Havi leitað í orðabókini, um nakað føroyskt orð er fyri "klakør", ið Orðabókagrunnurin lýsir sum forklappari, klappingarfólk (í sjónleikarhúsi, leigaður av høvundinum el. teimum leikandi) . Eftir hesa mynd og reportasju frá Degi og Viku mánakvøldið, sum stavar frá pressufundi hjá Donald Trump umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Airforce One, hevur tankin um stramt stýrt klakør-virksemi , heilt inn í okkara egnu stovur, upptikið meg. Eru vit stýrd av klakørum? Bókarøðirnar og sjónvarpssendingarnar, sum halda okkum føstum í fatanini av, at einki land ella mentan hevur sum Amerika hersett okkara hugmyndir og tankar stuttar ella langar, grunnar sum djúpar, undir eygnalokunum og millum oyruni. Filmsleikarar og tónleikarar, sum standa á mínum hillum, hava øll rót í USA og amerikanskum viðurskiftum. Alt stavar hagani. Men hvørjir eru teir báðir til vinstru á myndini omanfyri, sum eru orsøkin til, at eg hugsi um klakørar og ryggklapparar í einum pallsettum leiki, har mi...