Skip to main content

Posts

Showing posts with the label drekka

Øl er annar maður

Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur. Fyrr hevur hann brúkt nógv alkohol, men hevur ikki rørt tað í meir enn 26 ár. Tær tríggjar, hann skeinkir mær í dag, eru alkoholfríar. - Erdinger sigur mær ikki, at hetta ikki er øl. Men liturin er gruggutur og ófiltreraður. Hon er ikki klár, men ein stak góð øl. Hinvegin er Dinkelacker rein í liti, men ikki so góð sum hin fyrra. Svíður eitt sindur í munninum. Kanska tí eg snúsi. Irriterandi sviði. Fyrsti smakkur er ringur, turrisligur og flatur, men er skjótt vekk. Estrella er ein góð øl, minnir um eina discountøl, sum í mínari tíð kostaði 2,69 kr. Góðan eftirsmakk. Hesar báðar eru góðar. Estrella er bíligari, so hon vinnur, sigur anonymi heimildarmaðurin, sum í fyrra umfari er avgerandi smakkdómarin. - Talan er ikki bara um øl, men eisini um vín og sjampanju, sum er uttan alkohol, har sølan bumar í fleiri londum við altskyns alkoholfríum drykk