkum og goymslum. Eftirsum tøknin lá deyð henda dag, so hevði stjórin, Magnus, við góðum stuðli frá Marjuni, skipað fyri fakligari útferð til fiskivinnuhøvuðsstaðin í norði. Við Katrini Ottarsdóttir og filminum Atlantic Rapsody - 52 myndir úr Havn (1989), havi eg sett mær fyri at finna eins nógvar myndir úr Klaksvík. Tveyoghálvtrýss. Dagurin byrjaði í besta ljósi, meðan Fuglajarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, las egnan morgunlestur á klingandi góðum føroyskum máli. Morgunsálmurin var eftir døkka Kingo í ljósastu útseting, Nú rennur sólin frí úr Eysturlondum. Í Sundalagnum sæst sólin og skuggin. Kavi er í fjøllunum, ísakalt er í skugganum, men heitt er í sólini. Her gekk eg í realskúla og leyk prógv í 1975 . Tá var skúlin minni, men næmingarnir komu úr nógv størri øki, m.a. eisini úr Kollafir