Karina Jákupsdóttir skrivar: Meðan prentmiðlar fána burtur, koma alsamt fleiri tíðindaportalar, og sosiali miðilin Facebook er nógv brúktur millum føroyingar. Tíðindagreinar og dulnevnd lesarabrøv verða í størri mun smærri viðmerkingar, tí tær eru knýttar at eini Facebook vangamynd. Tað, ið fyrr var óskrivað, verður talgilt og sjónligt fyri flest øll. Tíðindi og kjak verða flutt á netið, har alsamt fleiri hava atgongd og kunnu siga sína meining tá tey vilja, um tey vilja. Politikkarar, journalistar, bloggarir og aðrir samfelagsborgarir kunnu lætt og snildisliga fáa ávírkan, men tað er vert at vera sera ansin, til dømis tá okkara løgmaður setur ein alt ov privatan dám á Facebook. Hetta vóru nakrar av staðfestingunum í míni bachelorritgerð á University of Sussex, ið snýr seg um, hvussu sosialir miðlar ávirka føroyskan tíðindaflutning og kjakmentan. Umframt skjalasøvn og bókmentir, bygdi kanningin á 14 samrøður við føroyskar journalistar, bloggarar og aðrar borgarar í aldrinum 2